fríggjadagur 13. november 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 218 - 13. november 2009
Hvussu uppala
føroyingar síni børn?
Hetta hevur ongin
áður kannað. Men
nú skal ein stór ph.d
verkætlan varpa ljós
á hetta, í føroyskum
høpi, ótroytta evnið
Børn og ung
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Komandi ár fer føroska
Turid Olsen, sum er sjúkra
systir
og
cand.mag
í
al mennum pedagogikki frá
Køben havns Universitet, at
gera eygleiðingar og sam
røður við føroyskar barna
familjur og stovnar um
barna uppaling í Føroyum.
Í Sosialinum í gjár stóð
lýs ing, har leitað verður
eftir familjum og dag stovn
um, sum kunnu hjálpa
Turid Olsen at varpa ljós á
hetta ótroytta og politiskt/
fíggjarliga undirmetta evn
ið, sum nógv folk hava
saknað ítøkiliga vitan um í
fleiri ár.
Leitar eftir familjum
Við Sosialin sigur Turid
Ol s en, at føroyska barna
upp a lingin hevur hennara
áhuga, tí tíðirnar og karm
ar nir at vaksa upp í, eru so
nógv broyttir, so børn í dag
bæði
verða
sosialiserað
heima og á stovni. Eisini er
mun ur á, hvørt børnini
búgva í miðstaðarøkinum
og í útjaðaranum.
Til
gransk ing ar verk æt
lan ina fer hon at gera eyg
leiðingar og samrøður við
børn, foreldur og starvsfólk
á stovnum.
Tí hevur Turid Olsen
brúk fyri seks ymiskum
familj um og trimum dag
stovnum. Tað er ein treyt,
at familjurnar hava so tætt
tilknýti til Føroyar, sum til
ber. Til dømis skulu for
eldr ini, um tey hava út búgv
ing, hava lisið í Før oyum.
Familjan skal hava tætt til
knýti til vanliga føroyska
mentan, og so skal hon ikki
hava verið á fleiri uttan
lands ferðum.
Eisini stendur í verk æt
lan ar lýsingini, at um for
eldr ini hava arbeiði aðra
stað ni enn á heimstaðnum,
skal hetta helst ikki vera
long ur burturi enn í næstu
bygd ella býi.
Allar familiur skulu hava
fleiri børn, har í minsta lagi
tvey teirra skulu vera mill
um eitt ár og upp til skúla
aldur.
Harumframt eru nakrar
treytir fyri, hvar familjurnar
skulu búgva. Fýra skulu
búgva í lítlari bygd, tvær
skulu búgva í bygd við ong
um dagstovni, og tvær
familj ur skulu búgva í
bygd, har børnini ganga í
dag stovni.
Síðstu
tvær
familj ur nar skulu búgva í
býi ella størri bygd, og
børn ini skulu ganga í dag
stovni.
Teir tríggir dagstovnarnir
verða bidnir um at luttaka,
tí teir eru tengdir at familj
u num, sum vilja luttaka í
kanningini.
Í kanningarlýsingini vísir
Turid Olsen á týdningin av,
at familjurnar eru dul
nevnd ar, og at teirra sam
leiki á ongan hátt verður
av dúkaður í sambandi við
kann ingarnar.
Gamalt hugskot
Turid Olsen, sum verður
einsa møll um gransk in g ar
verk ætlanina, fekk hug
skot ið um at kanna upp
aling ina
av
føroyskum
børn um fyri umleið 14
ár um síðani. Hon fegnast
um at hava fingið hollan
stuð ul allastaðni hon er
kom in fram í Føroyum, ikki
minst á Hagstovu Føroya.
Hon greiðir frá, at í fyrst
an ni ætlaði hon bara at kan
na, hvussu føroyingar ger
ast
føroyingar.
Hvussu
verða børnini uppald til tess
at uppfylla leiklutin sum
før oyingar í føroyska sam
felagnum?
Seinni kom eg fram til,
at tað er ein fyrimunur, um
starvsfólk, sum arbeiða við
børnum, so sum lærarar og
pedagogar, kunnu brúka
míni úrslit, tá tey leggja
arbeiðið við børnum til
rætt is, sigur Turid Olsen.
So statt vónar hon, at vitanin
kann verða við til at læra
tey vaksnu at skilja børnini
betur, so tað verður lættari
at taka støði í tørvinum hjá
einsatak barninum.
