fríggjadagur 13. november 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Rákið – november '09
Ólavur Frederiksen hevur
gjørt av, at hann ongantíð
aftur skal keypa olju. Og
útlitini fyri, at tað fer at
eydnast, eru rættiliga bjørt
Fyri fimm árum síðan keypti prent ar in,
elektrikarin og myndamaðurin Ólavur
Frederiksen eitt nýtt heim til familjuna.
Hann hoyrdi í útvarpinum, at
oljuprísurin var á veg upp, og hann
setti sær fyri, at hann skuldi ikki rinda
fyri olju meira.
– Eg vildi hava ein rokning fyri
hita, sum ikki broyttist frá mánað til
mánað. Tí hava eg og »luft til vatn«
hitapumpan nú fýra ár á baki, fortelur
Ólavur Frederiksen íðin, tá Rákið spyr
hann, hví hann longu fyri trimum árum
síðan gjørdi eina íløgu í eina dýra
hitapumpu til húsini frá 70unum.
Umframt hitapumpuna gjørdi
familjan nærum beinanvegin íløgur í
sólfangarar at hita vatn við og í ein
brenniovn, sum tó seinni varð seldur.
Spara 1000 krónur
um mánaðin
Tað vóru tey fægstu, sum hildu nógv
um hitapumpur, tá Ólavur Frede rik sen
fekk sær eina. Men nú gerast tær alt
vanligari, og hetta undrar ikki Ólav.
– Eg havi fingið mær serligan
elmátara til hitapumpuna, og hann
vísir, at vit nýta 1100 krónur um
mán að in til hita. Hetta haldi eg vera
væl sloppið, tí tað er so nógv minni
enn grannin, greiðir Ólavur frá um
hita pumpuna, sum hann sjálvur hevur
sett til.
Vanliga nýta fólk um 2000 krónur
í olju um mánaðin, so sambært
upp lýsingunum frá mátaranum á
hitapumpuni er ein sparing á ein lítlan
1000 krónur seðil um mánaðin til tey
sjey fólkini í húsunum.
Er vorðin miljøaktivistur
Men so fekk Ólavur Frederiksen blóð
upp á tonna.
Sportur kom fyrst í at sleppa undan
svingandi oljuprísum, og nú er tann
spurningurin endiliga burtur.
Næsta málið er at sleppa und an at
brúka olju yvirhøvur – millum annað
við at framleiða el til bilin við einari
vindmyllu.
Í hesum døgum er elektrikarin og
myndamaðurin í fer við at seta eina
serliga nýggja vindmyllu upp. Hon
er eitt annað slag av myllum enn
tað vanliga, tí hon er størri og hevur
øðrvísi skap, og hon skal ikki bara hita
húsini.
Fyri tíð síðan kom nevniliga fram,
at elbilar dálka verri í Føroyum enn
aðrir nýggir bilar, tí so stórur partur av
streyminum frá SEV verður gjørdur úr
olju. Tí fær Ólavur sær eina vind myllu.
– Ætlanin er at fáa 220 volt út, so
eg kann seta ein elbil til eisini, sigur
Ólavur Frederiksen.
Víðari greiðir hann frá, at ætlanin er
at keypa ein lítlan grønan elbil, sum
skal avloysa bilin, sum konan plagar
at koyra við.
Í uppreistri móti
Fimm alternativ
til minni útlát
Rákið hevur spurt Kára
Mortensen, Cand.
Scient. í lívevnafrøði/
støddfrøði, sum starvast
á Jarðfeingi, um nakrar
møguleikar at minka um
útlátið heima við hús
Spar ein fimting við betri oljufýring
Vilt tú halda fast við oljufýringina og minka um útlátið, so skalt tú síggja
til, at oljufýringin virkar optimalt. Nýggjar oljufýringar eru nógv effektivari
enn tær gomlu. Tað kann vera skilagott at fáa fakfólk at kanna, hvussu
nógv orka fer til onkis, og hvat kann gerast fyri at minka um tað. Hetta
kann spara meir enn ein fimting í oljunýtslu.
Spar ein triðing við betri bjálving
Effektivasta loysnin - serliga í eldri húsum - er at bjálva av nýggjum.
Hetta kann spara meira enn ein triðing av oljunýtsluni í nógvum húsum.
Hitapumpur
Verður farið til nýggjaru tøknina, er ein góð hitapumpa ein møguleiki.
Fleiri teirra megna at avloysa oljufýringina. Tað eru fýra ymisk sløg av
hitapumpum:
Luft til vatn: Ein loysn við hitapumpum er luft til vatn hitapumpan,
sum avloysir oljufýringina. Enn vita vit ikki, hvussu longi hesar
hitapumpur halda í føroyska veðurlagnum, men íløgan kann helst
vinnast inn aftur eftir 10 árum, um oljuprísurin er oman fyri sjey
krónur liturin.
Jørð til vatn: Jarðarhiti er eisini ein møguleiki. Fyrimunurin við
hesum pumpum er, at tær ikki slítast av veðri. Heldur ikki eru
tær til ampa fyri onnur, tí tær hvørki síggjast ella hoyrast av tí, at
uttanduraparturin er undir jørð. Tað er hinvegin ein rættiliga stór
íløga, sum vinnur seg inn aftur eftir eini 15 árum.
Sjógv til vatn: Har sum bygningar liggja við sjóvarmálan ber til
at brúka sjóhita til upphiting. Royndir verða gjørdar við hesum í
Føroyum í løtuni, og væntast kann, at príslegan og úrtøkan verður
á sama støði sum jarðarhiti.
Luft til luft: Enn eru vanligastu hitapumpurnar í Føroyum luft til luft.
Tær flestu hita luftina í húsinum og ikki brúksvatnið. So tær megna
ikki at avloysa oljufýringina. Tær kosta ikki so nógv og vinna seg
inn aftur í livitíðini.
Vindmyllur
Smáar vindmyllur eru eisini ein møguleiki sum ískoyti til oljufýring.
Sólfangarar/Sólsellur
Sólfangarar eru enn eitt alternativ, sum kunnu vera eitt ískoyti til heitt vatn
og upphiting. Sólsellur, sum framleiða elektriskan streym, eru ikki lønandi,
tí tær framleiða ov lítið í føroyska umhvørvinum.
Kári Mortensen á Jarðfeingi staðfestir,
at fíggjarliga skynsamasta íløgan
viðvíkjandi útláti er at syrgja fyri at
bjálva væl