Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-13, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. november 2009síða 41

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 218 - 13. november 2009 41 lýsingar Lógasavnsmennari Innlendismálaráðið sóknast eftir einum starvsfólki til Kunngerðablaðið og logir.fo. Hevur tú hug at arbeiða við lýsing av rættarreglum og tal gilding í einum politiskum umhvørvi, so er hetta starvið í Inn lendis mála- ráðnum kanska nakað fyri teg. Um okkum: Innlendismálaráðið er fyrisiting hjá lands stýris kvinnuni í innlendismálum og er skipað í fýra fakøki: lógamál, kommunu- mál, náttúrumál og samferðslumál. Missiónin hjá Innlendismálaráðnum er innan hesi øki at veita lands stýris kvinnuni ráð, tryggja haldgott grundarlag og at gera hug skot til veruleika. Í ráðnum arbeiða 14 starvsfólk, harav 10 eru akademikarar. Arbeiðsuppgávur: Tú kemur at arbeiða sjálvstøðugt og verður partur av fakøkinum lógamál. Tú kemur at hava ábyrgdina av umsitingini og menningini av Kunn gerða blaðnum og lógadátusavninum logir.fo. Tú skalt eisini fyri skipa og stýra eini verkætlan um at talgilda Kunn gerða- blaðið. Í Kunngerðablaðnum skulu lýsast allar løgtingslógir, kunngerðir, reglu gerðir og aðrar almennar fyriskipanir, sum givnar eru av Lands stýri num. Lýsingin í Kunngerðablaðnum er einasti bindandi kunn gerðar hátturin av løgtingslógum o.ø. Kunngerðablaðið kemur út, so ofta tørvur er, tó í minsta lagi eina ferð hvønn mánað. Logir.fo er ein internettænasta, har borgarar, vinnulív, stovnar og aðrir myndugleikar kunnu leita sær skjóta kunning um gald andi lóg gávu í Føroyum. Vit arbeiða í løtuni við eini nýggjari lóga savns- skipan, sum vit ætla, at tú skalt fáa av bakka stokki. Tú skalt eisini arbeiða við at talgilda Kunngerðablaðið. Í dag verður Kunngerðablaðið útgivið í pappírsútgávu, men vit ynskja at leggja tað um og geva tað út í talgildari útgávu. Um teg: Tú skalt hava viðkomandi útbúgving, hava góðan teldu- før leika og duga at skanna tekstir (OCR). Tær dámar at arbeiða sjálv støðugt, tú sýnir ábyrgd og skilvísi, fert væl um, hevur gott skil á og ert reglubundin. Tú ert ágrýtin, og tær dámar væl avbjóðingar og at vera vil til at menna skipanir. Tú dugir at arbeiða saman við øðrum. Tað er avgjørt ein fyrimunur, um tú hevur royndir sum verk ætlan ar- leiðari. Tað er eisini ein fyrimunur, um tú hevur løgfrøðiligan førleika ella kunnleika, antin ástøðiliga ella av royndum. Vit bjóða: • Eitt áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv í einum aðalráði í menning • Góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning • Løn sambært viðkomandi sáttmála Meira at vita: Tú kanst fáa meira at vita um Innlendismálaráðið á www.imr.fo. Eru spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Nellu Festirstein, deildar stjóra, tlf. 55 80 76. Umsóknir: Umsóknir skulu sendast til Innlendismálaráðið, Postrúm 158, Tinganes, 110 Tórshavn, og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 23. november 2009. Les meira á www.imr.fo