Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. november 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 222 - 19. november 2009 Arbeiðs- loysið heldur fram við at vaksa Aftur í oktober mánaði vaks arbeiðsloysið í Før­ oyum. Serliga er vøksturin í Suðuroy og Sandoy stórur, meðan Norðoyggjar framvegis hava størsta arbeiðs­ loysið Arbeiðs­ mArknAður Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Føroyska arbeiðsloysið veksur framvegis. Í okto­ ber varð arbeiðsloysið á føroyska arbeiðsmarkn­ aðinum 4,4 prosent. Hetta er ein vøkstur uppá 0,3 prosentstig síð­ an september. Árstíðar­ javnaða arbeiðsloysið í september var 4,7 pro­ sent. 714 mannfólk og 532 konufólk vóru fulltíðar­ arbeiðsleys í oktober. Sørsta arbeiðsloysið er í Norðoyggjum. Har er arbeiðsloysið líka undir 8 prosent. Arbeiðsloysið vaks í øllum sýslum í oktober, undantikið í Eyst­ uroya og Vága Sýslu, har arbeiðsloysi stóð í stað. Størsti vøksturin var í Sandoy og Suðuroy. Har øktist talið av arbeiðsleys­ um við ávíkavíst heilum 20 og 19 prosentum frá september til oktober. Minsta arbeiðsloysið í oktober var í Eysturoy. Uppgerðin hjá Hag­ stovu Føroya vísir eisini, at arbeiðsloysið er størst millum tey, ið eru 54 ár og eldri, og næststørst millum tey 25 til 34 ára gomlu, fylgd av teimum, sum eru 16 til 24 ár. Arbeiðsloysið vaks í øll­ um aldursbólkunum. Samlaði innflutning­ urin hjá føroyingum er enn sera lágur, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Samstundis er útflutningurin eisini minkaður eitt vet inn­ og útflutningur Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Føroyingar innflyta fram­ vegis minni, enn vit gjørdu í fjør. Higartil í ár er inn­ flutningurin hjá føroyingum 24 prosent minni, enn hann var sama tíðarskeið í fjør. Samstundis er útflutningurin minkaður fimm prosent. Í innflutninginum er tað serliga akfør, sum nógv minni er av enn sama tíðar­ skeiðs í fjør. Í ár eru innflutt akfør fyri 69 milliónir krón­ ur, meðan tað sama tíðar­ skeið í fjør varð innflutt fyri 222 milliónir krónur. Eisini er innflutningurin av brenni­ evni nógv minkaður, úr 879 milliónum fyrstu 9 mánaðir­ nar 2008 til 488 milliónir fyrstu mánaðirnar 2009. Her skal tó havast í huga, at ein levering kann geva stórt útslag. Byggivinnan er hart rakt, og hetta sæst eisini aftur. Innflutningurin av tilfari til byggivinnuna minkaði úr 443 milliónum krónum til 263 milliónir krónur, sum svarar til 41 prosent. Hinvegin innfluttu vit fyri 273 milliónir í skipum og flogførum í ár, saman­ borið við 89 milliónir í fjør, og er hetta ein vøkstur upp á 208 prosent. Uttan skip og flogfør er innflutningurin minkaður 29 prosent. Útflutningurin er eisini minkaður. Serliga er tað útflutningurin av botnfiski, ið merkist væl. Hann mink­ aði við 19 prosentum, sum svarar til 215 milliónir krón­ ur. Eisini útfluttu vit fyri 80 milliónir krónur minni í øðr­ um fiski og fiskaúrdrátt­ um. Hinvegin er útflutningurin av alifiski nógv vaksin, og fer upp um milliardina í ár. Har er útflutningurin vaksin úr 691 milliónum krónum fyrstu níggju mánaðirnar í fjør, til 979 milliónir krónur, sum svarar til ein vøkstur á 42 prosent, og ger hetta, at samlaði útflutningurin bert er minkaður við fimm pro­ sentum. Innflutningurin framvegis lítil Eitt nýtt føroyskt borðspæl er komið á marknaðin. Spælið eitur Orðálvur, og er eitt spæl við orðum til familjur og skúlar. – Óansæð hvussu væl tú dugir, lærir tú okkurt nýtt, lova Rannvá Skeel Johannsen og Kristianna Poulsen, sum hava ment spælið spæl Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Í gjár kom eitt nýtt føroyskt borðspæl á marknaðin. Tal­ an er um eitt familjuspæl, sum minnir eitt sindur um »Trivial Pursuit«, men sum er býtt í trý torleikastig. Spælið eitur Orðálvur, og er tað einasta av sínum slagi, siga Rannvá Skeel Johannesen og Kristianna Poulsen, sum hava funnið uppá spælið. ­ Spælið gongur út uppá at læra seg um navnorð, har øll sum vilja, kunnu læra seg um navnorð. Spælið er uppýtt í trý torleikastig, og til hvørt stigið fylgja spurn­ ingar um mállæru við. Men tá tú spælir, tá verða bara