fríggjadagur 20. november 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 20. november 2009 – Nr. 223 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 27
Írland krevur umdyst
Írska fótbóltssambandið krevur umdyst millum Írland og
Frakland, eftir at Thierry tvær ferðir hevði hondina á
bóltinum, áðrenn hann spældi William Gallas frían til
málið, ið sendi Fraklands til HM-endaspælið. – Hetta
skaðar umdømi hjá fótbóltinum, og vit heita á FIFA um at
skipa fyri einum umdysti, sigur írska fótbóltssambandið.
Landsliðsvenjarin hjá Írlandi, Giovanni Trappatoni, heldur
tað vera skeivt, at spælast skal tvær ferðir eitt korter, tá tað
stendur á jøvnum í slíkum avgerandi dystum, tí tað verður
ov stórur fyrimunur fyri tað liðið, sum er á heimavølli.
Reint »fótbóltskríggj«
At fótbóltur kann vera annað enn bara eitt spæl, skilst á øllum
brøgdum, nú reint »fótbóltskríggj« er brostið á millum Egypta-
land og Algeria. Ófriðurin eftir teir báðar dystirnar millum londini
um eitt atgongumerki til HM í Suðurafrika, hevur Egyptaland
kallað sendiharra sín í Algeria heim. Egyptar leggja sum grund
tað, teir kalla algerisk álop á egyptarar og egyptisk áhugamál í
bæði Algeria og Sudan, har avgerandi dysturin var spældur
mikukvøldið. Egyptaland, sum tapti at enda, hevur nú tikið seg úr
norðurafrikanska fótbóltssamstarvinum.
Dysturin millum Neistan og
Kyndil í morgin kann geva
ábendingar um, um Kyndil
veruliga hevur meldað
seg uppi í oddastríðið, har
Neistin hevur gingið undan
higartil
Tað skerst ikki burtur, at óivað er
stórur áhugi fyri grannauppgerðini
í Atlantic Airways-kappingini
millum Neistan og Kyndil í morgin.
Neistin hevur verið á odda higartil,
men hevur nú fingið StÍF undir
liðina á sær, umframt at Kyndil
andar tey bæði í nakkan.
Strandingar skulu í sínum lagi
sunnudagin til Vestmannar at vitja
eitt VÍF-lið í kreppu, og í Hoyvíks-
høllini verður spurningurin svar-
aður sunnudagin, um KÍF vinnur
fyri triðju ferð, ella um H71 fram-
vegis skal hanga uppi í teimum
fremstu.
Kappingin sundur
Í oddastríðnum í Sunset-kappingini
sær Neistin ikki út til at megna at
fylgja við Tjaldri og Stjørnuni, og
dysturin í morgin, sum verður á
heimavølli ímóti Tjaldri, er ein hin
síðsti kjansurin at fáa gjørt nakað
við tað. Men alt bendir á, at kvinnu-
kappingin longu er togað sundur.
Stjørnan skal sunnudagin til Vágs
at spæla ímóti VB, sum hevur fingið
ringastu byrjanina í áravís og enn
einki stig hevur vunnið. Hinvegin er
dysturin í Vestmanna sunnudagin
millum VÍF og StÍF dysturin millum
tey bæði liðini, ið síggja út til at
vera niðara miðjan í vetur – og
møguliga tvey av trimum liðum,
sum skulu stríðast ímóti niður-
flyting.
Tað liðið, sum eftir viku
skiftið er á odda í Eikliguni
hjá kvinnum, hevur sam
stundis vunnið sær pláss í
steypafinaluni. Alt peikar á,
at SÍkvinnurnar fara við tí
Tá dystirnir í Eikliguni hjá kvinnum
um vikuskiftið eru farnir afturum,
hava øll liðini spælt eina ferð ímóti
hvørjum øðrum. Reglurnar siga, at
oddaliðið tá kemur beinleiðis í
steypafinaluna.
Sum tað sær út í løtuni, liggur SÍ
best fyri at vinna finaluplássið, tí
sunnudagin spæla sørvágskvinnur
ímóti KÍF, sum er avgjørda botnliðið
higartil.
KÍF spælir annars longu í kvøld á
útivølli ímóti Fleyr, sum sunnudagin
aftur hevur heimavøll ímóti Mjølnir.
Fjórði dysturin um vikuskiftið er í
Trongisvági millum TB og Drátt.
Mest áhugaverdi dysturin er
óivað tann millum Fleyr og Mjølnir,
tí hesi bæði liðini eru tey, ið royna
at fylgja við SÍ. Fleyr hevur spælt ein
dyst minni enn Mjølnir, so sunnu-
dagurin er avgerandi fyri, hvat
teirra situr á øðrum plássi.
Eingin tekur Mjølnir
Enn eru trý umfør eftir – dystirnir
um vikuskiftið íroknaðir – áðrenn
kappingin í Eikliguni hjá monnum
er komin so mikið langt, at nakað
lið vinnur seg beinleiðis í steypa-
finaluna.
