fríggjadagur 13. november 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 218 - 13. november 2009
Fór inn um mark
Seinnapartin mikudagin kom eitt norskt hernaðarflogfar inn
um finska markið, og eina góða løtu fleyg flogfarið uppi yvir
vestara parti av Lappland, skrivar finska tíðindastovan FNB.
Ein talsmaður fyri finsku myndugleikarnar váttar tíðindini og
sigur, at talan er um eitt greitt brot á finska fullveldið, sum nú
verður kannað nærri. Fyri fýra árum síðani gjørdu finsku
myndugleikarnir at kunna almenningin, hvørja ferð útlendsk
hernaðarflogfør koma inn um landsins mark. Síðani hava fýra
russisk, trý svensk og eitt amerikanskt flogfar verið innan fyri
markið - og nú eitt norskt, skrivar FNB.
Jørðin ferst ikki í 2012
Sambært einum filmi, sum verður frumsýndur í fleiri
londum kring heimin í kvøld, gongur jørðin til grundar um
góð trý ár, og tí hevur filmurin fingið heitið “2012”. Í
filminum stoytir jørðin saman við planetina Nibira tann 21.
desember í 2012 og gongur til grundar. Men spádómurin í
filminum fer ikki at ganga út. Tað sigur í hvussu er
amerikanska rúmdarumsitingin NASA, sum uggar fólk við,
at tað eringin planet, sum eitur Nibira. Var planetin til,
høvdu stjørnufrøðingar varnast hana fyri fleiri árum síðani,
og í dag høvdu vit sæð hana við berum eygum, sigur NASA.
Fríggjadagur 13. er í
dag. Harafturat eru
vit komin langt út
á heystið, og kunnu
ljósu tímarnir í
døgninum skjótt
teljast á einari hond.
Fríggjadagur 13.
verður hildin at
vera óeydnisdagur,
og pátrúgvin kring
henda dagin er nógv.
Her eru nakrar søgur
um fríggjadag 13.
Pátrúgv
Rógv Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Fríggjadagur 13. er kring
all an heimin ein serligur
dag ur, kendur fyri antin
eydnu ella óeydnu.
Summi hava kanska eitt
sindur av pátrúgv, og eru
ser liga ansin henda dagin,
men nøkur fólk hava veru-
liga ræðslu fyri hesum
degi. Navnið á hesari fobi
er
paraskevidekatria
phobia, eitt samansett orð
av griksku orðunum Para
skeví, sum merkir fríggj-
adagur,
dekatreís,
sum
merk ir trettan og phobía,
sum merkir ræðsla ella
ótti.
Men hóast heilt fá veru-
liga trúgva, at fríggjadagur
13. er verri enn nakar ann-
ar dagur, so er tað sambært
fólkalívsfrøðinginum
Eyðun Andreassen, sum
Sosialurin áður hevur tos-
að við, púra náttúrligt, at
vit halda ein tílíkan dag.
- Menniskjan dámar væl
at gera nakað serligt burt-
ur úr, og tí hava vit valt
okk um hepnar og óhepnar
dagar. Tað er ein háttur at
halda stýr á lívinum. Tí
meti eg ikki, at fólk enn
fara at sleppa hugsanini
við fríggjadegi og talinum
13, men hetta verður meira
undir hald
enn
verulig
pá trúgv,
segði
Eyðun
Andreasen við Sosialin
fyrr í ár.
Hví fríggjadag 13.?
Sambært fólkalívs frøð ing-
um eru eingi skjalfst prógv
fyri eini pátrúgv upp á
fríggjadag 13. áðrenn 19.
øld. Tað fyrst kenda skjalið
á enskum er í einari enskari
ævisøgu frá 1869 eftir
Gioachinio Rossini.
Hóast hetta, so er nógvar
sagnir førdar víðari gjøgn-
um munnligar forteljingar,
og at royna at staðfesta,
hvar hetta tekur seg upp,
er í besta føri gitingar.
Í
numerologi
verður
talið tólv mett sum talið
hjá tí fullkomna, sum tað
eisini sæst aftur í teimum
tólv mánaðunum í einum
ári, tólv stjørnufrøðiligum
teknum, tólv klokkutímum,
tólv ættunum í Ísrael, tólv
apostlunum, tólv gudunum
á Olympus og so framvegis,
og harav verður talið trett-
an mett sum óregluligt, og
sum brýtur hetta fullkomna.
Tað er eisini ein pátrúgv,
sum stavar frá Seinastu
Mál tíðini ella einari norr-
ønari søgn, at tað at hava
trettan fólk sitandi við eitt
borð ger, at ein av døgurða-
gestunum fer at doyggja.
Orsøkin
til,
at
júst
fríggja dagur er mettur sum
óeydnisdagur eru helst
fleiri, men serliga er tað
Langi Fríggjadagur og tað,
at Jesus varð krossfestur
henda dag, ið hevur stóra
ávirkan.
Pátrúgv í Føroyum
Sambært Eyðun Andre-
assen var tað gamalt, at
fríggja dagur var eydnis-
dagur í Føroyum. Seinni er
útlendska mentanin við, at
tað er óeydnisdagur, komin
til Føroyar, og enn í dag
eru summi, sum taka dagin
í størsta álvara.
Eitt nú var gamalt, at
mann ikki fór nýggjan túr
til skips fríggjadag, tí at
hetta skuldi hava óeydnu
við sær. Hetta er í stóran
mun slept, men fleiri eru,
sum ikki byrja nýggjan
fyrsta túr ella fyrsta túr í
einum ári ein fríggjadag.
Eisini er henda ræðslan
tengd at øðrum tingum, til
dømis verður sagt, at tú
ikki skal keypa nýggjan
bil ella nýggjar skógvar
ein fríggjadag.
Heldur ikki skuldi tú
byrja upp á nakað sum
helst nýtt fríggjadag, og
eitt nú Høvdavirkið í Leir-
vík, sum hevur klárað seg
framúr væl, byrjaði ein
leygardag. Hetta tí, at hjá
íslendingum er mánadagur
eisini óeydnisdagur.
Hotell, húsanummur
og flúgvarar
Í
øðrum
londum
er
pá trúgvin kring talið 13
sera sterk. Allarflestu av
heims ins stóru hotellum
hava onga 13. hædd, og
heldur einki kamar numm-
ar 13.
Nógv flogfeløg hava
held ur einki setur nummar
13, og heldur ikki varð
nak að
stríðsflogfar
av
slag num F-13 nakrantíð
bygt. Síðani 1976 hevur
eingin Formel 1 bilur havt
talið 13 í kappkoyringini.
Mánaferðin við Apollo
13 var eisini ein óeydnis-
ferð, og á húsi nummar 13
í gøtunum í Iran stendur
12 + 1 á húsavegginum, og
traditionelt eru tað 13
trapp utrin upp til gálgan.
Talið trettan og fríggja-
dagur trettandi eru uppruni
til hóp in av bókum og
film um, eitt nú filmurin
Friday the 13th, har dráps-
maðurin Jason, sum mynd-
in eisini vísir, er ein óenda-
lig, óhugnalig plága.
Fríggjadagur 13
Plakat av filminum
Friday the 13th