Føroyar serligar
Tað eru tvey ting, sum gera
Føroyar áhugaverdar sum
granskingarstað í hesari
verk ætlan. Í fyrsta lagi er
tað ikki so langt síðani, at
før oyingar
bert
høvdu
heim ið og nærumhvørvið
sum fremsta og rættiliga
óformella
sosiali ser ings
um hvørvið. Í dag fer næstan
øll
barnauppaling
fram
und ir
meira
formellum
karm um á stovni uttan fyri
heimið.
Harumframt eru Føroyar
áhuga verdar
í
slíkari
gransk ing, tí talan er um
eitt
lítið
og
samansett
oyggja samfelag, sum hevur
verið avbyrgt frá um heimi
num í árahundrað.
Romantiserað
barnamynd
Í verkætlanarlýsingini vísir
Turid Olsen á, at føroyskir
myndugleikar hava ikki
rað fest gransking í peda go
gik ki, læring og skúla. Í
hes um sambandi vísir hon
á kanningarúrslit hjá Gaini,
sum vil vera við, at børn og
ung higartil hava verið mett
sum ein sjálvfylgja í sam
felagnum, og hava tískil
ikki verið politiskt áhuga
verd. Hetta hevur tað við
sær, at kjakið um børn og
upp aling ofta er merkt av tí,
sum fólk halda og meina,
og eisini ofta av einari
roman tiskari
mynd
av
natúr liga og frælsa barn
dóminum.
Eisini
hevur
vant andi játtan verið orsøk
til lítla áhugan fyri at
granska á økinum.
Turid Olsen sigur, at før
oyska lóggávan og vitanin
á økinum í stóran mun hev
ur verið bygt á útlendska
vitan. Og fakbólkar, sum til
dømis
pedagogar,
hava
stiðjað seg til ørkymlað før
oysk skúlafólk, sum eru í
døpurhuga, millum annað
veg na metvánaligu PISA
úrs lit ini, sum um nakað
hava prógvað, at lítið sam
svar og samband er millum
ítøkilig tiltøk og úrslit.
Føroysk barnauppaling
undir luppin
Verkætlanin, “Komparative studier af børns socialisering
på Færøerne”, kostar 2,2 milliónir krónur og verður
stuðlað av Granskingarráðnum, Roskilde Universitet, Eik
banka, Strandfaraskip Landsins, Sosialinum og Kringvarpi
Føroya.
Cand.mag. Turid Olsen verður einsamøll um
verkætlanina, men fær køna vegleiðing frá Jan
Kampmann, professara á Roskilde Universitet.
FAKTA
Turid Olsen fer at
gera eygleiðingar og
samrøður við børn,
foreldur og starvsfólk
á stovnum, nú
hon fer undir at
kanna føroyska
barnauppaling
Mynd: Rigmor Dam
Harðlig tingviðgerð
Limirnir í grønlendska Landstinginum vóru rættiliga
hvassorðaðir, tá tingið fyrradagin hevði 2. viðgerð av
uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár. Tað leikaði so
hart á, at andstøðan kom við tveimum uppskotum um
misálit einum ímóti landsstýrismanninum í
íbúðarmálum og eitt ímóti øllum landsstýrinum. Men tá
uppskotini komu til atkvøðugreiðslu, var andstøðan farin
úr tingsalinum. Andstøðan var misnøgd og vildi vera við,
at tingformaðurin, Josef Motzfeldt, hevði broytt
dagsskránna fyri at bjarga landsstýrinum undan misáliti,
so nú vil andstøðan hava tingformannin frá.
Vil verða forseti
Forsetin í Estlandi, Toomas Hendrik Ilves, hevur hug at
átaka sær embætið sum tann fyrsti forsetin í
Evropasamveldinum. Estlendska stjórnin kunngjørdi í
gjár, at hon hevur kunnað svenska ESformansskapin um,
at Thomas Hendrik Ilves stillar upp til ESforsetavalið.
Ilves, sum er 55 ára gamal, er føddur í Svøríki, hagar
foreldrini flýddu, tá Sovjetsamveldið legði Estland undir
seg. Hann vaks upp í USA, men flutti til Estlands, tá
landið fekk sjálvræði í 1991. ESleiðararnir fara at manna
forsetaembætið í næstu viku, og teir hava minst fimm
valevni at velja ímillum.