Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. november 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 225 - 24. november 2009 Internetfyritøkan Globi hevur ment eina online fundarskipan, so feløg, fyritøkur og stovnar nú kunnu sleppa undan pappírsveldinum, samstundis sum skipanin virkar sum eitt skjalasavn INTERNET Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Globi Notes eitur nýggja skipanin, sum Globi hevur ment. - Talan er um eina talgilta fundarbók, sum liggur á internetinum. Hon er serliga væl egnað hjá feløgum og fyritøkum at leggja fundarfrágreiðingar inn á, eins og onnur viðkomandi skjøl, sigur Regin W. Dals- gaard, stjóri á Globi. Hann kallar seg sjálvan »eitt róthøvd« og sigur seg villast illa í pappírum. - Og tá ið eg havi brúk fyri einari slíkari skipan, so eru tað uttan iva onnur eis- ini, sum kunnu gera nýtslu av henni, sigur Regin W. Dalsgaard. Hann byrjaði so smátt at menna hesa skipanina í des- ember mánaði í fjør, so hon hevur verið á veg í útvið eitt ár. - Vit hava arbeitt intenst síðani desember og koyrt eina rúgvu av royndarkoyr- ingum, til skipanin nú loks- ins er klár at senda á markn- aðin, sigur stjórin í Globi. Teir ætla at miða breitt við hesi nýggju skipanini. - Vit ætla at fara eftir øll- um, heilt frá teimum pinku- smáu felagsskapunum og upp til kommunur, skúlar og stór virkir, sigur Regin W. Dalsgaard. Globi hevur longu nú fleiri kundar, sum hava ver- ið við til at royndarkoyrt skipanina. - Tað er rætt, og hesir kund- arnir hava tikið sera væl ímóti skipanini, og vit hava eisini fingið nakrar brúkarar uttan fyri Føroyar longu. Tað eru felagsskapir og fyritøkur, sum hava funnið okkum á internetinum og síðani melda seg til skipanina, sigur Regin W. Dalsgaard. Eisini non-profit Alt fer fram á internetinum, og goldið verður við gjalda- korti, so kundarnir uttan- lands vita ikki, at Globi hevur heimstað í Føroyum. - So fyri kundarnar kundu vit tað sama vera ein altjóða fyritøka, sum er heimahoyr- andi í USA, sigur Regin W. Dalsgaard. Eitt annað, sum er til fyri- muns fyri Globi, er kostnað- urin á skipanini. - Tað finnast aðrar líkn- andi skipanir á marknaðin- um, til dømis Microsoft Sharepoint, men hesar skip- anirnar eru sera kostnaðar- miklar, og smærri fyritøkur hava tískil ikki ráð at ogna sær slíkar. Eisini er neyðugt at víðarimenna hana, men okkara skipan er skræddara- seymað til endamálið og kostar 3000 krónur um árið, sigur Regin W. Dalsgaard. Talan er heldur ikki um nakað byrjunargjald, so tal- an er um eina sera rationella skipan. - Vit hava gjørt nakrar marknaðarkanningar og vit síggja, at har eru stór hol í marknaðinum, so vit hava møguleika fyri at fáa nógvar kundar á hesum økinum, sigur Regin W. Dalsgaard. Men tað snýr seg ikki alt um pengar, tað ber nevniliga eisini til hjá non-profit fel- agsskapum at sleppa inn á skipanina. - Vit hava gjørt tað soleiðis, at eitt nú kirkjur og samkomur og arir non- profit felagsskapir kunnu sleppa inn á skipanina og brúka hana ókeypis. Har vilja vit fegnir stuðla slíkum felagsskapum, sigur stjórin í Globi. Í støðugari menning Fyri smáum trimum árum síðani kom Globi á markn- aðin við einari sms-skipan, sum er vorðin sera væl umtókt, og sum hevur 3000 kundar um allan heim. Eitt nú hevur Globi gjøgnum hesa skipanina hjálpt javn- aðarflokkinum í Ghana við valstríði teirra. - Vit miða ímóti at røkka í minsta lagi einum líknandi kundatali við hesi nýggju fundarbók skipanini, sigur Regin W. Dalsgaard. Loysunarorðið er markn- aðarføring, og stjórin í Globi ætlar at leggja nógva orku í júst hetta. - Við hesari skipanini er jú ikki talan um tollforðing- ar, arbeiðsloyvir ella flutn- ingsútreiðslur. Her er talan um eina tænastu, og tí snýr tað seg bara um marknaðar- føring, sigur Regin W. Dals- gaard. Skipanin er longu tøk og liggur á internetinum, so hon er tøk á heimsmarknað- inum. - Fyribils er skipanin klár at brúka, men vit arbeiða alla tíðina við at menna hana enn meira, og tað verður gjørt í einum altjóða sam- starvi við forritarar kring um í Europa, sigur Regin W. Dalsgaard, stjóri á Globi. Fyrst kom sms-skipanin, síðani sms-netbankin, og nú er so talgilta fundarbókin komin á marknaðin sum triðja slóðbrótandi menningin frá Globi Mynd: Jens Kristian Vang Pappírleysir nevndarfundir Flyta farm við luftskipi Kanadiska fyritøkan SkyHook International Inc. hevur ment eitt luftskip, sum er ætlað til at flyta tungan farm í tí arktiska økinum. Kanadiska fyritøkan arbeiðir saman við amerikonsku flogverksmiðjuni Boeing, og gongst sum ætlað, fer skipið á flog í 2014. Blaðið Ingeniøren skrivar, at luftskipið verður 90 metrar langt, tað kann ferma 40 tons og kann flúgva 370 kilometrar uttan at bunkra. Sum er verða tyrlur brúktar til farmaflutning í tí arktiska økinum, men fyrimunurin við einum luftskipi er, at tað brúkar nógv minni brennievni og útletur munandi minni CO2, skrivar blaðið. Ósemja um veðurlagið Sambært blaðnum New York Times hevur onkur stolið fleiri teldubrøv úr teldukervinum hjá University of East Anglia í Bretlandi. Talan er um teldubrøv, sum vísindafólk á bretska stovninum og starvsfelagar í USA hava sent sínamillum, og sum avdúka, hvussu ósamd vísindafólk eru um hitabroytingarnar á jørðini og veðurlagsbroytingarnar. Millum annað er eitt teldubræv, har ein vísindamaður undrast á, hví jørðin brádliga er farin at kølna. Hann sigur seg hava staðfest tað, men at hann dugir ikki at siga frá, hví tað er so.