mánadagur 23. november 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 224 - 23. november 2009
tíðindi
18
Eitt heilt ár og níggju sendingar av Hvonn Live
er farið afturum. Leygarkvøldið var ársins
seinasta Hvonn Live sending. Powerprinsessa,
Brandur og Frændur vóru millum annað tað,
sum Rás2 bjóðaði í hesari finaluni
Hvonn Live
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Eitt ár við Hvonn Live er farið afturum. Síðan januar
mánað hevur Rás2 níggju ferðir borðreitt við úrvals send
ingini, og seinasta ferðin var leygarkvøldið.
Tað var heldur ikki eiti á skrá, ið Rás2 hevði at bjóða
hesaferð.
Magnus Magnussen, gekkavertur og skemtari, gloppaði
dyrnar inn í skemtaraheimin, tá hann greiddi frá, hvat tað
góða skemtið er, hvat tú gott kann skemta við, og hvar
markið gongur fyri, hvussu nógv tú kann loyva tær at
vera undir beltinum, tá tú skemtar.
Sjálvur sigur hann, at tað fyrst og fremst ræður um at
ikki vera bangin fyri at gera gjøldur við sær sjálvum.
Eisini hevði Rás2 hálað Brand Enni heim úr Svøríki til
at undirhalda á Hvonn Live. Brandur Enni spældi fleiri av
nýggju sangjum sínum, og greiddi frá hvussu hann hevur
upplivað lívið sum barnastjørna í Føroyum.
Brandur greiddi eisini frá hvussu tað er at hava sín
gerandisdag í Svøríki millum sangskrivarar, ið skriva
sangir til summar av fremstu stjørnunum í heiminum, og
hvussu hann í ymsum býum hevur undirhildið Frak
lendingum, tá hann saman við vinfólki var á fjakkaraferð
gjøgnum Evropa.
Powerprinsessa
Tað, sum serliga nógv kanska høvdu glett seg til, var tá
Lone Rasmussen, sum hevur skrivað bókina um hennara
ferð »Fra pæn pige til Powerprinsesse«, fór at greiða frá
lívi hennara, kærleikstrupulleikum, um at læra at elska
seg sjálvan og hvussu tú siglir millum skerini í lívsins
upp og niðurtúrum.
Sum Barbara Holm, vertur í Hvonn Live, greiddi frá,
so er hon frí, frek og framlig. Eftir føroyskum málistokki
vildu summi kanska kallað hana hástóra.
Lone Rasmussen, sum eisini hevur verið við í QTV hjá
Pernille Aalund, í Ekstrabladet og í Sexskolen á TV3,
kom við fleiri góðum ráðum, og greiddi frá sínum egnu
feilum, sum onnur kunnu læra av.
Eg býtti sex fyri kærleika, viðgekk hon millum annað
blankt í eini ávaring til aðrar kvinnur.
Hvonn Live verður aftur
Hvonn Live endaði við eini vitjan frá Frændum, áðrenn
teir skuldu niðan í høllina á Hálsi at hátíðarhalda stóra
25 ára føðingardagin við einum stórum gildi.
Men hóast Hvonn Live takkaði fyri seg við sjampanju
til allar gestirnar á Hvonn, varð bara takkað fyri í ár.
Hvonn Live verður nevniliga aftur longu í januar mánaði,
og verður tá hildið fram í sama stóra stíli sum higartil.
Hvonn Live
takkaði
fyri seg