mánadagur 16. november 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 219 - 16. november 2009
Orkufelag
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Stórur áhugi var fyri fundin
um, sum varð fráboðaður at
verða í skúlanum í Hvalba
leygardagin um at stovna
eitt orkufelag fyri Hvalba
og Sandvík.
Eini 60 fólk vóru møtt
upp, har var stór undirtøka
fyri at stovna felagið og
longu á sjálvum fundinum
teknaðu góð 40 húski seg
sum lim í felagnum.
Tað eru fyrireikarnir væl
nøgdir við, eftir sum felagið
akkurát er komið í eyga.
Fyrireikararnir eru eisini
væl nøgdir við, at fleiri
kommunustýrislimir vóru
møttir á fundi, tí tað skerst
ikki burtur, at kommunan
kemur at hava ein ávísan
leiklut í felagnum
Grøn og bílig orka
Endamálið við felagnum er
at veita teimum báðum
norðastu bygdunum í Suð
uroy, Hvalba og Sandvík
burðardygga og bíliga orku
at hita húsini við.
Poul Laust Christiansen,
sum er høvuðsstigtakari,
sigur, at ætlanin við felagn
um er at seta eina stóra
vindmyllu upp á fjallinum
ímillum Hvalba og Sandvík,
sum skal gera nóg mikið av
orku til at hita húsini í
Hvalba og Sandvík.
Tað vanliga higartil
hevur verið, at hvørt hús
sær hevur fingið sær sína
egnu vindmyllu í túnið.
Men fyrireikararnir ivast
ikki í, at tað er ein nógv bílig
ari og betri loysn at keypa
eina felags vindmyllu.
Ætlanin er so at grava
kaðal í hvørt hús í í Hvalba
og í Sandvík.
Og tá ið kaðal kortini
skal gravast í hvørt hús er
meiningin at fáa tvey fyri
eitt við at grava fipurkaðal í
hvørt hús samstundis. Ein
slíkur fipurkaðal kann geva
internet við eini ferð upp á
100 mb, sum er fleiri ferðir
so skjótt, sum tað er nú.
Fipurkaðalin gevur eisini
góåar
møguleikar
fyri
felags sjónvarpsantennu við
sjónvarpið í nógv betri
dygd, enn tey flestu eru von
við í dag
Í fyrstu nevndini í orku
felagnum sita Poul Laus
Christiansen, Rúni Thom
sen, Katrin Joensen, Ingi
bjørg Vestergaard úr Hvalba,
Jón Næs og John Næs Berg
úr Nesi í Hvalba og Trúgvi
Thomsen úr Sandvík.
Nevndin skipar seg sjálv
og tað fer hon at gera fyrsta
dagin.
Vindmátingar
Fyrsta takið hjá nýggju
nevndini verður at útvega
fígging til tær neyðugu vind
mátingarnar,
sum
skulu
gerast.
Fyri at fáa greiði á, hvar
tað er best at seta eina slíka
vindmyllu upp, er neyðugt
at gera vindmátingar í minst
eitt ár, sigur Poul Laust
Christiansen.
Hann sigur, at tað er neyð
ugt at fáa mylluna upp í
hæddina tí har er vindurin
mestur og mest støðugur.
Felagið fer nú at venda
sær til kommununa at vita
um áhugi er fyri at stuðla
eini slíkari ætlan og í fyrstu
atløgu verður fyrst og fremst
hugsað
um
fíggjarligan
stuðul til vindmátingar.
Tað vænta fyrireikararnir,
at kommunan er, tí komm
unan brúkar yvir 200.000
krónur um árið til at halda
varma í skúlanum og øðrum
bygningum, sum kommunan
varar av.
Eydnast projektið er ein
fíggjarligur
stuðul
frá
kommununi
heilt
skjótt
vunnin inn aftur.
Síðani verður uppgávan
at útgreina eitt neyvari fíggj
arligt yvirlit yvir eina íløgu
hesa.
Tað er enn ógvuliga óvist,
hvussu nógv ein slík ætlan
fer at kosta, men fyribils
vísa metingarnar, at verk
ætlanin ber seg við at fólk
betala eitt sindur minni fyri
at hita húsini, enn tey gera
við teimum oljuprísum,
sum eru nú.
Hinvegin eru tey allar
flestu sannførd um, at prís
urin á olju fer munandi upp
næstu árini og so er fer at
vera munandi bíligari at
hita húsini við orku frá eini
vindmyllu.
Sjálvur halda fyrireikarar
nir, at ein vindmylla er
besta loysnin, tí hon gevur
mesta orku um veturin, tá
ið tørvurin á orku eisini er
størstur.
Og skulu vit líta fram
yvir, er ongin ivi um, at um
nøkur fá ár verður elbilar
vanlig sjón á vegunum og
tá kann orka frá eini slíkari
vindmyllu eisini brúkast at
løða teir við.
Sandvíkingar
og hvalbingar
verða grønari
Fólk tóku væl ímóti ætlanini um at stovna orkufelag fyri Hvalba og Sandvík við tí endamálið at hita báðar bygdirnar við vindorku
Poul Laust Christiansen greiðir teimum 60 fundarfólkunum í skúlanum í Hvalba frá ætlanini
um burðarygga orku og fipurkaðali í hvørt hús
Stórur áhugi var fyri orkufundinum í Hvalba leygardagin, har felag
varð stovnað at útvega hvalbingum og sandvíkinum orku, sum bæði er
burðardygg og bílig
Brown í handlarnar í dag
Nýggjasta skaldsøgan hjá Dan Brown, sum á donskum ber heitið, Det Forsvundne tegn,
kemur í føroysku sølubúðurnar í dag. Enska útgávan hevur longu verið á marknaðinum í
eina tíð, so mest garvaðu Brownfjeppararnir hava longu fingið sítt í so máta. Men lítil ivi
er um, at áhugin fyri donsku týðingini eisini verður ovurstórur. Vit hava í fyrsta umfari
bílagt okkum 100 bøkur, sum vit hava í handlinum seinnapartin í dag. Men sjálvandi
koma fleiri komandi vikurnar, sigur Kári Árting úr Rit og Rák í SMS. Ensku útgávuni
hava vit longu selt heilt fitt av, og eg ivist ikki í, at danska týðingin verður ovarliga á
sølulistanum fram til jóla. Eg billi mær í øllum førum inn, at hetta verður mest selda
bókin í ár, men har koma sjálvandi eisini nógvar aðrar og góðar bøkur á marknaðin, so vit
fáa at síggja, sigur Kári Árting.