fríggjadagur 20. november 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 223 · 20. november 2009
19
VIKUSKIFTI
Størsta stavivilla
SMS hevur javnan stór og flott skelti hangandi, og nýggja
skeltið – ella dúkurin – hjá Expert er einki undantak.
Har verður lýst við, at Expert hevur »FØROYA STÓRSTA
UNDIRHALDS ÚRVAL«. Boðskapurin er greiður, men »stórsta«
má vera ein tann størsta stavivillan, sum er prentað.
Tað er yvirhøvur einki at fagna
og enn minni at rópa trífalt hurrá
og domino fyri, at Múrurin, ikki
okkara egna grótrúgva, men
undr an arverda leingjan í Berlin,
fall fyri 20 árum síðani.
Tvørturímóti var tað ein
van lukka bæði fyri okkum her
vestanfyri og fyri tey har eystan
fyri, men mest fyri okkum tó.
Síðani Múrurin hvarv betong
bita fyri betongbita sum tinganest
hjá vesturlendskum múrturistum,
hava eirindarleys brotsmannalið
úr Eysturevropa rent Norðurlond
og onnur lond í Vesturevropa
um koll. Takk fyri frælsið. Og so
trífalt hurrá og domino fyri tí.
Bróta inn hjá pensjonistum,
nú eisini á alljósum degi, buka
teir av, drepa summar og stjala
alt, sum tey eiga. Trífalt hurrá og
domino fyri tí.
Ræna góðvarnar turistar á
gongugøtum við pseudogandi.
Jú, men, trífalt hurrá og domino
fyri tí.
Arbeiða svart fyri undirløn.
Smugla og selja rúsevni og blað
ungar moyggjar. Tvær ferðir trí
falt hurrá og tvær ferðir domino
fyri nývunna frælsinum.
Ein skilamaður, eg kenni
í Finnlandi, segði fyri mær í
summ ar, at í Helsingfors eiga
est lend ingar ein triðing av krimi
nalitetinum, russarar ein triðing,
finnlendingar sjálvir klára illa at
fylgja við, men eiga so ein trið
ing. Í Finnlandi rópa tey sjálvandi
trí falt hurrá og domino fyri tí.
Dominoávirkanin fór gjøgnum
allan undirheimin.
Jú, sanniliga fingu tey frælsi
í Eysturevropa. Frælsi til at fara
ránsferðir í Vesturevropa. Trífalt
hurrá og domino fyri tí.
Men vanliga fólkið, hampa
fólk ið, í Eysturevropa fekk tað
ikki betri, tá Múrurin fall.
Eg ferðaðist nakað í teimum
eystruevropisku londunum hinu
megin jarntjaldið, sum ikki var
úr jarni, men góðum og sterkum
betongi við nógvum jarni í
gam aní. Einki krotusmíð, einki
byggi fusk.
Í Póllandi til dømis sást tú
bilar úr Ungarn, Russlandi, ja,
eisini Trabantar úr DDR.
Føroyingar hava kunnað
ferðast frítt eftir annan heims
bardaga. Hvagar ferðast før oy
ingar? Til Danmarkar. Eystur
týskarar kundu eisini ferðast til
Russlands fyri 9.november 1989.
Hvør er munurin?
Tað var líka átroðkandi hjá
Vesturheiminum sum hjá teimum
kúgaðu hinumegin at fáa Múrin
niður. Vestanfyri var og er ein
brenn andi trá at læra onnur
demo krati. Nú á døgum við byrs
um, neyðtøkum og bumbum.
Eystanfyri vildu tey bara hava
frælsi, frælsi til at keypa ameri
kanskar kovboybuksur. Wrangler
frælsi. Tað fingu tey so og mafiu
í staðin fyri kommunismu. Trífalt
hurrá og domino fyri tí. Men
Putin er eitt størri reyvarhol enn
Bresjnev var.
Í Lettlandi hava tey nú demo
krati og frælsi, men tey hava ikki
skúlar. Tey hava ikki ráð. Tað
høvdu tey. Latið okkum aftur
rópa hurrá, trífalt eisini hesaferð,
og fimm ferðir domino.
Umsorganin hjá Vesturheim
in um fyri kúgaðu fólkunum
í Eystur evropa var fyrst og
fremst egoistisk. Tí tá Múrurin
lá, rungaða trífaldu hurráini
líka hart vestanfyri. Forsetar og
for sætisráðharrar og kanslarar
og aðrir pingar duttu hvør um
ann an í orgasmu. Og so aftur nú,
20 ár seinni. Tori ikki at hugsa
um, hvussu verður um fimm
ár. Tá fara tey at rópa tríggjar
ferð ir trífalt hurrá og domino.
Tá vera kriminalitetur, mutur og
korrupsjón fimm ár størri.
Vesturevropa og USA sleptu
Eysturevropa upp á fjall. Gamaní,
Norðurlondini høvdu kvøldskúlar
í fólkaræði í Baltalondunum.
Hvør skal siga, nú skal stóribeiggi
læra tykkum demokrati. Til onk
ur rópti klimaforandringer! So
læt eisini tann skúlin aftur.
Nei, múrar eru bygdir til at
standa. Skulu teir fellast, eigur
tað at gerast við skili, ikki sum í
Jeriko ella Berlin.
Wranglerfrælsi
UmaftUrafturum
HØgNI DjURHUUS
Steðga!
Johan Dahl grevur landsveg av
Sosialurin
Hvat?
Kirkjuráðini mannað í fimm støðum
ÚF
Sjálvandi vinnur tann
við bestu tíðini
Hann hevði næstbestu tíðina
av teimum sum kappaðust, og
tað var júst maðurin við bestu
tíðini, ið vann gull. Frederico
Colbertaldo úr Italia.
ÚF
Eitt er promillukoyring,
annað er...
Bót fyri medisinkoyring
Sosialurin
Er tað ikki eitt flogfelag?
Cimber Sterling í tungum
fíggjarligum sjógvi
Dimma
Nei, hvør vil tað?
Aksel V. Johannesen vil ikki
verða tikin við buksunum
niðri einaferð afturat.
Olivant
Hvør mundi verða
løgmaður í 1809?
Landsstýrið gjørdi ikki sína
skyldu í málinum um Napoleon
ÚF
ranga
í
strúpan
Grønari hjá grannanum
Tað er tiltikið, at grasið er grønari hjá grannanum, og í hesum føri er mangt, sum talar
fyri tí. Hesin seyðurin ger sær stóran ómak við at eta alt grasið, sum hann røkkur eftir
ígjøgnum hegnið. Sum myndin vísur, so er ivaleyst av grasi røttumegin hegnið, men tað
er ikki so, tá ið grasið bara er grønari – ella smakkar betri – hinumegin hegnið.
Frá gerandismáli
til grótføroyskt
Banginbuks = Óttafulla brók
Slatritaska = Sleygiskjátta
Duppultspión =
tvífaldur njósnari
Boxershorts =
Nevaleikara skammbrøkur
miniskirts = Pinkulingaskjúrt
Global Battle of the
Bands = alheims orrustan
hjá Ljómliðunum
Súrar minur = Glepsandi
spreingiknøttar
Kraftidiot =
máttmikil býttlingur
rulluportur = Skvatlugrind
telefonboks =
fjarrøðilssmoga
myNDir: áLVUR HARALDSEN
Posta fær nú
»Sosial«-hjálp