Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-20, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. november 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 223 · 20. november 2009 21 VIKUSKIFTI Baksíðan á ChrIstIanIa Ein kaldan og friðarliga sunnudag hErfyri spákaðu vit á sosialinum okkum Ein túr í hEystskrídda býlinginum Christiania í kEypamannahavn. krEativu sálirnar í frístaðnum vísa okkum, at bústaðarumhvørvi kann vEra annað Enn trimmaðir runnar, nýmálaðir carports og polEraðir brotaflisar. Christiania rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Vanliga vísa miðlarnir einvísu myndina av 38 ára gamla býlinginum við hashi, løgreglu, rockarum og harðskapi. Men, myndin hevur eisini eina aðra síðu, tí Christiania er eisini eitt vakurt og friðarligt stað við hugnaligum húsum og vakrari náttúru, har tað búgva eini 1000 fólk í øllum aldursbólkum – og har er alt frá bumsum til akademikarar. Tá vit koma heilt inn í Christiania, har fólkini búgva, er umhvørvið fremm­ ant og ævintýrakent, sum at vera lend onkrastaðni millum anarki og kærleika – rustiskt, rustreytt og rokaligt. Her eru eldri umvæld hús, arki­ tek toniskar perlur og fleiri sonn Fedt mulehús. Allastaðni er prýtt við urtapottum, plantum, standmyndum og listarverkum. Nógv byggirok, súkklur og spælandi børn. Longri úti móti veru­ leikanum eru handlar, verkstøð, caféir og framúr góðar matstovur. Og heilt úti við inngongina finna vit meira rokaliga og ótrygga umhvørvið við løgnum typ­ um, stórum hundum og sølu av bæði einum og øðrum. Livandi utopia Christiania, sum eisini verður rópt Fristaden Christiania ella Staden, er eitt stórt øki við Volden í býarpartinum Christianshavn í Keypmannahavn. Økið verður stýrt sum eitt sjálv stýr­ andi kollektiv, har hægsti myndug­ leiki er felagsfundurin. Í dag er hes in serstaki býlingurin næststørsta ferða­ manna málið í Keypmannahavn, og vanligir borgarar brúka eisini staðin til útferðarmál og gongutúrar við børnum og hundum. Tað var í 1971, at ein bólkur av íbúgv um á Christianshavn, og seinni eis ini flipparum og øðrum ungdómum á vinstravonginum, hertóku gamla herð naðarøkið, sum hevði staðið av­ byrgt í fleiri áratíggju. Hesi skjótt 40 árini hava íbúgvarnir bygt upp eitt lítið bilfrítt samfelag við egnum gjaldoyra, fyritøkum, bústøðum, barnahúsum, rusk skipan, handlum, matstovum, ment anar tilboðum, verkstøðum og øðr­ um, sum hoyrir til eitt samfelag. Myturnar eru mangar um Christ­ iania. Til dømis at tey onki rinda fyri el og vatn. Nógvar av hesum mytum verða gjørdar til skammar inni á heimasíðuni hjá staðnum www.christiania.org. Í endamálinum fyri Christiania, sum varð felt niður á pappír hin 13. nov ember 1971, og sum framvegis er gald andi, stendur, at: endmálið er at byggja upp eitt sjálvstýrandi samfelag, har hin einstaki kann liva í frælsi, men við ábyrgd fyri felaggskapinum. Sam fel agið skal búskaparliga hvíla í sær sjálvum, og við felags lógvatakið skulu íbúgvarnir til eina og hvørja tíð prógva, at fysisk og psykisk dálking er óneyðug. Síðan eri aðrar reglur skoyttar uppí, eitt nú forboð móti hørðum rúsevnum, ryggmerkjum, vápnum, harðskapi um­ framt keyp og sølu av bygningum og bústøðum. Liggur á deyðastrá Sum sagt kenna vit kanska best Christ­ iania frá fríu hashsøluni, sum hevur eyðkent staðin líka frá byrjan. Men síðan 2004 hevur fría sølan verið avmarkað, bæði vegna trýst frá íbúgvunum og frá løgregluni. Samskiftið og samstarvið við myndugleikarnar er sera spent í løt uni og danska stjørnin roynir av øll um alvi at fáa frístaðin burtur, so økið kann virka undir vanligum borg­ ar ligum treytum, eins og restin av sam­ felagnum. Enn hevur tað ikki eydnast, einamest tí stuðulin til staðin er so stórur millum vanlig fólk í Keypmannahavn. Men mangt bendir á, at dagarnir hjá Christiania eru taldir. Ofta er baksíðan á Christiania á for síð uni. Men hin baksíðan, sum mynd irnar her vísa, hevði kanska betri uppiborið at koma á forsíðuna. Ein løgin snigil stingur høvdið út: »Er det en af jer, der skal være min kone?« spyrð hann og flennur. Legg merki til skeltini á húsinum og á bønum Onkur er farin undir at gera mosaikborð – sá ikki so ringt út Sjarmerandi plantu- setingar eru allastaðni mynDir: rigmor dam