mánadagur 23. november 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 224 - 23. november 2009
- Okkara støða er
greið. Vit hava søkt
um loyvi at bryggja
sterkt øl í minst 20 ár,
men tað er neyðugt,
at vit sjálvi eisini
sleppa at selja ølið, tí
annars druknar tað
bara í floyminum av
innfluttum øli, sigur
Einar Waag, stjóri á
Føroya Bjór
STERKT ØL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í
viðmerkingunum
til
uppskotið um loyvi at
bryggja sterkt í Føroyum,
verður nomið við brygging
sum vinnu, og víst verður á,
at tað nú bert er eitt
bryggjarí eftir í Føroyum.
»Við undantaki av eins
tøkum londum, sum hava
fullkomið bann fyri rús
drekkaframleiðslu og sølu,
er loyvt í allar flestu londum
kring heimin at bryggja øl,
vín og brennivín. Forboðið
at fara uppum 5,8% er
serføroyskt, og sera ilt er at
skilja hvørjum endamáli
markið tænir«, verður sagt í
viðmerkingunum.
Einar Waag, stjóri á
Føroya Bjór, leingist eftir tí
degi, tá markið á 5,8%
verður tikið av.
Heilt frá tí at Ivan
Johannesen var vinnumála
ráðharri, hava vit søkt um
loyvi at bryggja sterkt øl í
Føroyum, og allir vinnu
málaráðharrarnir
síðani
hava fingið somu umsókn,
sigur Einar Waag.
Men enn er so einki hent
á økinum. Antin hevur ikki
verið meiriluti fyri at fáa
eitt uppskot um strikan av
5,8% markinum, ella hava
ráðharrarnir snøgt sagt ikki
tíma ella vilja gjørt nakað
við málið.
Vit hava ikki rættiliga
trú upp á, at tað fór at lata
seg gera at fáa markið í
Føroyum avtikið, og tí
hevur tað mest verið við
útflutningi fyri eyga, at vit
hava søkt um loyvi at
bryggja sterkt øl í Føroyum,
sigur Einar Waag.
Øl partur av
gourmetvinnu
Uppskotsstillarirnir sanna
eisini, at øl meiri og meiri
vinnur fram sum partur av
einari gourmetvinnu.
»Øl er seinastu árini
komið nógv í fokus sum
týðandi partur av einari
matvinnu, sum byggir á
dygdargóðar rávørur. Hetta
er ein vaksandi vinna í
londunum kring okkum, og
øl verður nógv nýtt afturvið
einum
góðum
bita
á
matstovunum«, verður sagt
í viðmerkingunum.
Og hildið verður fram:
»Øl til kræsnar gómar er
ein nissjuvinna, har vit kunnu
gera okkum galdandi. Eisini
er lítil ivi um, at fyri ferða
vinnuna kundi føroysk fram
leiðsla av spesialøli verið við
til at givið ferðafólki eina
serstaka
uppliving.
Sum
sendingin
“ølfjeppararnir”
eisini vísti, er áhugin fyri
spesialøli stórur og vaksandi,
og er nógv av serframleiddum
er sterkari enn 5,8%«.
Sagt verður eisini, at
bannið av sterkari øli er eitt
haft um beinið hjá bryggjarí
vinnuni.
»Í Føroyum er ber eitt
bryggjarí eftir í landinum.
Eingin ivi eru um, at
galdandi rúsdrekkalóg stik
ar hesa fyritøku inni, og
skerjir hennara møguleikar
at vaksa bæði á heima
marknaðinum og á útlend
skum marknaðum. Lógin
forðar heilt einfalt fyri, at
bryggjarí kunnu vera ein
nissjuvinna og ein útflutn
ingsvinna«, verður sagt í
viðmerkingunum.
Selja sjálvi
Einar Waag, stjóri á Føroya
Bjór, dylur ikki fyri, at tað
reint handverksliga er ein
stór og spennandi avbjóðing
at sleppa at bryggja sterkt
øl í Føroyum. Men tað er
fyri
Føroya
Bjór
heilt
avgerandi, at teir sleppa at
selja ølið úr teirra goymslum
kring landið.
Sum uppskotið hjá
Tjóðveldi fyri einum ári
síðani ljóðaði, skuldi alt tað
sterka ølið seljast í deildun
um hjá Rúsuni kring landið.
Men verður tað úrslitið,
hava vit ongan áhuga í at
sleppa at bryggja sterkt, tí
tá dettur okkara øl burtur
ímillum í stóra floyminum
av útlendskum øli, sum
heilt víst fer at verða
innflutt, sigur Einar Waag.
Hann heldur, at tað er ilt
at skilja, at ein sterk øl seld
av einari av goymslunum
hjá Føroya Bjór skal eggja
til størri misnýtslu, enn um
sama øl verður keypt í
Rúsuni.
Vit hava tilsamans fimm
goymslur runt landið, og í
summum førum eru tær í
sama bygningi, sum Rúsan,
so tað er ilt at skilja
argumentatiónina fyri størri
útbreiðslu, um vit sleppa at
selja okkara egna øl, sigur
Einar Waag.
Hann heldur eisini, at tað
er undarligt ikki at sleppa
at bryggja sterkt øl til
útflutnings heldur.
Í Íslandi høvdu teir
forboð móti sterkum øli í
tilsamans 75 ár, men kortini
kundu bryggjaríini bryggja
sterkt øl til útflutnings øll
árini, sigur Einar Waag.
