hósdagur 19. november 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 222 - 19. november 2009
27
125. partur
Anna Trondina Joensen
Tann elsta av systrunum
var Anna Trondina Joen
sen, fødd 1874. Hon tók
lærararprógv í 1893. Anna
Trondina fór undir privat
skúla í 1908 í húsum
teirra. Maðurin var prent
arin Palli Trykk, sum hon
giftist við í 1896. Í 1916
fluttu tey til Noregs at
búgva. Ein sonur teirra
Sakaris, var reiðari á
Oyrnafjall, farmaskipinum
hjá landsstýrinum.
Anna fekk tað skoðsmál,
at hon dugdi ógvuliga væl
við børnunum, og tey vóru
eisini vóru góð við hana.
Hansina Rein
Tá ið Anna flutti til Noregs,
helt systir hennara Hansina
fram við skúlanum.og hevði
hann í aðrari stovuni heima
hjá sær sjálvari. Hansina
var fødd í 1881 og doyði í
1966. Í 4 ár var hon lærar
inna í øllum fýra bygdum í
Kalsoynni.
Hon giftist við Niels
Rein, Niels hjá Pedda, í
1905. Tað var gott skil í
skúlanum hjá henni. Børn
ini høvdu stóra virðing fyri
henni, samstundis sum tey
vóru góð við hana. Tað
undrunnarverda var, at hon
kundi hava fleiri hold av
børnum. Víst komu børnini
í skúla ymsar tíðir á degn
um, men so umskaraðust
tey sjálvandi.
Hansina nýttu hin gamla
siðin at seta í skammikrók.
Ein av næmingunum, sum
í dag hevði verið kallaður
evnaveikur, men sum var
so skemtiligur, var rættu
liga ofta í “krókinum”.
Hann plagdi at lúra seg
til at kveita so mikið til
viks, at hann sá onkran av
næmingunum. So froysti
hann út úr og mangan við
tí úrsliti, at allur flokkurin
sat í skellilátri.
Tey nýttu penn og penna
skaft. Ein keypmanssonur
hevði ein dagin við sær so
fínan fjarðapenn, sum allir
dreingirnir máttu hava á
hondum. Men so knappliga
sendir ein pennin sum ein
dart, og hann rakar Arthur
Askham so fast í skallan,
at hann verður standandi
við hini litføgri fjøðrini
peikandi upp í loft, so at
Arthur sær út sum hin
seinasti mohikanin.
Anna Sofía Mohr
gjørdist einkja ung
Tað var eyðkenniligt fyri
frú Rein, at tá ið systir
hennara Anna Sofía gjørd
ist einkja, lat hon hana
yvirtaka privatskúlan, tí at
henni tørvaði tað mest.
Petur Háberg (1914
1984) fór í 1923 at ganga í
skúla hjá frú Mohr, sum
tók læraraprógv í 1905.
Hon var fødd í 1878 og
giftist í 1912 við Jens
Martin Mohr, sum var
føddur í 1886 á Sandi.
Foreldrini hjá honum vóru
Anna og Mourits Mohr.
Jens Martin fór á lærara
skúlan í Havn í 1902 og
tók læraraprógv í 1905.
Hann var fyrst lærari í
Fuglafirði í 1906. Seinni
var hann lærari á Sandi og
síðan i Havn. Hann doyði
28. desember 1918 av
sponsku sjúku, bert 32 ára
gamal. Anna Sofía sat eftir
við trimum børnum.
Hon skrivaði til løgtingið
og greiddi frá støðuni, at
hon var 41 ár, og hevði
eina lívrentu uppá 317
krónur árliga. Hetta var ov
lítið at liva av, og hon søkti
um pensjón.
J. Dahl próstur bað løg
tingið taka væl undir við
áheitanini og mælti vegna
skúlanevndina til, at hon
fekk 100 kr árliga úr pen
sjónskassanum. Hann helt,
at hon fór kanska seinni at
gerast lærari í fólkaskúlan
um, og so fall hetta burtur.
Hon fekk sær skrivstovu
pláss tey fyrstu árini, men
so lat sum nevnt systir
hennara Hansina Rein hana
yvirtaka privatskúlan hjá
sær í 1921. Tað gjørdi hon
so og hevði hann fyrst
nøkur ár í húsunum hjá
Palla Trykk, har ein skúla
stova var bygd afturat.
Í yvirliti frá 1922 sæst,
at har gingu 23 næmingar í
fyrra flokki og 19 í tí eldra.
