fríggjadagur 30. november 2001síða 18
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 232 - 30. november 2001
Nr. 232 - 30. november 2001
35
Sosialinum
tørvar blaðfólk
Sosialurin fer í næstum at víðka um
virkisøkið, har dentur verður lagdur
á at skriva tíðindi til internetið. Ein
alsamt vaksandi partur av
tíðindaflutninginum fer um internetið,
og fara vit nú at veita lesarum
okkara eina enn betri tænastu á
hesum øki við at dagføra tíðindini á
internetinum allan dagin.
Uttan dugnalig starvsfólk ber ikki til
at menna fyritøkuna, og tí hava vit
brúk fyri at økja um redaktiónina
sum skjótast, soleiðis at orka verður
til at taka sær av tíðindunum á
internetinum.
Vit bjóða tær eitt hendingarríkt og
fjølbroytt starv, har tú verður partur
av eini vælvirkandi og livandi
redaktión, og tú sleppur at royna teg
við alskyns uppgávum.
Umsøkjarar við viðkomandi
útbúgving ella journalistiskum
royndum hava fyrimun. Tað er ein
treyt, at tú dugir at orða teg lætt og
neyvt á føroyskum, og at tú fylgir væl
við í tí, sum hendir og rørist í
samfelagnum.
Sosialurin er eitt blað, har tað hendir
nakað. Vit eru alla tíðina úti um
okkum, og fimm ferðir um vikuna
koma vit á gøtuna.
Umsóknir við møguligum prógvum
og viðmælum skulu sendast okkum
innan leygardagin 1. desember
2001:
Sosialurin
Postsmoga 76
110 Tórshavn
Viðmerkjast skal »umsókn«
Hevur tú hug at frætta meira um
starvið, ert tú vælkomin at venda tær
til Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóra, á
telefon 211820 ella Eirik Lindenskov,
blaðstjóra, á telefon 216409
____________________________
Sosialurin er eitt livandi og spennandi
arbeiðspláss. Her starvast umleið 25 fólk.
Uppgávurnar eru bæði áhugaverdar og
fjølbroyttar. Blaðið kemur út fimm ferðir um vikuna.
MBF søkir
dagligan leiðara
Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum (MBF) søkir
dagligan leiðara at seta frá 1. jan. 2002 ella eftir
nærrri avtalu.
Vit bjóða:
• eitt fulltíðarstarv ella 3/4 tíð - um ynskist. Fyrsta
árið er royndarár.
• eitt áhugavert, mennandi og fjølbroytt arbeiði
við nógvum avbjóðingum, ið m. a. fevnir um
samskifti við limafeløgini, almennar myndug-
leikar og luttøku í norðurlendskum samstarvi,
•
løn sambært galdandi sáttmála við avvarðandi
yrkisfelag ella eftir nærri avtalu.
Vit vænta, at tú
• hevur áhuga og kunnleika fyri arbeiðinum
innan brekaðøkið
• hevur útbúgving sum sosialráðgevi ella líknandi
• hevur kunnleika til lógarverkið, ið er galdandi
fyri hetta økið.
• hevur góð samstarvsevnir
• hevur kunnleika til umsitingarligt arbeiði og
dugir at arbeiða sjálvstøðugt
• dugir væl at samskifta á føroyskum, donskum
og enskum og hevur góðan telduførleika.
MBF er meginfelag fyri 22 ymisk feløg. Starvs-
nevndin setir og loysir dagliga leiðaran úr starvið,
og leiðarin arbeiðir undir leiðslu nevndarinna.
Umsókn við relevantum skjølum verður at senda til
MBF, Íslandsvegur 10c, 100 Tórshavn, merkt
Umsókn, innan 17. des. 2001.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
MBF-skrivstovuna, tlf. 317373 ella á e-mail:
mbf@post.olivant.fo
Tiltøk í des. 2001
MÁLNINGAFRAMSÝNINGIN HJÁ INGE JENSEN,
NOREG, ER Í HÚSINUM ITL OG VIÐ 14: DESEMBER
2001
Leygardagur 01.
kl. 16.00
Íslendskur mentanardagur. Á skránni verður m.a.:
Tórshavnar Manskór syngur íslendsk løg, Helga
Hilmarsdóttir Gerðalíð spælir klassisk klaverstykkir,
Úlfur Hjørvar greiðir frá um fullveldistilgongdina í
Íslandi fyrst í nýtjanhundraðtalinum, umframt at
myndir og bøkur um hetta tíðarskeiðið verða sýndar
fram
Sunnudagur 02.
kl. 16-18.30
Almennur fyrilestur:Viðgerðarstovnurin Heilbrigdið 15
ár. Luttakarar úr Føroyum, Íslandi og Danmark luttaka.