spurningar, sum verða spurndir, sigur Rannvá Skeel Johannsen. ­ Spælið eitur Orðálvur, og hann er ein lítil føroyskur álvur, sum býr á oynni Orðoy, og tá vit spæla, eru vit gestir á hansara oyggj. Hann hevur gjørt ein veg allan vegin niðan á tindin, sum vit ferðast eftir, og á vegnum spyr hann okkum spurningar. Tá vit so eru komin niðan á tindin, áttu vit at dugað rættiliga nógv um navnorð, greiðir Kristi­ anna Poulsen frá. Byrjaði sum próvtøka Hugskotið til spælið er eftirhondini gamalt. Rannvá og Kristianna gingu á Lær­ araskúla saman, og til próv­ tøkuna í 3.L royndu tær eitt líknandi hugskot, bara við sagnorðum. ­ Árið eftir tað, gjørdu vit tað til høvuðsuppgávu hjá okkum í føroyskum á linju, og tá var tað um navnorð. Eftir tað fingu vit góðar afturmeldingar, og so fóru vit at hugsa um at geva tað út. Síðani er konseptið kom­ ið, alt við Orðálvi og oynni, tað er alt komið, meðan vit hava arbeitt við at tað skuldi gevast út, sigur Rannvá Juul Petersen. Tær báðar hava arbeitt við spælinum í eini 3 til 4 ár, og í høvuðsheitum hevur tað verið í ferium og frítíð­ ini, at tær hava arbeitt við spælinum. Børn og vaksin spæla samstundis Spælið er bygt upp í stigum, soleiðis at øll kunnu vera við. Tað er eitt familjuspæl, og kunnu bæði vaksin og børn spæla í senn. Men tað er einki krav, at tú skal duga nakað í mál­ læru, áðrenn tú kann spæla. ­ Fyrsta stigið er somikið lætt, at tað duga vit oftani, uttan at duga at seta orð á alt, og so kann tú eisini spæla teg til eina rúgvu av lærdómi, greiðir Kristianna Poulsen frá. Hetta spælið snýr seg bert um navnorð, og verður spælið væl móttikið, so verður arbeitt víðari við at gera eitt við sagnorðum, og so væntandi okkurt afturat, har hinir orðaflokkarnir verða umboðaðir. Spælið vendur sær eisini til skúlar, og siga tær báðar, at spælið inniheldur alt tað, sum tær halda, at ein næm­ ingur eigur at duga, tá hann fer úr fólkaskúlanum, og vóna tær, at skúlarnir taka væl ímóti tí. ­ Men hetta er eisini eitt familjuspæl. Vit hugsaðu, at hví ikki fáa mállæruna út um skúlagátt, og gera hana til almenna vitan, sigur Kristianna Poulsen. Til at tryggja, at spælið er rætt, hava tær fingið serkøn fólk í mállæru og føroyskum máli at hyggja ígjøgnum til­ farið, til tess at tryggja, at einki skeivt er í spælinum. Kristianna Poulsen og Rannvá Skeel Petersen hava ment spælið, og eru tað Bókadeild Føroya Lærara­ felags og Sprotin, sum geva spælið út. Spælið er stuðlað av MBM, Eik grunninum, Mentamálaráðnum og Mentanargrunni Landsins. Spælið fæst, har spøl vanliga fáast, og tað kostar 498 krónur. Í morgin klokkan 16 verð­ ur almenn framløga á Lær­ araskúlanum, har millum annað høvi verður at síggja, hvussu spælt verður við Orðálvi. Nýtt føroyskt spæl á marknaðin Víðgongd framgongd Alt fleiri sviar velja at styðja flokkin Sverigedemokraterne, sum serliga er kendur fyri síni víðgongdu sjónarmið í spurn­ ingum um fólk av fremmandum uppruna. Herfyri vísti ein meiningakanning, at 5,8 prosent av svensku veljarunum høvdu valt flokkin, um val var tá. Nú vísir ein nýggj kann­ ing, at var ríkisdagsval í dag, hevði flokkurin fingið 7,2 prosent av atkvøðunum og 26 umboð í Ríkisdagin, skrivar tíðindastovan TT. Sverigedemokraterne hava ikki umboð í Ríkisdegnum, men alt bendir sostatt á, at flokkurin fær fleiri umboð har, tá val verður í september næsta ár. Játta skattasvik Fleiri túsund amerikanarar hava nú viðgingið fyri amerikanska skattavaldinum, at teir hava fjalt pengar í øðrum londum fyri at sleppa undan skatti og harvið brotið landsins skattalóg. Amerikanska skattavaldið hevur lovað fólki linari revsing, um tey innan ein ávísan dag siga frá, hvat tey hava standandi í peningastovnum í øðrum londum, og næstan 15.000 hava tikið av tilboðnum, skrivar Reuters. Sagt verður, at hesi høvdu fjalt pengar í fleiri enn 70 londum og mest í Sveis og londum í Miðeystri. Sambært Reuters hevur amserikanska skattavaldið ongantíð fingið so nógvar upplýsingar um skattasvik. Soleiðis sær nýggja spælið Orðálvur út. Spælið inniheldur umframt borðspælið, spurningar og svar, eisini vegleiðingar í mállæru