hósdagur 19. november 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 222 - 19. november 2009
Størsti einstaki parta
eigar in í Atlantsflog,
Adrian Noskwith,
kenn ir seg nú noydd
an at draga Johan
Dahl í rættin. Orsøkin
er, at Johan Dahl
hev ur blandað seg í
rakst ur in í felagnum,
og einki hevur gjørt
fyri at rætta upp á tað
aftur
AtlAntsflog
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Fyri átta mánaðum síðani
var rættiligt rok um Atlants
flog. Á aðalfundinum hjá
Atlants flogi tann 2. apríl í
ár, ætlaði Johan Dahl at
um skipa nevndina í flog
felag num, soleiðis at priva
tu partaeigararnir mis tu sítt
einasta umboð í nevnd ini.
Hetta elvdi til rætti ligt rok.
Føroya
Landsstýrið
hevur svikið ta lyftið, sum
varð givið um, at landsstýrið
ikki skuldi blanda seg í
dag liga
raksturin
av
Atlants flog. Hetta lyftisbrot
hevur skatt føroyska flog
felagið almikið og hevur
minkað
um
virðið
av
partabrøvunum,
segði
Adrian Noskwith tá. Hann
er størsti privati partaeigari
í Atlantsflogi, og hevur
keypt partabrøv í felagnum
fyri umleið 17 milliónir
krón ur, sum svarar til góð 5
pro sent.
Eftirfylgjandi
skifti
Johan Dahl alla nevndina í
fe lag num út, og komu
priva tu partaeigararnir tá
við trimum uppskotum til
Lands stýrið, til at fáa loyst
mál ið.
Fyrsti møguleikin var at
lands stýrið skuldi keypa
ein skildu partabrøvini aftur
fyri útveganarprísin, ella
skuldi landsstýrið selja sín
meiri luta part fyri út veg an
ar prísin, ella í síðsta føri at
lands stýrið umskipaði ein
skildu
partabrøvini
til
B parta brøv við fastlæstari
rentu.
Vegna landsstýrið skal
Johan Dahl tá hava lovað at
við gerða uppskotini við
væl vild.
Men nú letur Adrian
Nosk with aftur hoyra frá
sær.
Í eini lýsing á síðu 7 í
Sosialinum í dag, kemur
hann við eini innbjóðing til
Johan Dahl.
Ákæran
Adrian Noskwith skrivar
so leiðis í innbjóðingini.
»Tá Føroya Landsstýri
fyri tveimum árum síðani
bjóð aði privatum íleggj ar
um at keypa partabrøv í
At lan tic Airways, lovaði
lands stýrið ikki at blanda
seg upp í raksturin av flog
felagnum.
Undir
tínari
leiðs lu er hetta broytt.
Sjálvt um vit mótmæltu,
skifti til tú vælvirkandi
nevnd felagsins út og setti
tínar egnu menn í nevndina.
Tú hevur broytt raksturin
hjá floghavnini; nakað sum
ikki varð upplýst, tá parta
brøvini vórðu seld, so inn
tøka er fluttur frá flog felag
num til eina almenna fyri
tøku.
Úrslitið av hesum er, at
flog ferða seðlaprísirnir eru
hækk að ir, og partabrøvini
verða næstan ikki handlað
long ur.
Eingin
seriøsur
íleggj ari ynskur at eiga ein
minni lutapart í einum flog
felag, sum verður rikið av
ein um politikkara.
Fyri átta mánaðum síðani
bóðu vit teg fylgja tí, sum
lands stýrið lovaði teimum
privatu íleggjarunum. Tú
bað okkum um at hava álit
á tær. Sambært avtalu,
løgdu vit fram trý uppskot,
sum hvørt sær kundi loyst
trupu leikan á nøktandi hátt:
at landsstýrið keypir
okk ara partabrøv aftur fyri
út vega narprísin, ella
at landsstýrið selur sín
meiri lutapart fyri út vega
nar prísin, ella
at landsstýrið umskipar
okkara
partabrøv
til
B partabrøv við fastlæstari
rentu.«
Landsstýrið
kanska í rættin
Nú
eru
átta
mánaðir
gingnir, síðan privatu parta
eigararnir settu fram hesi
upp skot, men teir hava
hvørki hoyrt orð ella eið frá
lands stýrismanninum.
