Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. november 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 223 · 20. november 2009 18 VIKUSKIFTI tatoVerIngarnar haVa onga djúpa meInIng Fakta Maibritt Johansen Aldur: 21 ár Bústaður: Havn Tatoveringar: Níggju Fyrsta tatovering tá eg var: 17 ár kropsprýði Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Sjálv vil Maibritt vera við, at tato­ ver ingarnar ikki hava nakra djúpa meining, men hóast hetta, so er ein forkláring ella ein søga aftanfyri tær allar. Eiturkoppurin á fótinum, ið var fyrsta tatoveringin hon fekk sær, er har, tí Maibritt er so bangin fyri eitur koppum og vil tí hava teir nær við. Á fingrunum hevur hon skrivað »Tung málm«, og á legginum er fyri myndin Pippi Smokkuleggur. ­ Pippi er tann coolasta gentan í verðini. Hon lurtar ikki eftir nøkr­ um, og livur so sum hon vil, sigur Maibritt. Setningin »Mother is God in the eyes of a child« hevur hon tatoverað á bringuna og er hann til mammu henn ara, »sum eg eri so ræðuliga góð við«. Maibritt hevur búð størsta partin av lívi sínum í Keypmannahavn, men er nú flutt heim at ganga á Lærara skúlanum og lesa til námsfrøðing. Tatoveringarnar eru í flestu før­ um gjørdar í Keypmannahavn av sama tatovøri. Nakrar av teimum hevur ein veninda hjá Maibritt teknað. ­ Tær eru ein partur av mær. Eg kann ongantíð fara og angra, at eg havi fingið mær nakað, sum ger meg so glað an, sigur hon Ætlanin er at fáa sær fleiri tatoveringar fram yvir. ­ Eg kenni ong an, sum bara hev ur eina tato ver­ ing. Fær man sær eina, vil man hava fleiri. Nær ætlar tú tær so at gevast við tatoveringum? ­ Tá eg vakni og haldi, at nú er nokk. EIn EITurKoppur, pIppI SmoKKulEggur og SETnIngurIn »moThEr IS god In ThE EyES oF a chIld«, prýða mIllum annað KroppIn hjá Maibritt Johansen. hon byrjaðI aT TaTovEra SEg, Tá hon var 17 ára gomul, og nú Sum 21 ára gomul Er hon KomIn upp á níggju tatoveringar. myNd: jens kristian vang