Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. november 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 221 - 18. november 2009 Ein samlað­ ur pakki Kirstin Strøm Bech, borgar stjóri í Vági, hevur áð ur sagt fyri Sosialinum, at spurningurin um saman­ leg g ing er ein samlað ur pakki. Tí vóru tey ikk sinnað at legg ja tær báðar sosialu deild ir nar saman. Hnvegin hava tey søkt eftir einum deildarleiðara í eitt tíðaravmarkað starv upp á tvey ár, nettupp fyri ikki at forða við eini saman legging, um so er, at sam ráð ingarnar um saman­ legging føra á mál. Men borgarstjórin í Vági ásannar eisini, at í spurn­ ing i num um samanlegging, er Vágs Býráð í eini torførari støðu, tí ein fólka­ at kvøða í Vági vísir, at meiri lutin av vágbingum er ímóti at leggja alla Suður­ oy í eina kommunu, men vil hava tvær kommunur í oynni. Toppurin má skerast av skuldini Verður toppurin ikki skor­ in av kommunuskuldini, er onki endamál at leggja kommun ur nar í Suðuroy sa man. Tað varð staðfest á bý ráðs fundi á Tvøroyri mána kvøldið. ­ Annars er onki endamál at leggja saman, tí við so stórari skuld, vit hava nú, fær ein samanløgd Suðuroy ong ar møguleikar at virka, stað festu býráðslimur á Tvør oyri. Býráðslimur vístu eisini á, at bæði Jóannes Eides­ gaard, landsstýrismaður í fíggjar málum og aðrir, hava sagt, at leggja komm­ un ur saman, eru tey opin fyri at viðgera spurningin um at skera topin av kommun uskuldini. Men býráðslimir á Tvør­ oyri harmast um, at kommun u álit ið, sum nýliga er komið, ger onki við kommunu skuldina og annars varð hildið, at ein veik leiki við tí er, at spurn­ ing ur in um kommunala út javn ing og blokkstuðul eru ov lítið viðgjørd. Í Tvøroyrar Býráði trúgva tey lítið upp á, at nakað sum helst fer at spyrjast burtur úr samráðingunum um at leggja Vág og Tvør oyri saman í eina kommunu Samanlegging Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Tit kunnu halda so nógvar fund ir, sum tit vilja, men tað er spill av tíð. Soleiðis fullu orðini á bý ráðs fundi á Tvøroyri mána kvøldið. Býráðslimir vóru farnir at tosa um samráðingarnar við Vágs Býráð um at legg­ ja báðar kommunurnar sam an. Í tí orðaskiftinum gjørdi Berg ur Bærendsen greitt, at eftir hansara tykki er tað burtur spilt arbeiði at sam­ ráðast við vágbingar um saman legging. Og hann var langt frá einsa mallur býráðslimur á Tvør oyri, sum lítið og onki álit hava á, at nakað sum helst fer art spyrjast burtur úr samráðingunum. Sum vit greiddu frá í Sosial i num nú ein dagin, eru býráðini í Vági og á Tvør oyri farin at tosa um saman l egging. Og á býráðsfundinum á Tvør oyri mánakvøldið skuldi býráðið stinga út í kort ið, nær tann næsti fund­ ur in skal vera. Og býráðslimirnir á Tvør oyri gjørdu greitt, at tey ætlaðu at halda fram við royndu num, hóast tey eru rætti liga svartskygd um úrslitið. Vilja ikki spara 1,5 millión Tann, sum hevur eina ringast álit á, at nakað fer at spyrjast burtur úr, er borgar stjórin sjálvur, Krist­ in Michelsen. ­ Eg dugi ikki at síggja nakra orsøk til at brúka orku upp á at samráðast við Vág um samanlegging, kunn gjørdi hann á býráðs­ fundi num. Hann duldi heldur ikki fyri, at hann var rættiliga vón brotin av, at tað mis­ eydn aðist at leggja sosialu deild hjá Vági og Porkeri og Sosialu deild hjá hinum fimm kommunum saman. ­ Leiðararnir á hesum báð um sosialu deildunum hava sagt upp og tí var tað eitt gylt høvi at leggja báðar deildirnar saman og at vísa í verki, at álvari býr aftan­ fyri samráðingarnar