Men áðrenn komið verður so
langt, eru altso fleiri sett og stig at
spæla um. Í morgin tekur oddaliðið
Mjølnir ímóti Fleyr, og tá fær ÍF
vitjan av SÍ.
Einki bendir á, at nakar tekur
Mjølnir, áðrenn steypafinaluplássið
skal avgerast, men Fleyr skal fáa
gongd á nú, skal liðið ikki detta
burtur ímillum. Somuleiðis krevur ÍF
at fáa síni fyrstu stig, og so er spurn -
ingurin, um SÍ ikki er ov sterk mót-
støða til, at tað skal henda longu nú.
hil
Hondbóltur
Sunset-kappingin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Tjaldur
7
7
-
0
-
0
227
161
66
14
2 Stjørnan
7
6
-
0
-
1
208
146
62
12
3 Neistin
7
4
-
0
-
3
176
163
13
8
4 StÍF
6
2
-
0
-
4
139
173
-34
4
5 VÍF
7
1
-
0
-
6
158
214
-56
2
6 VB
6
0
-
0
-
6
123
174
-51
0
Atlantic Airways-kappingin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Neistin
7
5
-
0
-
2
217
188
29
10
2 StÍF
7
5
-
0
-
2
198
188
10
10
3 Kyndil
7
4
-
0
-
3
188
188
0
8
4 H71
7
3
-
0
-
4
177
177
0
6
5 VÍF
7
2
-
0
-
5
194
197
-3
4
6 KÍF
7
2
-
0
-
5
163
199
-36
4
Svínakrím,
nei takk!
Flogbóltssambandið tekur nú síni
fyrivarni, so svínakrímssmittan ikki
skal breiða seg millum spælararnar,
venjarar og dómarar, ið ikki longur
mugu taka í hondina á hvørjum-
øðrum, tá teir heilsast undan og
eftir dyst.
Í skrivi til øll feløgini mælir
Flogbóltssambandið nú frá, at
spælarar, venjarar og dómarar taka í
hondina á hvørjum øðrum í
sambandi við dystir, sum annars
hevur verið vanligt. Hetta, fyri at
minkast skal um vandan fyri
svínakrími millum flogbóltsfólkini.
– Hetta verður steðgað beinan-
veg og verður ikki tikið upp aftur,
fyrr enn onnur boð verða givin,
sigur nevndin í Flogbóltssamband-
inum, ið heitir á øll umboðsfólk um
at kunna bæði spælarar, venjarar,
dómarar og øll onnur um hetta
stigið.
At mælt verður frá, at tikið verður
í hondina á hvørjumøðrum, merkir
tó ikki, at tað ikki er loyvt at heilsa,
men Flogbóltssambandið mælir til,
at í staðin verður eitt nú »nikkað,
vinkað ella tosað«.
hil
Spennandi grannauppgerð
Hondbóltur
Sunset-kappingin
21/11 13.30 Neistin-Tjaldur
22/11 14.30 VÍF-StÍF
22/11 15.00 VB-Stjørnan
Atlantic Airways-kappingin
21/11 15.00 Neistin-Kyndil
22/11 16.00 VÍF-StÍF
22/11 16.00 H71-KÍF
Flogbóltur
Eikligan, kvinnur
20/11 18.30 Fleyr-KÍF
22/11 14.00 TB-Dráttur
22/11 15.00 KÍF-SÍ
22/11 16.00 Fleyr-Mjølnir
Eikligan, menn
21/11 14.00 Mjølnir-Fleyr
22/11 14.00 ÍF-SÍ
Fótbóltur
U21: EM-undankapping
22/11 14.00 Andorra-Føroyar
Dystir um vikuskiftið
Finalupláss upp á spæl
Flogbóltur
Eik-ligan, kvinnur
vunnin
tapt
sett-
dystir
v
-
t
sett
sett
munur
stig
1 SÍ
5
5
- 0
15
0
15
10
2 Mjølnir
5
4
- 1
12
6
6
8
3 Fleyr
4
3
- 1
9
6
3
6
4 TB
5
2
- 3
9
9
0
4
5 Dráttur
5
2
- 3
9
9
0
4
6 ÍF
6
1
- 5
3
15
-12
2
7 KÍF
4
0
- 4
0
12
-12
0
Eik-ligan, menn
vunnin
tapt
sett-
dystir
v
-
t
sett
sett
munur
stig
1 Mjølnir
6
6
- 0
18
5
13
12
2 SÍ
6
4
- 2
14
10
4
8
3 Fleyr
6
2
- 4
13
12
1
4
4 ÍF
6
0
- 6
0
18
-18
0
Kvinnurnar hjá SÍ hava undan
dystunum um vikuskiftið longu
annað beinið í steypafinaluni
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Hans Áki Dal-Christiansen og
hinir í Kyndli hava havt gott tak
á síðstu dystirnar og bjóða nú
oddaliðunum av
Hilmar Jan Hansen/Einslistir