Adrian Noskwith sigur í
lýs ingini, at hetta snýr seg
um álit, og um hvat er rætt
og rímiligt, og leggur aftur
at, at hóast teir eru til reiðar
at fáa hetta í rættlag við
semju, og at teir ikki ynskja
at fara í rættin, so gevur
Johan Dahl teimum einki
val.
»Vegna
landsstýrið,
lovaði tú at viðgera hesi
upp skot við vælvilja. Nú
eru átta mánaðir gingnir
uttan at vit hava hoyrt nak
að frá tær.
Hetta snýr seg um, hvat
er rætt og rímiligt. Hetta er
ein spurningur um álit.
Vit ynskja ikki at fara inn
í eitt rættarmál. Tað verður
dýrt og tekur tíð. Men tyg
um geva okkum onki valg.
Málið loysir ikki seg sjálvt.
Tá hampulig fólk gerast
ósamd, seta tey seg niður
og finna eina loysn. Vit
heita á teg um at fáa hetta í
rættlag. Vit eru tilreiðar at
hitta teg – ella ein og
hvønn, sum landssstýrið til
nevn ir
at
finna
eina
rímuliga og sámuliga loysn
á hesum máli.«
Soleiðis skrivar Adrian
Nosk with, og bendir okkurt
á, at fær landsstýrismaðurin
ikki greiðu á málinum
skjótt, kann lands stýris
mað ur in ella landsstýrið
verða drigið fyri rættin.
Fríggjadagin 20. november
2009 verður eitt stórt tiltak
í
Norður landa húsinum,
nevnt Hammershaimb 190
ár. V.U. Hammershaimb
(18191909) kennir hvørt
mans barn í Føroyum. Hann
var við til at loysa knútin
um eina regluskipaða før
oys ka stavseting. Tað var
mið skeið is í 1800árunum.
Stav set ing in, ið ber hansara
navn, er lítið og einki
broytt, síðan hon av álvara
varð tikin í nýtslu fyrst í
1900árunum.
Dagurin
verð ur hildin í sambandi
við, at tað í ár eru 190 ár,
síðan hann var føddur og
100 ár síðan hann doyði.
Til tak ið
er
alment
og
ókeyp is. Byrjað verður kl.
9.00 og tað varir til umleið
kl. 15.30.
Evnið verður málið í tal
gild um miðlum. Teir tal
gildu miðlarnar hava tað
við sær, at tað ongantíð
áð ur í Føroya søgu hevur
ver ið skrivað so nógv á før
oyskum sum nú. Tað ser
staka við hesum miðlum er
m.a. tað, at teir eru skrift
lig ir, men sjálvur skrift
form urin
leggur
seg
ógvuliga tætt upp at talu
máli num, soleiðis at úrslitið
verð ur eitt slag av skriv lig
um talumáli, sum í sjálvum
sær er ein andsøgn, tí at eitt
eyðkenni við talumáli er, at
tað ikki er skrivligt!
Við at velja hetta evnið
verð ur roynt at venda eyg
unum móti einum parti av
okkara samtíðarmáli. Mál
nýtsl an í hesum elek tron is
ku miðlunum, serliga á
kjatt
og
netkjaksíðum,
verð ur mangan skírd sum
ó vanda mál. Hvat er hetta
fyri ein málformur, sum vit
sígg ja her? Hvørja ávirkan
fara hesir miðlar at hava á
okkara stavseting sum frá
líð ur? Hetta er eitt evni,
sum er lítið umrøtt í Før
oyu m,
men
aðrastaðni
verð ur granskað í hesum
ser liga
málformi,
sum
mong siga hvørki er fuglur
ella fiskur. Við hesum evni
vilja vit varpa ljós á málið í
sam tíðini og partvís í fram
tíð ini, tí hesir miðlar og
hes in málformur er bara
byrjan in. Hvussu verður í
fram tíð ini? Sama hvat vit
halda um hesar miðlar og
mál ið í teimum, so stendur
málið framman fyri sera
stór um avbjóðingum í hes
um miðlunum (sms’um,
kjatti, netkjaki, teldu brøv
um o.s.fr.) og í al tjóða gerð
ini annars. Hvussu verður
stavsetingin
(sum
ber
Hammers haimbs
navn)
hand farin í hesum mið lu
num. Millum spurn ing ar
nar, ið verða viðgjørdir:
· Eru hesir miðlar ein
hótt an móti føroysku
stav set ingini?
