fríggjadagur 13. november 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 218 - 13. november 2009
lýsingar
Dámlig og fittlig
tvíhús í Hoyvík
Sí fleiri hús á inni.fo
PF inni
Niels Finsensgøta 37
Postboks 364
FO-110 Tórshavn
Telefon 35 42 00
inni@inni.fo
– trygt og ómakaleyst til hús
Húsini standa væl fyri í gomlu Hoyvíkini
Fyrsta fatanin
Tú koyrir niðan í hugnaliga gøtuna
í gomlu Hoyvíkini. Tú sneiðir inn
í gøtuna og merkir alt fyri eitt
tætta, heimliga og barnavinarliga
umhvørvið beint uttan fyri hurðina.
Húsini standa við blindan veg í
barnavinaligum umhvørvi. Har
er friðarligt, veðurgott og allir
hugsandi stovnar eru tætt við.
Ljós og luft – stílur og snið
Komin inn um hurðina fært tú
somu fatan. Góðska og dygd er
sett høgt, og litirnir eru ljósir.
Har er gongd / trappugongd við
góðari trappu til ovaru hædd við 2
kømurum, hjúnarrúmi, baðirúmi og
einum stórum útilofti. Fert tú inn
í stovuna, møtir tú einum stórum
rúmi við stórum vindeygum. Tú
kennir teg ikki innilokaðan á nakran
hátt, men tvørturímóti sum ein part
av grannalagnum, umhvørvinum,
landslagnum, náttúruni og stóru
verð, og tú kanst fara út á altanina
at svala tær á og fáa tær luft.
Alt er ljóst, svalligt og lætt. Gólvini
eru úr góðum tilfari, og køkurin er
ljósur, arbeiðsligur og handligur.
Úr køkinum kemur tú beinleiðis út
í bryggers / vaskirúm / fýrrúm og
haðani beinleiðis út í ein nýggjan
hjall. Alt er liðugt, sera snøgt, væl
gjørt og praktiskt.
Innan
Í miðhæddini er inngongd, durur,
baðirúm, gongd / trappugongd,
stova, køkur og bryggers /
vaskirúm / fýrrúm við útgongd til
hjall. Í ovaru hædd er hjúnarrúm,
2 kømur, útiloft og baðirúm við
baðikari og brúsu.
Fakta
Adressa: ..........Garðav. 20B, Hoyvík
Byggiár: ...........2004
Hæddir: ............2
Gólvvídd: ..........162 m2
Grundøki: .........295 m2
Prísuppskot: ...kr. 2.200.000,00