Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-18, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. november 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 221 - 18. november 2009 29 Tónleikur Tíðindaskriv Skapanin: Um vikuskiftið skipa Havnarkórið, Tórshavn­ ar Kamarkór og Føroya Sym­ foniorkestur fyri tveimum stórum konsertum við Skap­ anini eftir Joseph Haydn. Konsertirnar verða í Ebe­ nezer og Norðurlandahús­ inum. Tað er fyrstu ferð, at Symfoniorkestrið og kór­ sangararnir, ið telja 90, royna hølini í Ebenezer, sum eru í miðbýnum í Havn. Saman við stóra kór­ inum, medvirka eisini rødd­ ir úr Ebenezerkórinum og tríggir kendir útlendskir sol­ istar, tveir úr Bretlandi og ein úr Íslandi. Haydn 200 ár Tað er ikki av tilvild at fyri­ reikararnir hava valt hetta verk hjá Haydn at framføra í Norðurlandahúsinum og í Ebenezer. Í ár eru 200 ár liðin síðani Joseph Haydn (1732­1809) doyði, og tá umræður at skapa brýr og knýta nýggj bond, er júst hann einastandandi. Haydn, ið verður róptur faðir at sym­ foniini, var vinmaður Moz­ arts og lærari hjá Beethoven. Paradísgleði í 3 pørtum Skapanin, sum bleiv til í árunum 1796­1798, verður mett sum høvuðsverk Haydns. Die Schöpfung, ið er týska upprunaheitið, er eitt oratorium, ið byggir á fyrstu Mósebók. Verkið er í trimum pørtum. Fyrsti part­ ur er um fyrstu fýra skapan­ ardagarnar, og tá ið jørðin og hinir himmalknøttarnir vórðu skaptir. Annar partur viðger fimta og sætta dag, tá ið djórini og menniskjuni vórðu skapað. Triði og sein­ asti parturin hálovar para­ dísgleðini á sjeynda degi. Solistar Solistarnir eru Rebecca van den Berg, sopran, Alex Ash­ worth, bassur og Eyjólfur Eyjólfsson, tenorur. Øll trý, tvey úr Bretlandi og ein úr Íslandi, eru kend í teirra heimlondum og úti í heimi. Eyjólfur hevur áður vitjað í Føroyum. Dirigentur Dirigentur er Bernhardur Wilkinson, sum í 2003 kom til Føroya. Síðan 2004 hev­ ur hann stjórnað Føroya Symfoniorkestri. Í 2006 fall tað honum í lut at stjórna fyrstu føroysku oper­ uni Í Óðamansgarði. Eftir frumframførsluna í Norður­ landahúsinum skrivaði The Times: ”The mastermind of the evening was the conduc­ tor Bernhardur Wilkinson, who held this complex music­drama together with precision and enthusiastic commitment.” Tenorurin Eyjólfur Eyjólfsson med­ virkaði bæði í Føroyum og aftur í Íslandi, tá henda fyrsta føroyska opera varð framførd har fyrr í ár. Framførslurnar Skapanin verður framførd leygardagin 21. november kl 19:00 í Ebenezer og sunnu­ dagin 22. november 2009 kl 16:00 í Norðurlandahúsinum. Konsertin í Ebenezer er ókeypis, meðan konsertin í Norðurlandahúsinum kostar 200 kr. Stuðla Umframt Norðurlandahúsið og fleiri onnur, stuðlar 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu tiltakinum. Framføra Skapanina hjá Haydn í Ebebezer BYRJAR FRÍGGJADAGIN 20. NOVEMBER Í ár verður jólakappingin skipað soleiðis, at hvønn dag í 24 dagar verður ein puntur at klippa út og tá kappingin endar tann 23. desember skal lesarin senda okkum allar 24 puntarnar inn í brævbjálva merktur ”Jólakapping”. Puntarnir hava búmerkið hjá Betri pensjón á umframt eitt tal frá 1 til 24. Jólakappingin 2009 Boks 76 | FO-110 Tórshavn | Tel +298 341800 | post@sosialurin.fo Høvuðsvinningur í Jólakappingini eru 2 flogferðaseðlar frá Atlantic Airways og annars verða fleiri aðrar góðar jólagávur at vinna.