hósdagur 12. november 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 217 - 12. november 2009
Grannskoðaravirkið
Rasmussen & Weihe
hevur nú skift
navn og eitur Nota.
Fyritøkum hevði
navnið eftir gomlu
stjórunum, Carl
Vilhelm Weihe og
Claus Rasmussen.
Hvørgin teirra er
longur í fyritøkuni
SAMLEIKI
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Rasmussen & Weihe er
løggilt grannskoðanarvirki,
og felagið er størsta grann
skoðanarvirki í landinum.
Felagið veitir tænastur til
øll sløg av fyritøkum innan
fyri so at siga allar vinnu
greinar.
Fyritøkan
varð
stovnað í 1968 av Carl Vil
helm Weihe, sum var einsa
mallur stjóri í 25 ár. Í 1993
gjørdist Klaus Rasmussen
samánari,
og
fyritøkan
broytti navn til Rasmussen
& Weihe.
Nú eru nýggjar tíðir, og
teir báðir omanfyrinevndu
eru ikki longur í fyritøkuni,
og nýggju eigararnir meta,
at tíðin er búgvin til at
broyta navn og búmerki.
Navnið NOTA stavar
frá latíni, og tað merkir
millum annað tekn, merki
og viðmerking. Vit kenna
eisini orðið frá vendingini
»nota bene«, ofta stytt NB,
ið merkir »gev tí væl
gætur«, sigur felagið í
tíðindaskrivi.
Endamálið hjá felagnum
er framvegis at vera ein
virkin samstarvsfelagi fyri
kundar okkara.
Felagið er væl fyri at
taka ímóti avbjóðingunum í
komandi tíðum, og við
nýggja
navninum
ætlar
felagið
framhaldandi
at
vera fremsta grannskoðan
arfyritøka í landinum, sigur
felagið.
Rasmussen & Weihe eitur nú NOTA
Kreppan rakar Mærsk
Níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár fullu farmagjøldini fyri
bingjuflutning sjóvegis 30 prosent samanborið við sama
tíðarskeið í fjør, og tað sæst aftur hjá teimum reiðaríunum,
sum hava bingjuskip. Eitt nú er umsetningurin hjá Maersk
Line, sum er bingjudeildin hjá A.P. MøllerMærsk, minkaður
meiri enn 25 milliardir krónur. Tað sæst eisini aftur á úrsliti
num. Til 1. oktober í ár var úrslitið 7,5 milliardir krónur í
halli samanborið við 1,9 milliard í avlopi somu mánaðir í
fjør, skrivar Ritzau. Maersk Line sigur, at samstundis sum
farmagjøldini eru fallin, er farmurin eisini minkaður.
Rúni Djurhuus heldur fram
sum býráðslimur
Á seinasta býráðsfundi tók Rúni Djurhuus sæti fyri Elina
Lindenskov úr Javnaðarflokkinum, sum hevði farloyvi. Á
býráðsfundinum í kvøld fer Rúni Djurhuus aftur at taka sæti,
hesaferð fyri Mariu Hammer Olsen, sum hevur boðað frá, at
henni berst frá at røkja starv sítt sum býráðslimur í meira
enn 14 dagar. Rúni Djurhuus varð nummar seks á listanum
hjá Javnaðarflokkinum til býráðsvalið seinast. Javnaðar
flokkurin hevur fimm limir í Tórshavnar Býráð.
Tíðindaskriv
Hin 14. november er altjóða
diabetesdagur,
og
hesin
dagur verður hildin um
allan heim og tí eisini her
heima hjá okkum. Hetta er
vikuskiftið, tá ið nógvir
stórir,
kendir
bygningar
verða lýstir upp í bláum
ljósi, í serliga bláa litinum,
sum ST brúkar, og serliga
merkið er ein bláur ringur,
sum skal vísa, at øll standa
saman um at basa hesi
álvarsomu sjúku, eisini ST
og WHO, alheimsheilsufela
gsskapurin. Lesið meira á
www.worlddiabetesday.org
Í Føroyum verður altjóða
diabetesdagurin í ár hildin í
Sandavági, har Sandavágs
kirkja verður upplýst í
bláum liti frá fríggjadegi
13. november til mánadag
16. november.
