Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-20, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. november 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 223 · 20. november 2009 24 VIKUSKIFTI Sonurin brúkar porno Hey Rigmor Eg havi funnið útav, at 17 ára gamli sonurin hyggur eftir porno. Eg veit væl, at hann er ein ungur maður, men eg haldi ikki, at tað er rætt, at hann brúkar porno. Hvat heldur tú, at eg skal gera? Blíðar heilsanir Mamman Góða Mamman Fólk hava rætt til at hava sítt privatlív í frið. Bæði børn og ung og gift og ógift. Tey allar flestu hava eitt privat kynslív, sum ongin annar er, ella skal vera, partur av. Og slett ikki mammur! Tú heldur kanska, at porno er ómoralskt, skaðiligt ella kvinnukúgandi. Tað ert tú ikki einsamøll um. Men so er tað gott, at tú ikki skalt njóta tað. Tí tú kanst ikki nokta øðrum nakað, bara tí tú sjálv skýggjar tað. Men tú kanst frábiða tær at skula síggja upp á tað sjálv. Og tú kanst krevja, at hann goymir tað av vegnum, so leingi hann býr heima. Og tú kanst sjálvandi eisini greiða frá, hví tú hevur nakað ímóti porno sum so. Eisini er tað umráðandi at práta við tey ungu um, hvat slag av sex porno er. Hetta er eisini eitt, sum skúlin eigur at taka upp í sambandi við frálæruna um nøring, sum tað so gelt eitur. Tí eitt kunnu vit skjótt blíva samd um: porno hevur onki við veruliga samveru ella kærleika millum vanlig fólk at gera. Og tað skulu tey ungu vita! Men sum mamma hevur tú als ikki rætt til at blanda teg upp í persónliga kynslívið hjá soninum. Tað hevði verið at farið langt út um persónlig mørk, nú sonurin skjótt er ein vaksin maður. v. rigmor ______________________________________________ Hon luktar av sveitta Góða Rigmor Eg havi ein starvsfelaga, sum luktar illa av sveitta. Stjórin á arbeiðsplássinum hevur spurt, um eg hevði kunna nevnt tað fyri henni, eftirsum við báðar eru so væl. Eg haldi, at tað er hansara ábyrgd at siga tað. Tað eru fleiri, sum hava tosað við hann um trupulleikan við sveittaluktinum. Eg tori simpulten ikki at siga tað, tí eg eri bangin fyri, at hon blívur ill ella særd. Hvat heldur tú, at eg skal gera? Heilsan starvsfelagin Góði starvsfelagin Sjálvandi skalt tú ikki siga tað, um tú ikki torir. Tað er ikki tín uppgáva. Sjálv hevði eg ikki hildið meg aftur, og tað hevði verið av umsorgan fyri starvsfelaganum, sum eg var góð við. Men har eru vit so ymisk. Næstan øll lukta av sveitta viðhvørt. Men í dag verður sveittaroykur ikki góðtikin, um hann er til ampa fyri onnur yvir longri tíðarskeið. Tað er neyðugt, at tú skundar undir stjóran, tí ongin hevur uppiborið at vera negativt samrøðuevni millum hini. Starvsfelagin veit tað helst ikki sjálv, og fær hon boðini á ein hampiligan hátt, verður hon takksom aftaná. So stjórin skal traðka í karaktér og rópa starvsfelagan inn til samrøðu, har hann avgjørt, men varliga, heitir á hana um at vaska sær betri og at skita klæðir oftari. Stjórin fær nógv meiri í løn enn tú. Tað kemst millum annað av, at hann hevur størri ábyrgd, og eisini ofta keðilig mál at dragast við, eitt nú trupul starvsfólkamál. Go for it! v. rigmor ______________________________________________ Vil hava mammu í frið Góða Rigmor Eg havi í tvey ár verið í einum parlagi, sum við tíðini bara gerst betri. Bæði kvinnan, eg eri saman við, og eg sjálvur, eru sannførd um, at vit vilja vera saman. Men tað er ein spurningur, sum hon ikki skilir, at eg ikki eri nøgdur við. Næstan hvørja nátt vakni eg, tí at sonur hennara, sum er 8 ár, kemur inn í kamarið, tí hann vil í okkara song. Mamman biður hann fara inn aftur til sín sjálvs, og tað endar ofta við, at hon fer við honum, fyri friðs skyld, sum hon sjálv sigur. Daman hevur lyndi til at kveistra mínar frustrasjónir til viks og siga, at tað gongur yvir