Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. november 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 225 - 24. november 2009 Í gjár og í dag hevur stórfundur verið á Hotel Hafnia í Havn um ætlanin at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy Eysturoyartunnil Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Mynd: Jens Kr. Vang - Vit hava havt ein sera góðan fund! Soleiðis tekur Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, samanum fundin, sum var á Hotel Hafnia í allan gjár. Talan var um stórfund um stórmál, tí hetta var ein fundur, sum av álvara skal seta skjøtil á arbeiðið at fyrireika ætlaninat gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy. Í hesum sambandi hevur landsstýriskvinnan boðsent øllum teimum, sum hava við tunnilsætlanin at gera, á ein tveir daga langan fund, sum skal kickstarta eina miðvísa fyrireiking. - Vit hava havt ein sera konstruktivan fund og vit eru samd um, hvussu gongd- in skal vera framyvir, segði Annika Olsen í stuttari við- merking beint áðrenn fund- urin byrjaði í morgun. Samd um mannagongdina Hon vil ikki fara í smálutir við samráðingunum, men hon sigur, at á fundinum í gjár samdust partarnir um, hvussu mannagongdin skal vera framyvir. Og á fundinum í dag fara tey so at taka saman um. Á fundinum hava tey mest tosað um tann løg- frøðiliga og tann fíggjarliga partin av verkætlanini og tað, sum nú liggur í kortun- um, er, at innlendismála- ráðið og partafelagið, sum ætlar sær at gera tunnilin, skulu samráðast um tær nágreinligu treytirnar fyri loyvinum at gera tunnilin. Í hesum sambandi hava tey tosa um, hvussu tunnilin skal rekast og røkjast og um, hvør skal hava ábyrgd- ina av hvørjum og, um, hvussu ætlanin annars skal skrúvast saman fíggjarliga. Rundkoyring ella ikki Hinvegin hava tey ikki tosað so nógv um tann tekniska partin enn, tí har eru ymisk viðurskifti, sum enn eru ógreið. Eitt nú er tað ein spurn- ingur um talan skal vera um eina rundkoyring á botnin- um á Skálafirði, so at grein- ar av tunlinum kunnu ganga haðani til Havnar, á Toftir og á Strendur, ella um tunnil skal koma upp á Toftum ella á Strondum, men at ein annar tunnil so verður gjørdur tvørtur undir Skálafirði. Partafelagið, sum ætlar at gera tunnilin, hevur hugsað mest um eina rundkoyring, men tað eru tey á Landsverki ikki fegin um, tí tey halda, at fyri ferðslutrygdina á hav- sins botni er tað ikki besta loysnin. Sjálv hellir Annika Olsen til rundkoyringina, tí hon heldur at tað er tann besta og ruddiligasta loysnin. Nú hevur hon so biðið ein útlendskan ráðgevara siga sína hugsan og at siga sína hugsan um, tað ber til at hava eina trygga rundkoyr- ing og um, hvat skal til fyri at røkka tí endamálinum. Klárt í vár Annika Olsen hevur ongantíð dult fyri, at hon hevur raðfest hesa ætlanina sera frammaliga og tað endurtók hon í Løgtinginum so seint sum farnu viku. – Hetta er ein verkætlan, sum hevur rættiliga stóran týdning, tí hon fer at binda Føroyar saman og gevur sostatt stórar møguleikar fyri bæði vinnulívi og øðrum virksemi. Og nú ætlar hon, at rætti- lig ferð skal setast á arbeiðið at fyrireika gera tunnilin. Sostatt hevur hon ætlað, at farast skal undir ítøkiligar samráðingar beinanvegin. Og gongst sum ætlað, verða samráðingarnar lidnar í so mikið góðari tíð, at málið kann verða lagt fyri Løgtingið í vár. – Tað merkir, at samráð- ingarnar mugu vera lidnar í februar næsta ár, segði hon í tinginum í farnu viku. Og hon sigur, at tað kom onki fram á fundinum í gjár, sum fekk hesa ætlanina at ridla. Arbeitt verður eftir teirri tíðarætlan, at tann endaliga avtalan kann avgreiðast í Løgtinginum í vár og tá gongur ikki long tíð at tað er klárt at fara undir sjálvt arbeiðið, sum væntandi tekur trý ár. Umsitingin hjá Løgtinginum er nú farin at kanna, hvussu Føroyar aftur kunnu verða fleiri valdømi Vallógin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Arbeiðið