· Fer henda nýggja
stavsetingin at ávirka ta
regluskipaðu
hammershaimbsku
stavsetingina?
· Fara næmingar at duga
verri at stava føroyskt í
framtíðini?
· Ber til at hava ymsar
stavsetingarnormar um
somu tíð? O.s.fr.
Á skránni eru fyrilestrar.
Tveir útlendskir granskarar
fara at halda fyrilestur um
mál ið á alnetinum. Teir eru
Rickard Domeij úr Svøríki
og Lene Rotne úr Danmark.
Jógvan í Lon Jacobsen fer
at hugleiða um arbeiðið hjá
mál nevndini í framtíðini.
Har um framt er upplestur á
skránni, har Birita Mohr fer
at lesa upp úr antologiini.
Kári Sverrisson og Mikael
Blak
fara
at
framføra
skjald ur. Dagurin endar við
einum pallborðsorðaskifti
um
málið
í
talgildum
miðlum.
Luttakararnir
verða: Oddfríður Marni
Ra s mus sen, Anna Ellings
gaard, Jan Berg Jørgensen,
Kári
Durhuus
og
Búi
Rouch. Landsstýriskvinnan
í
mentamálum,
Helena
Dam á Neystabø, setur
stevn u na
klokkan
9.00.
Men tað skal ikki bara vera
tað rama álvarsemi, tí hava
vit fingið skemtaran Jákup
Veyhe at hava eina fram
førslu. Orðstýrari verður
Jógvan Arge. Høvi verður
aftan á framløgurnar at seta
fram spurningar og gera
við merk ingar.
Fróð skapar felag, Ham m
ers haimbs grunnurin
og
Norður landa húsið. Stovn
ar nir, sum hava fyri reik að
dagin, eru: Før oya máls
deild in,
Føroyska
mál
nevnd in,
Móður máls
lærara fe lag Føroya og
Norð ur landa húsið.
Fyri
reik ing ar bólkurin
er
mannaður við: Jógvan í
Lon Jacobsen formaður,
Turið Sigurðardóttir og Vár
í Ólavsstovu. Lena Reinert
á Føroyamálsdeildini og
Víg d is Petersen á kt deild
ini á Fróð skap ar setri num
hava sniðgivið skrá, faldara
og plakat.
Hammershaimb 190 ár
Jóhan Dahl dragast í rættin
100.000 danir Influensa A
Í Danmark hava meiri enn 100.000 fólk fingið Influensa
A, og sambært Statens Seruminstitut merkir tað, at
krímsjúkan er farin at ganga av álvara. Kåre Mølbak, sum
er deildarleiðari hjá stovninum, sigur við fjølmiðlarnar, at
nógvir danir verða smittaðir teir næstu 14 dagarnar, og at
sjúkan fer ikki at hasa av aftur fyrr enn eftir árs skift
ið. Statens Seruminstitut sigur, at síðani Influensa A fór
at gera um seg fyri tveimum vikum síðani, eru umleið
200.000 danir vorðnir smittaðir. Av teimum meiri enn
100.000, sum eru við hús nú, eru tey flestu børn.
Færri ungir sjómenn
Meðalaldurin á norskum sjómonnum hækkar støðugt, og
nýggj tøl vísa, at tey seinastu tjúgu árini er meðalaldurin
hækkaður 75 prosent. Norska kringvarpið sigur, at fyri
tjúgu árum síðani vóru 6.697 norskir sjómenn millum 20
og 29 ára gamlir. Í fjør vóru sjómenninir í hesum
aldursbólkinum 1.688 í tali. Rin granskari á lærda
háskúlanum í Tromsø, sum hevur kannað viðurskiftini, er
sambært NRK komin til ta niðurstøðu, at nógvir ungir
menn aftra seg við at velja sær fiskivinnuna sum
lívsstarv, tí tað er so dýrt at útvega sær egið fiskifar.
Johan Dahl verður drigin fyri rættin fyri at blandað seg upp í
raksturin av Atlantsflogi, um hann ikki skjótt kemur við eini
loysn til privatu partaeigararnir. – Tú gevur okkum einki val,
sigur Adrian Noskwith, sum eigur partabvør fyri 17 milliónir í
felagnum
Mynd: Jan Müller