av sær sjálvum. Men eg haldi, at okkurt má kunna gerast fyri at venja drongin av við at vakna hvørja nátt. Hvat heldur tú Rigmor? v. Fosturpápin Góði fosturpápi Eg ímyndi mær, at mamman og drongurin hava verið einsamøll, líka til tú komst upp í songina hjá henni. Hetta er sjálvandi ein stór kollvelting í lívinum hjá dronginum, sum kanska er vanur at liggja har. So kensluliga skilir hann ikki, hví mamman velur teg fram um hann. Og hon liggur har ímillum tveir hanar, sum báðir vilja balla seg hjá henni. Eg skilji væl, at drongurin ikki vil liggja einsamallur inni í einum myrkum kamari, meðan tit bæði hava hvønn annan at balla tykkum hjá. Hann vil eisini! Nú mamman hevur funnið sær ein nýggjan sovikammirát, er hann í einari serligari kensluligari støðu, sum kanska eisini er atvoldin til, at hann vaknar um náttina. Tí haldi eg, at tit noyðast at skilja hansara trongstøðu, og geva honum serliga nógvan tryggleika og kærleika. Tit kunnu illa venja hann av við at vakna um náttina, og eg eri samd við mammuni um, at tað gongur helst yvir av sær sjálvum. Harvið ikki sagt, at hann skal skora seg niður millum tykkum bæði, tí tá fer svøvnurin lættliga í hundarnar. Og tað ljóðar avgjørt ikki gott, at mamman leggur seg inn til sonin. Tit bæði eru par, og tí skulu tit sjálvandi liggja saman. Kanska hevði tað verið ein loysn í eina tíð, at tit løgdu eina madrass á gólvið í tykkara kamari, har hann kann balla seg, tá hann vaknar um náttina. So nýtist mamman ikki at fara frá tær og inn til hansara, og hann liggur heldur ikki púra einsamallur. Og tit kunnu fegnast um, at tit hava frið ta løtuna, tit fara í song – saman. Góða eydnu við øllum. v. rigmor Tríbarnamamma, kona, lærari, journalistur og redaktørur á lívsstílsblaðnum Rákið svarar spurningum til brævkassan SpyrSt So livSt Redaktiónin loyvir sær at velja og vraka millum innsendu spurningarnar Hevur tú brúk fyri einum góðum ráði, so send spurningin til: Sosialurin SpyrSt So livSt postboks 76 Fo-100 tórshavn ella teldupost til rigmor@sosialurin.fo RigmoR Dam Ein vandrianekdota í umsetaracirklum er tann um dramavinin, sum skuldi umseta ein sjónleik úr donskum í føroyskt: Hann umsetti ‘havesyge’ til ‘urtagarðssótt’. Sama ger, um verulig grund er undir hesari søguni. Nógvar aðrar frásagnir eru um, hvussu trekt og torført tað mangan gongur at flyta tankar yvir í føroyskt. Nú ein dagin kom ein tingmaður við tí pástandi, at tann, sum »hevði brotið seg«, skuldi straffast. Tað hoyrdist á málinum hjá honum, at hann ætlaði at siga »forbrotið seg«, men so steig tann innari censorurin á slanguna, og bara helvtin av orðinum kom út. Og í Sosialinum um dagarnar bleiv sagt um onkran faðirloysing, at hann bara tólv ára gamal var blivin »húsmaður«. Meiningin hevur nokk verið forsyrgjari. Veit nakar, hvat ein húsmaður er? Helst ikki. Hóast tað stendur í orðabókini (FO), men tað ger forsyrgjari ikki. Tað kemur fyri, at vit hoyra um undarligar ella vánaligar umsetingar. Ein umsetari hevði umsett fyri eitt firma í USA. Hann umsetti ‘logical monitor’ til ‘logiskur vísari’. Hetta bleiv av einum »málkønum« rættað til »skilvísur vísi«. Í einum øðrum teksti bleiv ‘medarbeiðarar’ strikað og erstattað við ‘starvsfólk’. Men her er okkurt rúkandi galið: skulu øll orð, sum beginna við med- vera óføroysk? Skulu vit so eingi medmenniskjur hava longur, og skulu hesir medskapningar ikki sleppa at hava sína serligu medferð? Paris verður »rættað« til París, og Rom, tann ævigi staður, verður nú av útvarpinum eyknevndur Róm [røvm], tí tey halda tann íslendska stavimátan vera »føroyskari« enn tann normala. Forstandi tað hvør, ið kann. Hví skulu tey, sum hava eitt ónatúrligt forhold til málið, hava rættin til at hava málið? (MT) Havisjúka verða komm føroysk ð punktum Málstrikan MÁLFELAGIÐ ð