mánadagur 16. november 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 219 - 16. november 2009
Rættarhjálpin til Vágs
Við í Vági verða tríggir ráðgevar, soleiðis at stundir eru til at
veita ráðgeving til flest møgulig viðskiftafólk. Tó verður sagt, at
tey, sum hava bílagt tíð frammanundan, verða tikin framum.
Rættarhjálpin varð stovnað 1996 av sjálvbodnum juristum.
Endamálið er at veita einstaklingum ókeypis løgfrøðisliga hjálp
og rágeving til tess at tryggja teirra rættindi. Øll kunnu venda
sær til rættarhjálpina, men víðkað hjálp verður veitt teimum, ið
eru ringast fyri fíggjarliga. Raksturin av skrivstovuni verður
fíggjaður við almennum studningi, men Rættarhjálp Føroya er
ein sjálvsognarstovnur, sum er óheftur av almennum
myndugleikum og privatum áhugamálum.
Listavirðisløn til
Sámal Blak
Havnarmaðurin, sum gongur á enskum listaskúla, hevur
vunnið virðisløn fyri pallseting av Othello. Virðislønin
eitur the Linbury Biennial Prize for Stage Design 2009. Á
heimasíðuni, Arts.co.uk, verður skrivað, at Sámal við
hesum er áttandi næmingurin av Central Saint Martin, sum
vinnur virðislønina, síðani hendan av fyrstan tíð varð latin í
1987. Othello verður settur á pall í Birmingham í
døgunum, 5. til 19. desember.
Bilánarar, sum í tíðar
skeiðinum frá 1999
fram til 2005 keyptu
bil, vórðu kravdir eftir
skrásetingargjaldið,
sum bilasølurnar í
fyrsta umfari rindaðu
og síðani kravdu aftur
frá bileigarunum.
Men heilildin hjá
TAKS vantaði, og tí er
stovnurin stevndur
eftir endurgjaldi
BILASKRÁSETING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Hevði TAKS heimildirnar í
lagi, tá stovnurin í tíðarskeið
inum 1999 fram til 2005
kravdi skrásetingargjald frá
bileigarunum. Kunnu bileig
arar, ið hava keypt bil í
nevnda tíðarskeiði, fara bein
leiðis til TAKS eftir endur
gjaldi uttanum bilasølurnar.
Og eru summi av málunum
fyrnað.
Tað eru spurningarnir,
sum dómarin skal taka
støðu til.
Talan er sjálvandi um
fleiri hundrað bilahandlar
hesi seks árini, men fyri at
spara bæði tíð og orku er
semja um, at taka fram tvey
mál og tveir bilaeigarar.
Talan er um Rodmund
Nielsen, stjóra og politikara,
og um Bjørn á Heygum, ið
sum kunnugt er ein av fram
standandi sakførarunum í
Føroyum.
Mítt mál er rættiliga ser
ligt við tað, at bilafyritøkan,
sum eg keypti bilin frá, er
farin av knórannum, og tí
ber heilt einfalt ikki til at
fara eftir henni, sigur Bjørn
á Heygum.
Hann heldur tað ikki
verða í lagi, at hann á henda
hátt ikki kann fara beinleiðis
eftir TAKS, tí bilafyritøkan
púra tilvildarliga ikki er til
meira.
Málið byrjaði, tá lógin
um skrásetingargjøld av
akførum varð broytt í 1999.
Trupulleikin var bert, at
kunngerðin, sum heimilaði
TAKS at krevja skráseting
argjaldið inn, ongantíð varð
sett í gildi.
Hetta førdi so við sær, at
TAKS í heili seks ár kravdi
inn skrásetingargjøld frá
bilasølunum, sum so aftur
kravdi pengarnar inn frá
bilakeyparunum.
Ikki fyrr enn í 2005, tá
tað komst fram til, at heim
ildin vantaði, var hesin brøl
arin rættaður, so heimild nú
finst fyri innkrevjingini.
Men hetta hevur so fingið
bileigarar, sum hava keypt
bil í tíðarskeiðinum 1999
til 2005, at stevna TAKS eft
ir pengunum, sum teir –
sambært saksøkjarunum –
ólógliga hava kravt inn.
