mikudagur 18. november 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 221 - 18. november 2009
Flokkarnir úti á
høgra og vinstra
vongi vunnu danska
kommunuvalið í
gjár. Hóast aftur
gongd fingu Sosial
demokratarnir borg
arstjórarnar í teimum
størstu býunum
Val í Danmark
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Tann góða gongdin hjá
Sosial istiska Fólkaflokk in
um í longri tíð sást týðiliga
aftur á kommunuvalinum í
gjár, tá flokkurin fekk sítt
besta úrslit nakrantíð. Á
sein asta kommunuvali fekk
SF 7,4 prosent av atkvøð
un um, men í gjár var úrslitð
14,5 prosent.
Veljarakanningarnar
spáddu
eisini
Danska
Fólka flokkinum eitt gott
úrslit, og so varð. Úrslitið
var tó ikki so gott, sum tær
fyrstu forsagnirnar bendu
á, men tá avtornaði, fekk
DF 8,1 prosent av atkvøð
un um, sum var 2,2 prosent
stig meiri enn á seinasta
kommunuvali.
Teir stóru tapararnir í gjár
vóru teir báðir stóru flokk
arnir, Sosialdemokratarnir
og Vinstri. Sosialdemo krat
arnir
varðveittu
kortini
støð una sum landsins størsti
flokkur við 30,7 prosentum,
og Vinstri endaði á 24,8
pro sentum. Tey Radikalu
og Eindarlistin høvdu eisini
afturgongd, meðan Kon
servativi fekk eina lítla
framgongd. Liberal Alli
ance stillaði fyri fyrstu ferð
upp á kommunuvali og fekk
0,3 prosent av atkvøð un
um.
S vann stóru býirnar
Undan valinum kunngjørdi
leiðslan hjá Sosialdemo
krat unum, at hennara mál
var, at flokkurin skuldi
verða tann størsti, og at
hann skuldi fáa borgar stjór
arnar í fýra teimum størstu
býunum. Bæði eydnaðust.
Fyrrverandi løgmálaráð
harrin Frank Jensen verður
yvirborgarstjóri í Keyp
mannahavn.
Flokkurin
misti atkvøður í høvuðs
staðnum, men er framvegis
tann størsti í býráðnum.
Í Århus kommunu varð
sosialdemokraturin Nicolai
Wammen afturvaldur, og
soleiðis var eisini í Aalborg,
har Henning G. Jensen
held ur fram sum borgar
stjóri.
Í Odense var spurningur
in, um sosialdemokraturin
Anker Boye kundi endur
vinna borgarstjórasessin frá
tí konservativa Jan Boye.
Tað gjørdi hann.
Tað skal tó sigast, at bæði
í Odense og Aalborg var tað
framgongdin hjá SF, sum
tryggjaði Sosialdemokrat
unum borgarstjórasessirnar.
Løkke fær ábreiðslur
Vinstri misti ræðið í fleiri
donskum kommunum á
valinum í gjár, og fleiri
hava hug at geva floks for
manninum,
Lars
Løkke
Rasmussen, ein part av
skyldini, tí hann hevur ikki
verið so virkin í valstríðnum
sum hinir floksformenninir.
Claus Borch, sum er bý
ráðslimur fyri Vinstra í
Skanderborg,
heldur,
at
veljararnir sóu ov lítið til
formannin undir valstríð
num.
Hann og onnur valevni
hjá Vinstra halda, at Lars
Løkke Rasmussen hevur
verið ov upptikin av at fáa
eitt gott úrslit á veður lags
ráðstevnuni í næsta mánað,
og at tað sæst aftur á úrslit
inum í gjár.
Sólrun fekk
gott úrslit
Ein tann dyggasta smeitin
fekk Vinstri í Gribskov
kommunu á Norðursælandi,
har flokkurin misti fýra
býráðslimir. Tað er eitt
sindur merkisvert, tí tað er
har, forsætisráðharrin býr.
Men gekk tað illa hjá flokk
inum, kann formaðurin í
hvussu er fegnast um, at
kona hansara fekk eitt gott
valúrslit.
Sólrun Løkke Rasmussen
var uppstillað sum nummar
sjey á listanum hjá Vinstra,
men fekk triðflestar atkvøð
ur. Tá uppteljingin var lið
ug, hevði hon fingið meiri
enn 800 persónligar at
kvøður, og tað var ivaleyst
til at tryggja henni pláss í
býráðnum.
Sólrun Løkke Rasmussen
segði í gjárkvøldið, at sum
býráðslimur fer hon serliga
at arbeiða við skúlamálum.
SF og DF vunnu danska
kommunuvalið
Sólrun Løkke Rasmussen fekk 800 persónligar atkvøður og kom í býráðið í Gribskov kommunu
Á nýggjárinum tekur Frank Jensen við sum yvirborgarstjóri í Keypmannahavn
USA setir skuldarmet
Fyri fyrstu ferð í amerikonsku søguni er skuldin hjá tí
almenna farin upp um 12.000 milliardir dollarar. Tøl hjá
fíggjarmálaráðnum í Washington vísa, at seinasta
fríggjadag skyldaði tað almenna 11.999 milliardir
dollarar, men at í gjár var talið komið upp á 12.031
milliardir. Fer skuldin upp um tá ásetta skuldarhámarkið,
sum er 12.104 milliardir dollarar, skal Kongressin
góðtaka tað, ella skulu sparingar gerast í tí almenna
rakstrinum. Umroknað til okkara pengar svarar talið til
meiri enn 60.000 milliardir krónur. Ein munandi partur
stavar frá almennu hjálpini til bankakervið.
ES minni menningarhjálp
Evropasamveldið hevur gjørt av at skerja hjálpina til
menningarlondini. Upprunaliga høvdu tey 27 limalondini í
samveldinum avtalað at lata 0,55 prosent av
bruttotjóðarframleiðsluni í menningarhjálp næsta ár, men
búskaparkreppan hevur nú fingið londini at skerja játtanina,
skrivar Ritzau. Danski ráðharrin í menningarmálum, Ulla
Tørnæs, er sera vónsvikin av avgerðini, sum eftir hennara tykki
sáar iva um trúvirðið hjá ES sum felagsskapi. Danmark er tað
ESlandið, sum letur mest í menningarhjálp. Danska hjálpin er
0,83 prosent av bruttotjóðarframleiðsluni.