Fyribils er so bert at bíða
eftir, hvørja lagnu nýggja
uppskotið hjá Tjóðveldi og
Kára
á
Rógvi
fær
í
Tinginum.
Mugu sleppa at selja eisini
Avstralia brennur
Í avstralska landspartinum New South Wales stríðast sløkki
liðsmenn við at fáa tamarhald á meiri enn 100 skógareldum,
sum men óvanliga nógvur hiti og frískur vindur gera arbeið
ið sera torført. Ringast stendur til við býin Rylstone, sum er
í útnyrðing úr Sidney. Sløkkiliðsstjórin í býnum mælti í gjár
fólki til at fara úr húsunum, tí vandi er fyri, at eldurin fer at
breiða seg nærri býnum. Har eysturi í Avstralia hevur hitin
ligið oman fyri 40 stig teir seinastu dagarnar, men veður
menninir siga nú frá minni hita og minni vindi, og tað fer
at hjálpa sløkkiliðunum.
Írland druknar
Írar stríðast í hesum døgum við vatnflóð, sum sambært
teimum søgukønu er tann ringasta í landinum í heili 800
ár. Áhaldandi gloprarregn hevur havt við sær, at áirnar
eru farnar upp um bakkarnar, nógvir býir standa undir í
vatni, og nógvastaðni hava fólk mist streymin. Í býnum
Cork er tað nógva regnið komið í ta kommunalu vatn
veitingina, so myndugleikarnir hava verið noyddir at
skrúva vatnið til 18.000 húsarhald í býnum fyri. Tað
hevur eisini regnað illa í støðum í Onglandi og Skotlandi,
men har siga veðurmenninir frá minni avfalli. Írsku
veðurmenninir hava harafturímóti sagt frá meiri regni.
- Fyri okkum er tað líkamikið,
um fólk drekka sterkt øl
ella ikki. Tað, sum hevur
týdning fyri okkum, er at
halda samlaðu nýtsluni
niðri á teimum 6-7 litrunum
av reinum alkoholi um
árið, sum vit liggja á, sigur
Pál Weihe, formaður í
Fólkaheilsuráðnum
STERKT ØL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Fólkaheilsuráðið – sum fyrr nevndist
Fyribyrgingarráðið – hevur onga
støðu til, um vit skulu loyva sterkum
øli í Føroyum ella ikki.
Tað einasta, ið vit hyggja eftir, er
fordeilingin av rúsdrekka, og tað er í
høvuðsheitinum trý ting, vit arbeiða
út frá. Og tað er atkomiligheit, hug
burður og prísur, sigur Pál Weihe,
formaður í Fólkaheilsuráðnum.
Hann sigur, at tað kann vera
líkamikið, um fólk drekkur sterkt øl
ella ikki, og um hetta kann keypast í
Føroyum ella ikki.
Tað vil altíð verða so, at mis
nýtarar finna fram til tað slagið, sum
gevur mest alkohol fyri pengarnar, og
tí er tað ein uppgáva, at tað ikki skal
loysa seg peningaliga at keypa
sterkari sløg, sigur Pál Weihe.
Føroyingar drekka í meðal 67
litrar av reinum alkoholi um árið, og
fremsta
uppgávan
hjá
Fólka
heilsuráðnum er at halda samlaðu
nýtsluni niðri á teimum tølunum.
Vit blanda okkum ikki í, um ølið
er sterkt ella veikt, og vit hava heldur
ongantíð úttalað okkum um hetta. Tí
hava vit heldur onga støðu til hetta
nýggja uppskotið um loyvi at bryggja
sterkt í Føroyum, sigur Pál Weihe.
Blanda okkum ikki í styrkina
Pál Weihe, formaður í
Fólkaheilsuráðnum, sigur, at teir
blanda seg ikki í, um loyvt verður at
bryggja sterkt í Føroyum ella ikki
Uppskot til løgtingslóg um broyting í
løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka
§ 1.
Í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og
sølu av rúsdrekka, sum seinast broytt við løgtingslóg nr.
75 frá 25. mai 2009, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 3, stk. 1 verður orðið ”rúsdrekka” broytt til ”rúsdrekka
við meira enn 60 rúmprosentum av alkoholi”.
2) § 3, stk. 2 verður orðað soleiðis: ”Stk. 2. Framleiðsla av
rúsdrekka kann einans fara fram á góðkendum framleiðs-
luvirkjum. Landsstýrið fær heimild í kunngerð at áseta
neyðugar treytir fyri góðkenning.”
3) Í § 3, stk. 3 verður orðið ”loyvinum”
4) Í § 6 verða orðini ”øl, sum í sær hevur meira enn 5,8
rúmprosent av alkoholi, og annað” strikað.
5) Í § 7, stk. 2 verða orðini ”øl, bryggjað í Føroyum” broytt
til ”rúsdrekka, framleitt í Føroyum”.
6) Í § 8, stk. 1 verða orðini ”smbr. § 3, stk. 2” broytt til ”sum í
sær hevur hægst 5,8 rúmprosent av alkoholi”.
7) Í § 22, stk. 1, nr. 2 verður orðið ”loyvi” broytt til ”loyvi
ella góðkenning”.
§ 2.
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. februar 2010.
Einar Waag er fyri at markið upp á 5,8% verður strikað,
men bert um teir framhaldandi sleppa at selja sítt øl av
goymslunum hjá Føroya Bjór