Áftaná verður fundur
Fríggjadagur 07.
kl. 08.00
Føroya Tele skipar fyri starvsfólkadegi
Fríggjadagur 07.
kl. 20.00
Føroyskur barnadansur við Dansifelagnum í Havn
Leygardagur 08.
kl. 14.00
Framløga av bók,sum Hans Jacob Debes hevur skrivað
um Føroyar. Bókin er skrivað á donskum
Sunnudagur 09.
kl. 16.00
Konsert »Gloymska í Grape«. Unn paturson, sang,
Malan Eyðunsdóttir & Anna maria Petersen, kór, Rógvi
á Rógvi & Brandur Jacobsen, trummur/slagverk, Bjarki
Meitil, bass/slagverk, Herluf Lutzen, guitar & kór og
Finnur Hansen, keyboard & kór.
Unn Paturson og Ári Patursson hava skrivað orðini.
Unn Paturson og Rógvi á Rógvi hava skrivað tónleikin.
Hósdagur 13.
kl. 19.00
Luciudagur
Hósdagur 13.
kl. 20.00
Konsert við Eivør Pálsdóttir í Gøtu Kirkju
Fríggjadagur 28.
kl. 10.00
Skipara- og Navigatørfelagið heldur fund
Fríggjadagur 28.
kl. 10.00
Føroyskir Fiskimenn uttanlands halda fund
Norðurlandahúsið er stongt frá leygardegnum 15.
desember til og við nýggjársdag 1. januar 2002, tó
undantikið fríggjadagin 28. desember, tá húsið er
opið kl. 10.00-18.00
Broytingar í skránni kunnu koma fyri.
Høvi er at keypa te, kaffi, sodavatn, øl, breyð,
køkur o.a. í kaffistovuni.
Húsið er opið gerandisdagar kl. 10.00 -18.00
og sunnudagar kl. 14.00-18.00.
Kaffistovan er opin, tá ið húsið er opið.
NORÐURLANDAHÚSIÐ Í FØROYUM
Telefon nr. 317900.Telefax nr. 319790
e-mail:nlh@nlh.fo · http://www.nlh.fo
Tekstvarp í SvF frá síðu 650
Leiðandi starv
Í samband við víðkan og nýmótansgerð av
goymslu okkara søkja vit eftir fólki til at leiða mót-
tøku av vøru, logistering av goymslu, ordraav-
legging og at røkja lagurstýringsskipanina.
Viðkomandi skal hava royndir innan arbeiðs-
leiðslu, hava kunnleika til EDV, vera samstarvsfús-
ur og málsøkin. Arbeiðstíðin kann vera skiftandi.
Løn sambært avtalu.
Skrivlig umsókn verður at senda til P/F Poul
Michelsen, Postbox 200, FO 110 Tórshavn.
Upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda
sær til okkara og tosa við Christian Danielsen,
fíggjarleiðara, á tlf. 314650.
P/F Poul Michelsen
Nýggjar
TANNPROTESUR
Broytingar og umvælingar av gomlum protesum
Kliniskur tannteknikari
BERGUR
Á REYNATRØÐ
Børkuvegur, 620 Runavík
Tlf. 448480
Opið er mánadag-fríggjadag frá kl. 9-16
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
-har
tað hendir
ROTTANGAR
Smyrilsvegur 8 - tlf. 312000
Sosialurin 311820
Vit hava
alt tilfar
til kloak
Fráboðan um
umhvørvisgóðkenning
Við hesum verður gjørt kunnugt, at Heilsufrøðiliga
starvsstovan tann 22. november 2001, við heimild í
grein 26 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988
um umhvørvisvernd og grein 1,stk.4 í kunngerð nr.
54 frá 3. mai 1994, hevur góðkent:
Kassavirkið hjá Sp/f Coma-Pack
í Froðba
Góðkenningin liggur alment frammi á Heilsu-
frøðiligu starvsstovuni. Avgerðin kann kærast til
Føroya landsstýri. Møgulig kæra skal sendast
Heilsufrøðiligu starvsstovuni,Falkavegur 6,2 hædd,
FO-100 Tórshavn, í seinasta lagi fýria vikur frá dags
dato.
Góðkenningin kann somuleiðis síggjast á heima-
síðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, www.hfs.fo
Heilsufrøðiliga starvsstovan
Til el-innleggjaravirki okkara á Eiði søkja vit eftir
elektrikara at byrja skjótast gjørligt.
Tú skal saman við starvsfeløgum arbeiða við bæði
størri og smærri projektum, sum fevna um vanligar
og serligar el-innleggingar. Løn sambært avtalu.
Meira fæst at vita við at venda sær til Petur F.
Joensen fart. 210388.
Elektrikari
PFJ-EL
FO-470 Eiði tlf. 423388
Internet
Lýsið
við
brúktum
bilum
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
C
M
Y
K
35
34