mikudagur 18. november 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 221 - 18. november 2009
Jenis av Rana og 400
aðrir læknar vóru fyri
kortum á kristnari
læknaráðstevnu. –
Enda málið við ráð
stevnuni er at doku
mentera, at tað lækna
liga loysir seg at biðja
fyri fólki, sigur hann
Læknaráðstevna
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Ein ukrainskur lækni helt
uppá, at ein sjúklingur var
grøddur fyri hepatitis c, og
sjúklingurin var sjálvur og
vitnaði um tilburðin.
Hetta er bara eitt av døm
unum av tí, sum gekk fyri
seg á læknaráðstevnu í Kiev
í Ukraina fyri stuttari tíð
síðan.
Millum teir 400 læknar
nar á ráðstevnuni var eisini
Jen is av Rana, og hann er
sann førdur um, at tað besta
hevði verið, um vit púra
sluppu undan at brúka
medi sin og bara nýttu bønir
at verða grødd við, men
hann er eisini sannførdur
um, at heilivágurin hjálpir
væl til.
– Tað besta hevði verið,
um vit fyrst bóðu, áðrenn
vit fóru til læknan. Og um
tað so ikki riggaði, so kundu
vit farið til læknan, sigur
Jenis av Rana, sum altíð
nýtir bønir í sínum arbeiði.
– Tað er ikki soleiðis, at
eg biði fyri hvørjum ein
stak um sjúklingi, men eg
biði fyri teimum, sum
ynskja, at eg biði fyri teim
um, og onkuntíð spyrji eg
sjúk lingin, um eg kann
sleppa at biðja fyri honum.
Hetta er ongantíð illa mót
tikið, og ongin av teimum,
sum ganga til lækna hjá
mær hava nakrantíð sagt
nak að negativt um tað anda
liga, greiðir læknin frá.
Hann leggur tó afturat, at
tað ofta er ilt at siga, hvussu
nógv gud hevur gjørt, men
hetta skal spurnartekin ikki
setast við, tí Gud er ikki til
at skilja.
– Tá fólk vita av, at tú
bið ur fyri teimum, meðan
tú samstundis gevur teimum
heili vág, so er ilt at siga,
hvat spælir mest inn. Tað
hevur sjálvandi eisini nakað
at siga, at fólk vita av, at
mann hugsar um tey, tí
um sorgan hevur so nógv at
siga.
Hjálpir útlendingum
Somuleiðis fortelur Jenis
av Rana, at orsøkin til, at
hann er við í felagsskapinum
ikki fyrst og fremst er, at
kanna arbeiðið hjá Gudi,
men at hann meira er við
fyri at stuðla útlendskum
læknum, sum ivast um teir
skulu tora at brúka bønir í
sínum læknaligu størvum.
– Her er samfelagið í
Før oyum so mikið lítið, at
øll vita, hvat eg standi fyri
og so framvegis, men aðra
staðni kunnu læknar fáa
trupulleikar at nýta bønir,
sigur Jenis av Rana.
Í Føroyum eru eisini aðrir
læknar, sum nýta bønir í
síni viðgerð, men tað er
ikki nakað læknarnir tosa
um sínámillum.
– Tíverri. Tað er ikki nak
að vit vanliga tosa um. Vit
hava ongan felagsskap fyri
kristnar læknar í Føroyum.
Kundi spart á
fíggjarlógini
Jenis av Rana hugsar somu
leiðis ofta um, hvussu gott
tað hevði verið, um mann
kundi brúkt bønir í heilsu
verkinum sum heild.
– Eg hugsi ofta um,
hvussu nógv tað kundi spart
samfelagnum, um vit púra
sluppu
undan
heilivági.
Hugsa tær, hvussu nógv vit
kundu spart á fíggjarlógini,
heldur Jenis av Rana.
Men hann er sannførdur
um, at heilivágurin eisini
hjálp ir heilt nógv, og at
bøn irnar og heilivágurin
stuðla hvørjum øðrum væl.
Hokus pokus
Hóast Jenis av Rana er
sann førdur um, at bønir
veru liga hjálpa, og hevur
dømir um, at fólk er blivin
frísk, tá biðið hevur verið
fyri teimum, eftir at vanliga
læknavísindin ikki kláraði
meira, so sigur hann seg
eisini vita, at nógv ikki er
verk Guds.
– Tað er nógv hokus pok
us nógva staðni, og vit
mugu minnast til, at tað eru
tveir andaheimir. Tann góði
og tann óndi. Í gamla testa
menti síggja vit eisini, at
menninir hjá Farao eisini
megna at gera nakrar av
plág unum. So báðir heim
ar nir megna at gera undur.
Men tað er øgiliga týdn
ingarmikið, at mann brúkar
tann góða gudin, tí tað ónda
kann rigga, men tað vil ikki
nakað gott, heldur Jenis av
Rana uppá.
Svangir amerikanarar
Hóast tað almenna í USA hevur sett framt fleiri átøk,
sum skulu hjálpa teimum ringast støddu í samfelag
num, vóru tað framvegis umleið 50 milliónir amerikan
arar, sum høvdu ov lítið til matna í fjør. Tað var mun
andi fleiri enn í 2007, tá talið var 36 milliónir. Tølini
eru úr einari nýggjari frágreiðing. Hon vísir millum
annað, at meiri enn 14 milliónir húski í USA høvdu ilt
við at fáa nóg mikið til matna í fjør, tí tey høvdu ikki
pengar at keypa mat fyri. Barack Obama, forseti, sigur,
at tann nýggja frágreiðingin er hugvekjandi, og hann
lovar at fara í hernað ímóti fátækradøminum.
17.000 børn doyggja í hungri
Tað var ikki serliga hugaligur lesnaður, sum STaðalskrivarin, Ban
Kimoon, segði fram á einari matvøruráðstevnu, sum heimsfelags
skapurin heldur í Rom í hesum døgum. Í einari drúgvari frágreiðing
vísti aðalskrivarin á, at meiri enn ein milliard fólk í heiminum svølta, og
at á hvørjum ári doyggja seks milliónir børn í hungri. Tað merkir, at
17.000 børn doyggja í hungri um dagin. Teir umleið 60 ríkis og
stjórnarleiðararnir á ráðstevnuni vóru á einum máli um, at tað er
neyðugt við skjótum tiltøkum, sum skulu útvega fólki mat í munnin.
Jenis av Rana:
Prógvar Gud við sjúkum
Hóast Jenis av Rana nýtir bæði bíbliu
og stetoskop í sínum yrki, so dámar
honum ikki reiðiliga at kanna, hvussu
hann heldur, at Gud hevur hjálpt ávísum
sjúklingum. Hann er meira við í kristnum
læknafelagi fyri at stuðla øðrum læknum
Mynd: Jens Kristian Vang