fríggjadagur 20. november 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 223 · 20. november 2009
23
VIKUSKIFTI
Ummæli
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Innihaldið er ikki heilt ókent. Ein gomul
frímúraralosja hevur ein loynidóm,
sum í øldir hevur verið krógvaður fyri
almenninginum. Robert Langdon varð
um morgunin kontakaður av einum
gomlum vinmanni, sum biður hann
halda ein fyrilestur um hansara serøki,
ikonografi, men tað vísir seg skjótt, at
talan nú ikki var um nakran vanligan
fyrilestur. Tá Langdon kemur á staðið,
har fyrilesturin skal haldast, eru eingir
áhoyrarar, og ístaðin verður alt avbrotið
av gráti, tá eitt barn brádliga kemur
fram á eina hond, sum onkursvegna
er sett á gólvið.
Hondin er ikki bara ein vanlig
hond. Talan er avskornu hondina hjá
vinmanninum hjá Langdon, og hon er
sett soleiðis, at fingrarnir geva tekin um
eina innbjóðing. Ein innbjóðing, sum
eisini verður undirstrikað við teimum
fimm tattoveringunum, sum eru á
fingraspíssunum.
Legg hartil ein drápsmann, sum
í fysikki ikki stendur petti aftan fyri
teir, sum gjørdu um seg í Angels and
Deamons og DaVinci Code. Eina kvinnu,
sum alt fyri eitt kemur upp í leikin
og uppíblandan av ovastu leiðsluni í
OS, sum er eftirlitsmyndugleiki hjá
amerikonsku fregnartænstuni.
Flýggjandi undan drápsmanni
og myndugleikum royna Langdon
og Katherine Solomon at loysa gát
ur nar, sum leiða tey alt nærri sann
leik anum, sum eisini hesa ferð hevur
átrún aðar ligan karakter. Alt í einum
komprimeraðum drama, sum endar
sama kvøld, sum tað byrjaði.
Kenna Brown aftur
Jú. Dan Brown er tann sami, sum hann
plagar at vera. Í øllum førum á sera
nógvum økjum.
Eins og við teimum báuðm undan
farnu um Langdon, og fyri tað eisini
Digital Fortress og Deception Point,
so er talan um spennandi krimilesna,
sum fangar lesaran, og sum við jøvnum
millumbilum snarar søgugongdina á
púra óvæntaða leið.
Og við nýggja bølmenninum, sum
í bókini ber heitið, Mal’akh, flytur
Brown seg eisini enn meira móti thrill
arasjangruni. Mal’akh er somikið
sinnis júkur, at tankarnir til tíðir leita
móti Reyða Drekanum hjá Thomas
Harris. Einasti munurin er, at umframt
sjónligu sinnissjúkur er talan eisini
um ein ræðandi intelligentan mann,
sum samstundis tykist hava mest sum
óavmarkað tilfeingi. Tilfeingi, sum
hann nú nýtir í royndunum at avdúka
tað, sum ongan tíð má avdúkast fyri
mannaættini. Og til at gera hetta hev
ur hann vovið eitt óhugnaligt net, har
frímúrarar, CIA og myndugleikar ann
ars fáast at dansa eftir hansara pípu.
Hóast óhungin soleiðis er øktur, er
spenningurin samstundis eitt vet lægri.
Talan er framvegis um sera spennandi
lesna. Men bókin fangar ikki á sama
hátt lesaran í eini andaleysari støðu
av turbolesnaði, sum stendur við, til
seinasta síðan í bókini er farin aftur um
bak. Og bókin skakar ikki á sama hátt
fatanina hjá lesaranum.
Onkursvegna er Brown vorðin eitt
sindur forútsigiligur hjá Brownfjepp
arum, men alt annað vildi kanska eisini
verið løgið, tá talan er um rithøvund,
sum fyri fimtu ferð á rað nýtir somu
hornasteinar í spenningslesnaði sín
um.
Sætta stjørnan kemur ikki upp á tal.
Men the Lost Symbol er framvegis ein
krimi, sum liggur væl oman fyri miðal.
Men so ella so tykist tað hava havt
størri týdning at ansa tíðarfreistini,
sum Brown og útgevararnir høvdu
sett, heldur enn at geva høvundanum
andarúm til seinastu fínpussanina.
Togar minni í sannleikan
The LosT syMboL – Det forsvunDne tegn – er sjálvanDi
upplagDa jólagávan hjá krimi-fjepparum. paralellirnir
til metseljaran, DaVinci coDe, eru nógvir, men so ella
so rakar bókin kortini ikki heilt á nervan, sum helDur
lesaranum á pínubeinkinum frá fyrstu til seinastu síðu
Eingin ivi er um, at the Lost Symbol eisini verður
at síggja á hvíta løriftinum. Helst við Tom Hanks
í høvuðsleiklutinum sum Robert Langdon