Fleiri av næmingunun lósu
ikki føroyskt eftir ynski frá
foreldrunum. Men tey
lærdu eitt sindur av
enskum, so tey kundu fara
í realskúlan.
Fru Mohr var sera gud
røkin, og hetta setti dám á
kristniundirvísingina.
Tað kom væl við hjá
kommununi, at lærarar
sum frú Mohr kundi átaka
sær so nógvar næmingar,
so eina ferð fekk hon kr.
500 í stuðul at hampa um
skúlan.
Tá Petur Háberg fekk
undir vangan
Seinni bygdi hon sjálv eini
væl hóskandi hús við síð
una av hjá Niels Rein, og
hon fekk vist grundstykkið
frá teimum. Næmingatalið
vaks í stórum.
Í skúlanum vóru tríggjar
borðlongdir, og frú Mohr
sat við endan á miðlongd
ini. Hon hevði viðhvørt
eina smágentu í fanginum,
tá ið hon undirvísti. Tað
var Ester Rein, sum undir
krígnum giftist við Kenn
eth Williamson, fuglafrøð
inginum, ið skrivaði bók
ina Tha Atlantic Islands
um Føroyar.
Hon var hugnalig og góð
lærarinna, men hon kundu
eisini tendra, sum Petur
sjálvur eina ferð fekk at
kenna. Hann greiðir frá:
“Eg hevði eina ferð, so
ótrúligt tað ljóðar, gjørt
einum dreingi fortreð í
fríkorterinum, og hann sat
og smágræt, tá ið eg var
innaftur komin. Frú Mohr
spurdi, hvat ið bagdi. Og
genturnar, sum sótu hinu
megin borðið, vóru kvikar
at svara, at tað var Petur
Juvensen, føðinavnið hjá
Petur var Joensen, sum
hevði skuldina. Eg hoyrdi
frú Mohr reisa seg og
koma aftanfyri meg. Mær
dámdi illa, at síðufelagar
arnir fluttu seg eitt sindur
burtur frá mær, sum var eg
spidalskur. Meðan hon
skeldaði dúgliga, langaði
hon mær ein lúsing undir
høgra vanga, so undir
vinstra, høgra vinstra, eg
veit ikki hvussu ofta. At
kjálkarnir brendu er óneyð
ugt at siga, ikki minst tí eg
mátti líða hendan tort fyri
eygunum á øllum
skúlanum.
Ein av merkisdøgunum
var, tá ið hon gjørdi av, at
nú skuldu vit fara ein túr
til Velbastaðar, til gongu
sjálvandi. Eg minnist, at eg
til eina tílíka útferð fekk
loyvi til at keypa eina
fløsku av einum nýggjum
slag av sodavatni, sum
Ydun seldi, Tutti Frutti.
Hetta var av sonnum ein
merkisdagur.”
Tá ið hennara egnu børn
høvdu føðingardag, bjóð
aði hon altíð skúlanæming
um okkurt gott, og tað
dámdi teimum stak væl.
Skúlapeningurin var 4 kr
um mánaðin. Anna Sofía
hevði skúlan fram til 1943,
og hon doyði í 1952.
Keldur:
Petur Háberg: Hugbirtingar
Jens Marius Hentze:
Tórshavnar skúlasøga
Rætting:
Yngsti sonur Ludda í Dali
æt: Ludvig Eliesar, vanliga
kallaður Eliesar
Tríggjar døtur Ludda í Dali høvdu
privatskúla hvør eftir aðra
Í seinasta parti umrøddu vit Ludda í Dali og hansara ætt. Hesa ferð umrøða vit tríggjar døtur hansara, sum høvdu privatskúla
í Havn hvør eftir aðra. Ein teirra, Anna Sofía Mohr, er saman við manninum Jens Martin jarðað í gamla kirkjugarði í Havn
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
JENS MARTIN MOHR
F. 13. JUlI 1886
D. 28. DECEMBER 1918
ANNA SOFIE MOHR
F. 11. JANUAR 1878
D. 7. APRIL 1952
Jens Martin og Anna Sofía Mohr við tvíburunum Ebbu og Mourits. Tey fingu eisini Ludvig.
Øll fóru seinni av landinum. Myndirnar eru úr nýkomnu Kvørnini
Skúlin hjá frú Mohr um 1923
Hansina Rein lat skúlan til
systrina
Anna Trondina Joensen flutti
til Noregs
Komandi partur
Komandi partur verður
um Leiv Ejdesgaard.
Pápi hansara Niels var
ein stigtakari til at
stovna B36