Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-20, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. november 2009síða 39

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 223 - 20. november 2009 39 heilsanir Hjartaliga tøkk til øll tykkum, ið gleddu, mintust og hjálpti okkum í samband við hjúnabandsdegi okkara tann 16. mai 2009. Eisini eina stóra tøkk til øll tykkum, ið komu á gátt til brúðarhús okkara. Fríðunn og Jari Mellemgaard Sigmund og Ingrid Hentze vilja nýta høvi at takka øllum tykkum, sum á einhvønn hátt gleddu okkum á okkara gullbrúdleypsdegi tann 26. september. Góða fitta systkinabarn Eg eri so góð við teg. Tillukku til tín, tillukku til tín mín góða Annastasi. Kærastu heilsanir Asbjørg Góða Anna Stasi Hjartaliga tillukku við føðingardegnum 23. nov. Eisini ein heilsan til tín góða Asbjørg. Heilsan omma og abbi Allar besti babba Hjartaliga tillukku við degnum 24. nov. Eg eri so góð við teg. Kærastu heilsanir Asbjørg Góði Høgni Hjartaliga tillukku við tí runda degnum 24. nov. Eisini ein heilsan til tín Asbjørg. Heilsan mamma og pápi Brúdleyp Leygardagin 21. nov. giftast Kristianna Eliasen, Leirvík, og Fríðrik Heinesen, Tórshavn. Vígslan verður í Ebenezer Tórshavn kl. 13. Drekka verður eftir vígsluna í Ebenezer, har øll eru vælkomin. Veitslan verður fyri innbodnum í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18. Fríggjadagin 4. des. kl. 10 giftast í Sørvágs kirkju, Tórgun Jørleifsdøttur úr Sørvági og Hans Petur Lamhauge av Skála. Dagurin verður hildin í missiónshúsinum Libanon í Sørvági frá 13-17 har øll eru hjartaliga vælkomin. Kl. 11 Lesibólkurin: Vit lesa: ”Endurminningar” Heðin Brú. Hittast 26. nov. Vit halda til á bókasavninum. Øll áhugaði eru hjartaliga vælkomin. Kl. 14-15 Boccia í kjallaranum, Alma Poulsen. Kl. 10-17 Jólasøla í kjallaranum. Fríggjadagur  Kl. 9-17 Bindiklubbur Kl. 10-13.30 Magerð, Bjørk Hendriksen. Nøkur pláss eru. Tilmelding: 316491. Kl. 10-17 Jólasøla í kjallaranum. Leygardagur Kl. 10-16 Jólatombola í kjallaranum. Drekka­munnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks. Øll eru hjartaliga vælkomin. Opið hús. Tað er altíð ein krókur í Tilhaldinum - um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin. Kunningarstovan í Tórshavn Sunnudagin verður gongu­ túrur frá Hotel Føroyum og eftir ríðugøtuni og niðan á Vesturvarða. Farið verður frá Hotel Føroyum kl. 10. Havið heit og góð gonguklæðir og ein heitan drekkamunn og matpakka við. Tilmelding á tlf. 302425 ella torsinfo@torshavn.fo Sunda pensionistafelag Jólaveitslan verður í Bygda­ húsinum í Hósvík 12. des. kl. 17. Seinasta freist at tekna seg er mánadagin 7. des. Á telefon 271073 ella 422152. Minnist til at hava jólapakka við. Bussur koyrir frá streyminum. Nevndin Tilhaldið Hugnin í Sandoy hevur opið mánadag og mikudag frá kl. 13 til 17. Báðar dagarnar er drekkamuður at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin. Mánadagin 23. nov. Vit ringla um pakkar. Øll hava 2 pakkar við. Mikudagin 25. nov. Myndaveving við Súsonnu í Jákupsstovu. Hósdagin 26. nov. mynda­veving við Súsonnu í Jákupsstovu. Pensionistafelagið í Havn Limirnir koma saman í Losjuni, Tinghúsvegur 18, mikukvøld kl. 19, tá ikki annað er lýst. Telefon: 22 27 33 E-mail: finnurj@post.olivant.fo Eldrafelagið Nón Opið hús mánadag til fríggjadag kl. 14.30-17.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Dagtilhaldið í Fuglafirði Vit eru flutt, og møtast nú í Lonini, mánadag, týsdag (ítriv v/Rigmor), og mikudag, kl. 15-18. Eisini verður teldulæra. Ring til Jóhan Hera, tlf. 737810. Øll eldri eru vælkomin. Dagtilhaldið í Nólsoy er opið mána- týs- og hósdag frá kl. 13 til 17. Dagtilhaldið Blákollan á Oyri Opið er týsdag og hósdag frá kl. 14-18. Øll eldri eru hjartaliga vælkomin. Dagtilhaldið í Vági Hvønn týsdag og tórsdag frá kl. 15 til 18. Øll vælkomin. Tilhaldið Sóljan Klaksvíksvegur 35 Klaksvík · tlf. 459091 Teldupostur: dagtilhaldid@post.olivant.fo Opið er: Mánadag til hósdag kl. 13.30 – 17.30 Hvønn dag er ein góður drekkamunnur at fáa, eins og bløðini eru til taks. Møguleiki er at gera ymiskt handarbeiði, spæla kort, bobb, telva o.m.a. Hvør dagur endar við andakt og sangi. Øll vælkomin. Eldrahugni á Tvøroyri Er á kafeteria í høllini í Trongisvági hvønn onsdag í líkaviku frá kl 15 til 18. Bilur fæst til staðið við at ringja 371069 eftir kl. 13. Vága Pensionistafelag Vit skipa fyri tiltøkum nakrar ferðir um árið. Kundi tú hugs­að tær at vita meira um fel­ag­ið ella at gerast limur, kanst tú venda tær til, for­ mann­in: Sofíu Haraldsen, tlf. 332741 ella ein av nevndar­ limunum. Vitjunarvinir Um tú vilt verða vitjunarvinur hjá Reyða Krossi ring ella skriva til okkum: Reyði Krossur Føroya Bryggjubakki 10 Postsmoga 1015 - 110 Tórshavn Tlf. 319630 Redcross@redcross.fo www.redcross.fo Fyriskiparir í Tórhavn: Eyrith 313784 - 513784 og Marin 314333 - 284333. Náttarravnarnir í Tórshavn Tín stuðul ger mun! Teknað teg sum náttarravn ella gang ein royndartúr. Ring tlf. 212498 Daisy, 274696 Barbara, 224048 Óluf