um saman legging, sigur hann fyri Sosialinum. Men hann leggur afturat, at tað var Vágs Býráð ikki sinnað til og hava sostatt søkt eftir nýggjum leiðara til sosialu deild hjá Vági og Tvøroyri Hann sigur, at umframt at vísa tann góða vilja til saman legging í verki, hevði tað spart kommununum 1,5 millión í útreiðslum at lagt báð ar sosialu deildirnar saman. Og tað heldur hann av gjørt hevði verið ein spar ing, sum tað hevði verið vert hjá Vágs kommu­ nu og Tvøroyrar Kommunu, at tikið, serliga tá ið hugsað verður um, hvussu tíðirnar eru. ­ Men tá ið vit ikki kundu finna út av hesi sjálvsøgdu saman leggingini, veit eg ikki, hvussu vit skulu finna út av nøkrum øðrum, sigur borgarstjórin á Tvøroyri. Hann heldur, at tað skínur týði liga ígjøgnum, at Vágs Bý ráð er ikki sinnað til at leggja alla oynna í eina kommunu, men vil hava tvær kommunur í Suðuroy. Skulu ikki gevast Heldur ikki Malla Dam var serliga bjartskygd. Men hon staðfesti kortini, at vit koma ikki uttan um eina samanlegging og tí eiga samráðingarnar við Vágs Býráð at halda fram. Eisini Jaspur Vang helt, at samráðingarnar eiga at halda fram og at Tvøroyrar Býráð skal ikki vera tann, sum forðar fyri einum sam­ skifti á hesum øki. Men serliga bjartskygdur var hann ikki. ­ Kommunurnar hava langt síðani víst, at tær vilja ikki ella megna ikki at tosa saman og tíð er einasti út veg ur at leggja tær saman við lóg. ­ Og tað skal vera sum skjótast, legði hann afturat. Býráðslimir á Tvøroyri halda eisini, at tað er neyðugt at halda fram við sam ráð ingunum, tí megna kommunurnar ikki leggja sam an sjálvbodnar, verða tær avskornar frá allari ávirk an og verða kortini lagd ar saman. Tað skerst ikki burtur, at ein knútúr í samráðingunum um samanlegging, er, hvar kommunala umsitingin og aðr ir stovnar skulu vera. Í hesum sambandi vildu summ ir býráðslimir ikki læsa seg fastar í, hvørjir stovn ar verða hvar, bara tað bar til at samráðast um eitt býti. Mintust kollveltingina Í Kekkia og Slovakia hátíðarhildu fólk í gjár, at 20 ár vóru liðin síðani ta sokallaðu Floyalskollveltingina, sum gjørdi enda á tí kommunistiska stýrislagnum í Kekkoslovakia. Í Prag gingu umleið 5.000 fólk ígjøgnum tær somu gøturnar, sum mótmælisfólk gingu ígjøgnum tann 17. november í 1989. Tann dagin legði løgreglan uppí og spjaddi mótmælisfólkið. Men mótmælini hildu fram dagin eftir og teir næstu dagarnar, og tann 12. dagin legði stjórnin frá sær. Rithøvundurin Vaclav Havel stóð á odda fyri kollveltingini, og hann bleiv seinni valdur til landsins forseta. Hann var eisini við til tiltakið í gjár. Stillar neyvan upp Sarah Palin, sum var varaforsetaevnið hjá republikanska flokkinum á forsetavalinum í USA í fjør, fer neyvan at royna seg aftur. Tað hevur annars ljóðað, at hon umhugsaði at royna seg sum forsetavalevni á valinum í 2012, men nú ivast hon. Í samrøðu við sjónvarpskvinnuna Oprah Winfrey sigur Sarah Palin, at hon fer neyvan at stilla upp í 2012, men at tað kortini ikki er heilt útilokað. Sarah Palin var guvernørur í statinum Alaska, men valdi at siga tað embætið frá sær. Tá varð hildið, at hon fór úr tí embætinum fyri at fáa betri stundir til at fyrireika seg til forsetavalið um trý ár. Burturspilt at samráðast um at leggja Vág og Tvøroyri saman Trý ivingarsom javnaðarfólk í Tvøroyrar Býráði, frá vinstru eru tey Jens Johannesen, Pauli Einarsson og Malla Dam. Álitið á, at nakað fer at spyrjast burtur úr samráðingunum um samanlegging, er ikki stórt, men kortini eiga samráðingarnar at halda fram