Leygardagin kl. 15.30
verður almennur fundir í
SÍFhúsdinum, har ymisk
faklig evni verða umrødd.
Jens Andreassen, diabet
eslækni:
Staðfesting
av
diabetes typa2.
May Britt Jacobsen, dia
betesjúkrasystir: Viðgerð
av diabetes typa2.
Hans
Petur
Nielsen,
hjartayvirlækni: Diabetes
og hjartasjúkur.
Pál Weihe, yvirlækni og
granskari: Diabetes typa2,
gransking í Føroyum
»Life for a child«
tiltakið
Fundurin er ókeypis, men
burturluting verður í kaffi
steðginum. Allur peningur
in, sum kemur inn við luta
seðlasøluni fer óskerdur til
altjóða barna tiltakið “Life
for a child”, sum roynir at
útvega insulin til tey børn í
heiminum, sum hava dia
betes, og hvørs foreldur als
ikki hava ráð til henda heili
vág. Í dag eru eini 75.000
børn, sum liva undir hesum
umstøðum og tíverri veksur
hesin bólkur, tí gloppið
millum tey ríku og tey fá
tøku í heiminum gerst størri
fyri hvønn dag. Lesið meira
um altjóða barnatiltakið á
www.lifeforachild.org.
Fundurin er almennur og
tað er okkara vón, at fólk
møta fjølment at hoyra um
diabetes, sum í dag –eisini í
Føroyum er ein nógv
vaksandi sjúka.
Møguleiki er á fundinum
at tekna seg sum nýggjan
lim í diabetesfelagnum.
Almennur diabetisfundur
í Sandavági
Tíðindaskriv
Hvat veit okkara ungdómur um mannarættindi og
hvussu kann Amnesty International Føroya deild
verða við til at geva eitt íkast soleiðis, at ungdómurin
kennir síni rættindi? Hetta er ein av spurningunum
Føroya deild hevur arbeitt við í seinastuni.
Fyrsta stig til at finna útav hvat ungdómurin veit
um mannarættindi, hevur verið at gjørt eina spurn
arkanning, sum næmingar í nøkrum av 9. flokkunum
hava svarað.
Fríggjadagin
13.
november
skipar
Føroya
Ungdómsráð (FUR) fyri tiltøkum fyri ung. Amnesty
International Føroya deild luttekur eisini á degnum.
Umboð frá Føroya deild fara at vitja ein 9. flokk í
Kommunuskúlanum.
Tveir tíma eru settir av til vitjanina. Tá er ætlanin,
at umboðini hjá Føroya deild skulu geva næmingunum
innlit í hvat mannarættindi snúgva seg um. Hetta
verður gjørt við framløgum, stuttum filmssýningum,
spæli og spurnarkapping.
Næstforkvinnan í Amnesty International Føroya
deild Eyðgerð M. Kruse fer at greiða frá spurnar
kanningini og frá úrslitinum.
Hava fjølmiðlarfólk spurningar, ber til at venda
sær til samskiparan Jacobu Kruse, tlf. 515816 ella
teldupostur: jkruse@amnesty.fo
Amnesty International Føroya Deild
Ung og mannarættindi
á ungdómsdegnum
13. november
Landsstýriskvinnan í innlendismálum kunnaði í dag
donsku starvssystur sína, Connie Hedegaard, um
føroyoyska veðurlagspolitikkin.
Annika Olsen legði stóra áherðslu á, at talan er um
eina føroyska tjóðarsemju at skerja útlátið av veður
lagsgassum við í minsta lagi 20 prosentum. Annika
Olsen gjørdi vart við, at tað hevur stóran týdning, at
Føroyar verða sjónliga nevndar í fyrsta uppskotinum
til eina nýggja bindandi veðurlagsavtalu.
Connie Hedegaard rósti politisku semjuni í Føroyum
og skilir væl føroyska ynski um sjónliggering í
nýggju avtaluni. Connie Hedegaard lovaði at taka
spurningin upp á hægsta politiska stigi í tí sonevndu
veðurlagsnevndini hjá donsku stjórnini. Avrátt varð,
at tætta samstarvið á veðurlagsøkinum heldur fram.
Innlendismálaráðið 11. november 2009
Veðurlagspolitikkur
Føroya umrøddur við
danska veðurlags
ráðharran