Jólagáva
TAKS hevur ført fram, at
talan er um ein spurning
millum bilasøluna og keyp
aran, og tað hevur so ført
til, at keypararnir í teimum
førum, har tað ber til, eisini
hava stevnt bilasølunum –
sum so aftur hava stevnt
TAKS.
Við rættarforhandlingun
um fyrr í ár legði dómarin
upp til, at vald var ein ella
fleiri
sakir,
sum
vóru
umboðandi fyri allar síðir
av málinum, og semja varð
síðani gjørd um, at velja
tvær sakir út.
Onnur hevði flest øll
aspektir:
Stevning
móti
TAKS og stevning móti bila
søluni, bilasølan hevði stevnt
TAKS, og viðkomandi hevði
tveir bilar, har málið um
annan var fyrnað.
Í hinari sakini er bilasølan
ikki til longur, og tí er
TAKS einasti møguleiki
fyri stevning. Og í teirri sak
ini er tað Bjørn á Heygum
sjálvur, sum er saksøkjarin.
Fríggjadagin hittust part
arnir so aftur í Føroya
Rætti, og málsviðgerðin tók
meginpartin av degnum.
Stórur partur av viðgerðini
var rættiliga tekniskur, men
TAKS hevði góðtikið, at
hesi bæði málini vórðu førd
sum royndarsakir.
Talan er um ein prinsipp
spurning, og tí ber heldur
ikki til at finna fram til eina
semju í málinum, sigur
Bjørn á Heygum.
Málið er nú tikið upp til
dóms, og avgerðin verður
kunngjørd 22. desember –
og tað verður ein jólagáva
til annan av pørtunum, so
ella so.
Tá lógin um skrásetingargjøld av akførum í 1999 varð broytt, fylgdi kunngerðin um heimild av krevja inn hesi gjøld
ongantíð við. Tað hevur ført til eina stevning av TAKS eftir pengunum, sum kortini vórðu kravdir inn
Líkt er til, at fíggjar
kreppan so smátt er
farin at hasa av í USA,
og serliga smásølan
hevur klárað seg
betur enn væntað
BÚSKAPUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í dag verður amerikanska
smásølan kunngjørd, og
marknaðurin væntar eina
framgongd á 0,9%. Hetta
kann fáa stóra ávirkan á
virðisbrævamarknaðin.
Tað er serliga bilasølan
og sølan hjá sølumiðstøð
unum í oktober, sum hava
eina positiva ávirkan, og
føra framgongd við sær.
Smásølan hevur klárað seg
betri enn væntað í 2009, og
orsøkirnar eru fíggjarpolitisk
tiltøk, skattalættar og stuðul
til bila og húsakeyp.
Tað skrivar Føroya Banki
í sínari vikukunning.
Ídnaðarframleiðslan
í
Amerika hevur verið hækk
andi tríggjar mánaðir á rað.
Serliga
framleiðslan
av
akførum hevur verið positiv,
og orsøkin til tað er stuðul
til bilakeyp.
Ein framgongd á o,4% er
væntandi fyri oktober, og
saman við ídnaðarframleiðsl
uni verður NAHB vísitalið
kunngjørt mikudagin.
Stuðulin til húsakeyp er
longdur, so tað framvegis
fæst 8.000 dollarar í stuðli
við fyrsta hús keyp.
Eisini í Týsklandi og Japan
eru tølini positiv. Í dag verður
BTÚ hjá Japan fyri triðja árs
fjórðing kunngjørt, og rokn
að veðrur við einari fram
gongd á 0,7% í mun til sein
asta ársfjórðing. Eisini Japan
hevur framt fíggjarpolitisk
tiltøk so sum skattalækking
og stuðul til bilakeyp, skrivar
Føroya Banki í sínari viku
kunning.
Amerikanskir fyrstu ferð húsakeyparar fáa framhaldandi 8000
dollarar í stuðli frá stjórnini
Skrásetingar
málið tikið
upp til dóms
Frægari útlit í USA