at kanna, hvussu Føroyar aftur kunnu skipast í fleiri valdømi, er nú byrjað. Formansskapurin hjá Løgtinginum hevur samtykt at seta eina kanning í verk fyri at vita, hvussu Føroyar aftur kunnu býtast sundur í fleiri valdømi. Tað er umsitingin hjá Løgtinginum sum skal standa fyri arbeiðnum og í hesum sambandi skal taka hon taka uttanhýsis serfrøðingar við í arbeiðið. Hergeir Nielsen, løg- tingsformaður, sigur, at endamálið við kanningini er at vita, hvussu landið aftur kann býtast sundur í fleiri valdømi. Men hann leggur dent á, at við hesum er ikki sagt, at valdømini skulu vera akkurát tey somu sjey, sum tað vóru frammanundan. - Hinvegin er tað sjálvandi ein møguleiki, at valdømini verða sum áður, men møguleikin er eisini at broyta mørkini og at hava færri ella fleiri valdømi. Løgtingsformaðurin sig- ur, at miðja verður eftir, at kanningin skal verða liðug so mikið skjótt, at eitt uppskot kann leggjast fyri Løgtingið í hesi tingsetuni. Tað merkir, at kanningn skal í seinasta lagi vera liðug í vár. Tað rínur ikki við Hergeir Nielsen at ávísir politikarar við Edmundi Joensen á odda, hava ført fram, at nú hevur nýggja valskipanin bara verðið roynd í einum løgtingsvali og at tað tí er alt ov tíðliga at broyta hana aftur. - Hon má sleppa at royna seg í nøkur val, er áskoðanin hjá teimum. - Eg haldi, at skal hon broytast, skal tað vera nú, sigur Hergeir Nielsen. Hann vísir á, at bara í hes- um seinasta løgtingsvali- num komu fleiri nýggj and- lit á ting og tey eru øll úr Havn: Hann sipar til Sjúrð Skaale, Bjørt Samuelsen, Kára á Rógvu og Bergtóru Høgnadóttir Joensen. Onnur nýggj andlit eru eisini á tingi, men tey vóru øll meiri ella minni kend úr politikki frammanundan. Og hann er púra sann- førdur um, at fyri hvørt val, sum fer afturvið við Før- oyum sum einum valdømi, verður miðstaðarøkið al- samt sterkari umboðað við løgtingslimum og jú sterkari miðstaðarøkið verður, tor- førari verður tað at broyta skipanina. Og útsøgnina hjá Edmundi Joensen, løgtings- manni og fyrrverandi løg- tingsformanni um, at tað er óseriøst at broyta skipanina aftur longu nú og um so verður, fer hann at skjóta upp, at fólkaatkvøða verður um málið. - Tað var Edmund Joensen sum legði uppskotið fyri Løgtingið, og tá varð ikki talan um nakra fólkaat- kvøðu. Sostatt er hetta ein leiklutur, sum formans- skapurin hevur tikið á seg og tí havi eg ongan trupul- leika at formansskapurin átekur sær hendan leiklutin einaferð afturat, sigur Hergeir Nielsen. Góður fundur um undirsjóvartunnil Í gjár og í dag hevur Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, havt fjølmentan fund um størstu samferðsluverkætlan í Føroya søgu. Her er hon saman við donskum løgfrøðingum og øðrum klár at byrja fundin í morgun Gera Føroyar aftur til fleiri valdømi Deyðadóm fyri mjólkarpulvur Í Kina hava myndugleikarnir avrættað tveir menn, sum vórðu dømd- ir til deyða í sambandi við mjólkarpulvurgøluna, sum kostaði minst seks kinesiskum børnum lívið, meðan umleið 300.000 gjørdust sjúk. Annar maðurin fekk deyðadóm fyri at hava sett almenningin í vanda, og hin bleiv dømdur til deyða fyri at hava gjørt og selt eitr- andi matvørur. Gølan byrjaði, tá kanningar avdúkaðu evnið melamin í kinesiskum mjólkarpulvuri til pinkubørn. Melamin verður brúkt í plastik-ídnaðinum. Heitt á Antarktis Ein nýggj frágreiðing í tí viðurkenda vísindatíðarritinum Nature Geoscience kemur til ta niðurstøðu, at har eysturi á Antarktis minkar ísurin skjótari, enn vísindin higartil hevur hildið. Sagt verður, at sambært kanningum eru nógvar milliónir tons av ísi horvin haðani tey seinastu trý árini. Tað kemur óvart á vísindafólk, tí higartil hevur tann vanliga uppfatanin verið, at veðurlagsbroytingarnar høvdu ikki ávirkað ísin har eysturi á Antarktis. Samstund- is vísir tað seg, at eisini har vesturi á Antarktis minkar ísurin skjótari enn hildið, skrivar Natire Geoscience.