fríggjadagur 13. november 2009síða 35
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 218 - 13. november 2009
Söólalurin
LÝSINGAR
35
NOTA
LÖGGILT GRANNSKOÐANARVIRKI
RASMUSSEN & WEIHE SKIFTA NAVN TIL NOTA
Rasmussen á. Weihe er laggilt grannskoðanarvirki, og
felagið er starsta grannskoðanarvirki í landinum. Felagið
veitir tænastur til all slag av fyritakum innanfyri so at siga
allar vinnugreinar. Fyritakan varð stovnað í 1968 av Carl
Vilhelm Weihe, sum var einsamallur stjóri í 25 ár. Í 1993
gjordist Klaus Rasmussen samánari, og fyritakan broytti
navn til Rasmussen 8. Weihe.
Nú eru nýggjar tíðir, og teir báðir omanfyrinevndu eru ikki
longur í fyritakuni, og nýggju eigararnir meta, at tíðin er
búgvin til at skifta navn og búmerki.
NÝGGJA NAVNIÐ ER NOTA, OG BÚMERKIÐ ER
SVART Á HVÍTT
Navnið NOTA stavar frá latíni, og merkir millum annað
tekn, merki og viðmerking. Vit kenna eisini orðið frá vend-
ingini nota bene, ofta stytt NB, ið merkir „gev tí væl gætur“.
Endamálið hjá felagnum er framvegis at vera ein virkin
samstarvsfelagi fyri kundar okkara.
Felagið er væl fyri at taka ímóti avbjóðingunum í komandi
tíðum, og við nýggja navninum ætlar felagið framhaldandi
at vera fremsta grannskoðanarfyritaka í landinum.
Hoyvíksvegur 5
P.O.Box 30
110-Tórshavn
Faroe Islands
Phone (#298) 351700
E-mail notaðnota.fo
www.nota.fo
1Nisdjosíaa