Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-19, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. november 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 222 - 19. november 2009 29 lýsing Kundi tú hugsað tær at verið ein Powerprinsessa? Leygardagin Verður ein spennandi fyrilestur í Rex fyri allar kvinnur. Ert tú ein pen genta, sum kundi hugsað sær at verðir ein Powerprinsessa? So hevur tú møguleikan leygardagin! Lone Rasmussen, betri kend sum Lone Powerprinsessa kemur leygardagin, at læra føroyskar kvinnur at dansa ein erotiskan sensuellan dans, umframt at hon eisini fer at undirvísa í sokallaða ”Lap Dans”. Dansurin verur í Yndi Fitness leygardagin millum 15 og 17. Lone sigur: ” Vilt tú læra at røra teg uppá ein sensu­ ellan máta, og koma í samband við tín egna kropp? Tað er sera týðningarmikið at kvinnur kenna sín kropp og eru glaðar fyri hann, og tí er eisini týðningarmikið at vit tora at njóta okkum sjálvar og okkara kropp!” Seinni um kvøldið, frá kl 18.30 til 21 heldur Lone sín kenda fyrilestur ”Frá penari gentu til powerprinsessu”, og hesin fyrilestur verður hildin á Rex. Allar kvinnur í luttaka í fyrilestrinum fáa hvør sín lekra gávuposa frá Heilsu, og champagnu í pausuni. Dansiundirvísingin í Yndi kostar 250 kr, og fyrilesturin í Rex kostar 250 kr, MEN um tú ætlar tær til bæði, so kostar tað einans 400 kr! Eisini fáa allar sum luttaka hendan dagin ókeypis atgongumerki til dansin hjá Rex um kvøldið har Replica fara at spæla. So tak vinkonuna í undir armin og fái ein frálíkan leygardag, har tit fara frá at vera ”penar gentur til powerprinsessur!” Atgongumerki kunnu keypast á www.ebillett.fo Aldursmark 20 ár.. PowerPrinsessan