Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-13, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. november 2009síða 1

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Rákið – november '09 Rákið, við undirtem­ anum Heimið, er hesa­ ferð eitt heilt lítið granna lag við ymiskum bústøðum og dreymum um tað perfekta heim­ ið. Vit støkka inn á gólv ið uppi millum Gilja, har Mariann frá Royal og maður henn­ ara, Rúni Brimvik, vísa okkum teirra dreymahús. Eitt nú hava tey sjónvarpsskíggja í hvørjum rúmi og fjarðstýrdan streym í øllum húsinum. Hinumegin vegin práta vit við Ólav Frederiksen, sum brúkar nógva orku upp á at spara.. – ja, orku. Hann hevur sett sær fyri ongantíð at rinda eina olju rokn­ ing aftur. Eisini ætlar hann sær nú at seta eina vindmyllu upp, ið skal løða lítla grøna bilin, sum hann skjótt fer at koyra runt í. Og heilt uppi í brekkuni leggja vit leiðina framvið hjá Bjørghild og Martin Djurhuus, sum fortelja um, hvussu tey brúka húsini heilt øðrvísi í dag, enn tá ið børnini búðu heima. Fór at hugsa um, at tað hevði verið stuttligt, um fólkini í greinunum skiftu um bústað í eitt tíðarskeið, tí tey hava rætti­ liga ymisk krøv til dreymaheimið. Til dømis at Ólavur flutti yvir til Mariann og tey, sum so kundu flutt heim til Bjørghild og so víðari. Í tí meira álvarsliga endanum hava vit tikið advokatin, Gunn Ellefsen, til viks, so hon kann greiða okkum frá, hvussu hjún eru stødd peningaliga, tá parlagið krasjar. Her er veruliga nógv at læra, tí eru vit ikki á varðhaldi, kann kærleiks­ ævintýrið skjótt gerast ein ræðandi veruleiki. Eitt heim er meira enn eitt hús RÁKIÐ Heimið – november 2009 Postbox 76, 110 Tórshavn post@sosialurin.fo REDAKTØRUR Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo BLAÐFÓLK Rigmor Dam Bjørk K. Olsen Inna Törnroos Eirikur í Jákupsstovu MYNDIR Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen LÝSINGAR Marknaðardeildin lysing@sosialurin.fo ÚTGEVARI Sp/f Sosialurin FORSÍÐAN Oman móti sandinum í Leynum standa gomlu húsini hjá Bakkalenu. Í dag verða húsini leigað út til frítíðarhús. Mynd: Jens Kristian Vang Rigmor • • • Handlarnir fáa alla tíðina nýggj og herlig ting, sum vit ynskja okkum Amboðini við blómum eru so fín, at tey kunnu liggja frammi. Her eru hamari, tong og skrúvublað. Inni í hamaranum finnur tú fleiri smá skrúvubløð. Og inni í skúvublaðnum finnur tú eisini fleiri støddir av bløðum, sum tú kanst seta á skaftið. Mekanikarin í Miðlahúsinum sigur, at hetta eru góð amboð. Settið fæst hjá Madam Gaardbo í Vágsbotni Nostalgidósir í fleiri støddum. Ein stór, tríggjar smærri, sum hoyra saman, og ein lítil við rundum undirløgum í. Funnið hjá Madam Gaardbo í Vágsbotni Fittasti veggurin Tapetveggur við smáum myndum frá hollendska PIP studios. Fæst við reyðari, bláari og ljósareyðari bakgrund. Bílegg frá www.blandet- landhandel.dk, sum eisini senda til Føroyar Elskuligt og brúkiligt