hósdagur 12. november 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 217 - 12. november 2009
Í rættinum fríggja
dagin vórðu tveir
unglingar ákærdir
fyri eldsásetan, sum
gamaní hendir fyri
hálvum øðrum ári
síðani. Men tað var
kortini merkisvert,
hvussu lítið teir
mintust aftur frá
hendingini
ELDSÁSETING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tveir unglingar, nú 19 og
20 ára gamlir, stóðu í
Føroya Rætti ákærdir fyri
tann 9. mai í fjør at hava
tveitt eina molotov-líknandi
brandbumbu inn á altanin á
einum sethúsum í Havn.
Ákæran ljóðaði upp á at
teir báðir við vilja ella »ved
grov kådhed« at hava sett
menniskjalív í váða við at
hava tveitt eina molotov
brandbumbu upp á altanina
hjá einum tilkomnum pari í
Havn.
Hartil
var
hin
eldri
ákærdur fyri at hava brotið
ferðslulógina við 25. januar
2008 av hava stolið bilin
hjá mammu síni og hareftir
at hava koyrt útav uppi á
Oyggjarvegnum. Og í triðja
føri var hann ákærdur fyri í
einum tíðarskeiði at hava
virka sum heari fyri stolnum
fartelefonum.
Fyrst gav hin eldri ákærdi
vitnisfrágreiðing.
Hann
váttaði, at hann saman við
hinum ákærda hevði hildið
ball heima hjá sær. Hann
segði seg ikki minnast, hvør
ella hvørji onnur vóru til
staðar hetta hóskvøldið 8.
mai 2008.
Einaferð út á kvøldið
hevði mamma at hesum
ákærda koyrt ungdómarar
út, tí hon skuldi til songar,
og síðani kom fram, at eftir
eina løtu úti í túni kom ein
granni út og beyð teimum
innar til sín at ballast víðari.
Hví hesin grannin hevði
gjørt tað, visti ákærdi ikki.
Stakk seg upp
Hvat síðani hendi hetta
kvøldið segði bæði 20 ára
gamli ákærdi og 19 ára
gamli seg ikki minnast ser-
liga nógv til. Annaðleiðis
betri hevði minnið verið
dagin eftir – ella rættari
seinni sama dag – tí tá teir
vóru til avhoyringar út á
fyrrapartin og inn í seinna-
partin, kundu teir í rættilig-
um smálutum greiða frá,
hvat teir høvdu gjørt.
20 ára gamli greiddi frá,
at eftir at teir høvdu verið
úti í býnum og keypt
eitthvørt, millum annað ein
høsnarunga, sum teir høvdu
tikið heim við til grannan,
er prátið komið inn á
grannan í Jansstovugøtu 4,
og hvussu hesin ofta og títt
var eftir 20 ára gamla fyri
at larma illa, tá hann ballað-
ist. Nakað, sum hann eftir
øllum at døma gjørdi rætti-
liga nógv av.
Einki hevði tó verið teirra
millum hetta kvøldið, men
sambært
politirapportini
greiddu teir báðir frá 9. mai
í avhoyring, at teir vóru
farnir inn í kjallaran hjá 20
ára gamla, og har høvdu
teir leitað fram ein dunk av
terpentin, sum teir heltu
yvir í eina glasfløsku – heilt
nágreiniliga
eina
Cocio
sjokolátafløsku.
Síðani høvdu teir stappað
samansnarað
avíspappír
niður í hálsin, so langt
niður, at tað rakk niður til
terpentinið.
Eftir hetta vóru teir farnir
út um aftur, og síðani hevði
hin 20 ára gamli fest eld í
papírið, meðan hin yngri
hevði kastað fløskuna, sum
rakti inn á altanin í Jans-
stovgøtu 4. Teir tóku síðani
til beins og endaðu inni
aftur hjá grannanum.
Til alla lukku vaknaði
konan í húsunum av ódefi-
neraða ganginum og fór
upp, og tá varnaðist hon
eldin úti á altanuni. Hon
fekk vakt mannin, sum
síðani fekk sløkt eldin við
»trimum ella fýra spannum
av vatni«, sum han segði í
rættinum.
Prosedururnar
útsettar
Alt hetta kom fram í politi-
rapportini, soleiðis sum teir
báðir høvdu gjøgnumlisið
og undirskrivað 9. mai
2008. Aftur hin 10. desemb-
er sama ár vóru báðir inni
aftur til nýggjar avhoyringar,
men hvørgan teirra høvdu
nakað at leggja aftrat, men
vístu teir báðir til uppruna-
ligu politirapportina.
Seinastu 11 mánaðirnar
er minnið hjá teimum báð-
um tó farið mestsum heilt
fyri bakka, og hvørgan
teirra søgdu seg minnast
nakað sum helst frá sjálvari
hendingini.
Tann eldri dugir nú ikki
at siga, hvør hevði gjørt
sonevnda molotov cock-
tailin, og hann kundi tí bert
játta seg sekan í at hava
verið við til at tveitt eina
fløsku við løgi av onkrum
slagi í.
Hin yngri segði seg einki
annað minnast frá vitjanini í
kjallaranum uttan tað, at
hann hevði drukkið eina øl
inni har. Tað næsta hann veit
er, at hann stendur við einari
fløsku í hondini, og tá hann
varnast ein loga, tveitur
hann fløskuna frá sær, sum
so ólukkiligvís endar á
altanini hjá órættaðu.
Í politirapportini kom
fram, at teir báðir bert
høvdu viljað rætt grannan
við
at
tveita
molotov
cocktailin í túnið.
At teir báðir so eftir
hendingina ta náttina høvdu
borið á munni, at um nakar
spurdi, skuldu tey inni-
verandi siga, at teir høvdu
verið har alla tíðina, so var
hetta ikki fyri at skava út
yvir tað, teir høvdu gjørt.
Fýra vitnir vóru førd í sam-
bandi við hesa hendingina,
teir báðir ákærdu og síðani
maðurin og konan, sum
vórðu órættað. Eitt fimta
vitni greiddi frá tí, hon visti
um ferðsluóhappið.
Av tí at rættarmálið dró
so langt út varð avrátt, at
taka
niðurleggja
rættar-
fundin og taka hann upp
aftur seinni, tá prosedururnar
koma fyri.
Álvarsligt minnisloysi hjá unglingum
ES vil í Arktiska Ráðið
Evropasamveldið hevur søkt um at fáa eygleiðarastøðu í Arktiska Ráðnum. ES
ætlar sær at brúka eygleiðarastøðuna til at fylgja betur við tí, sum hendir í tí
arktiska økinum, og sum skilst fara londini í ráðnum at ganga umsóknini á møti,
skrivar KNR. Danmark og Grønland eru í Arktiska Ráðnum, og í Nuuk verður tað
hildið vera ein fyrimunur, um ES fær eygleiðarastøðu í ráðnum. Í landsstýrinum
halda tey millum annað, at eygleiðarastøðan kann viðvirka til at geva ES eina
rættari uppfatan av grønlendsku fiski- og veiðimentanini.
Her á altanini á húsunum í Jansstovugøtu 4
endaði molotov cocktailurin. Hann gjørdi skaða
fyri knappar 8.000 krónur, og flammurnar vóru
eftir meti eigarans millum ein og hálvan annan
metur høgar. Hóast teir ákærdu fóru heilt í
smálutir í politirapportini – sum til dømis, at
fløskan var ein Cocio sjokolátafløska – mintust
teir báðir unglingarnir millum lítið og einki í
rættinum fríggjadagin
Mynd: Jens Kristian Vang