týsdagur 24. november 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 225 - 24. november 2009
Ímyndið tykkum eina
framtíðarmynd - kanska
um eini 30 ár - har 60
ella 70.000 fólk búgva í
Føroyum. Og fólkatalið
er støðugt vaksandi, tí
tað er vorðið spennandi
og dragandi at búgva
í Føroyum!
T
að er vorðið gott og sjálvsagt
at búgva í Føroyum, tí tað
finnast nógvir ymsir útbúgvingar
møguleikar her heima, so okkara
unga fólk ikki noyðist uttanlands at
útbúgva seg. Og hjá meirilutanum
av teimum, ið hava verið uttanlands
og nomið sær útbúgving, er tað
somuleiðis sjálvsagt at venda aftur
til Føroya at festa búgv. Bæði fyri
kvinnurnar, ið so stórt undirskot er
av, tey samkyndu, tær ungu familj
urnar og teir støku uppihaldararnar.
Og ikki at forgloyma útlendingar
nar, sum ríka og virka í okkara
samfelag við sínum evnum og
øðrvísi mentanum. Har vinnulívið
stendur á treystum fótum og
høvuðsvinnan kastar vinning av
sær, tí vit hava funnið røttu javn
vágina og megna at stýra dýrabæra
tilfeinginum. Nýggjar vinnur og
sprotar sleppa at blóma og følna,
sum tær eiga í einum eggjandi,
opnum vinnulívsumhvørvi.
Ja, dream on hevur onkur hug at
siga, hatta verður aldrin veruleiki í
Føroyum. Men hví ikki? Ynskja
vit okkum ikki øll júst hetta? Og
hvørjar eru forðingarnar fyri at
framtíðarmyndin ikki bert verður
eitt fata morgana og okkara land
spakuliga men víst missir sítt fólk
og vónina um framgongd og
vøkstur? Eg haldi, at forðingin
fyrst og fremst finst í høvdinum á
okkum, í hugburðinum til hvat vit
megna og orka.
Øll hava vit helst hvør sína upp
fatan av júst hvør høvuðsorsøkin
er til at tað tykist so trekt at flyta
Føroyar fram á leið. Men fyrsta
fyritreytin er og verður at vit
mugu verða fleiri fólk. Hetta sum
verður rópt “kritiski massin” er
krumtappurin í einum samfelag,
fyri at tað er ført fyri at røkja
vitalar uppgávur sum skulu til í
vælferðarsamfelagnum. Og sum
ger tað gjørligt at hava tað útboðið
av tænastum, mentan og undirhaldi,
sum ger at fólk trívist.
Stutt sagt: Vit mugu og skulu
fjølgast. Í minari verð er hetta allar
fyrsta raðfesting.
Væl veit eg at tað eru onnur
týðandi mál, ið skulu til fyri at
flyta landið framá. At fáa okkara
høvuðsvinnu rentabla er heilt
avgerandi. At koma burturúr
okkara tómgongd á uttanríkis – og
ríkisrættarliga økinum er eins
týðandi. Bara fyri at nevna nøkur
stór mál úr rúgvuni.
Men fyrst mugu vit fjølgast, og
hvussu gera vit tað? Eg eri vorðin
meir og meir sannførd um at vit
mugu seta turbo á at raðfesta
lærdóm og vitan fyri at røkka hes
um máli. Fyrr enn vit skilja hvussu
umráðandi eitt høgt vitanar og
útbúgvingarstøði er fyri eitt sam
felag, er lítil vón um fólkavøkstur,
búskaparvøkstur og harvið fram
gongd fyri okkara kæra land.
Eg hugsi mær at vit gera av, at
nú fara vit at raðfesta og styrkja
lærdóm í øllum liðum. Úr fólka
skúlanum, gjøgnum miðnámsskúl
arnar og til at bjóða fram mari
timar, tekniskar og millumlangar
útbúgvingar og so sjálvsagt eisini
hægri útbúgvingar.
Vit vita frá kanningum, at
høvuðsorsøkin til at okkara ungu
ikki venda heimaftur, er avmarkaða
talið av vælkvalifiseraðum størv
um. Tey vilja hava avbjóðandi og
spennandi størv, ið samsvara teirra
útbúgvingum. Umframt fyrr
nevndu eyðsýndu fyrimunir við at
halda uppá okkara unga fólk og
skapa fortreytir fyri at fjølgast, eru
óteljandi aðrir fyrimunir við at
raðfesta útbúgving og lærdóm:
• Eitt stórt lestrarumhvørvi gevur
eitt livandi samfelag og skapar
ringar til m.a. íbúðarmarknaðin,
tænastuvinnuna og mentanarlívið.
Hesi ungu skulu hava íbúðir og tey
halda café, matstovu og mentan
arlívið í gongd. Tey hava nýggjar,
øðrvísi hugsanir, bjóða tí etabler
aða av og skapa eina sunna tjak
mentan og fyribyrgja at samfelagið
stendur í stað. Og apropos tjóðar
branding, so mugu vit ikki gloyma
øll tey framtíðar sendifólkini vit
fáa í teimum útlendsku lesandi, ið
koma her í styttri tíðarskeið at lesa.
Tey fara restina av síni ævi at minn
ast og tosa um Føroyar í sínum
heimlandi og har tey annars koma.
• Stórt lestrarumhvørvi dregur
vælútbúgvið fólk til landið, bæði
lærarar og granskarar, sum kunnu
vera føroyingar eins væl og útlend
ingar. Tey hava við sær netverk og
sambond, sum kunnu gerast týð
andi og dýrabær fyri okkara sam
felag á øllum møguligum økjum.
Hesi fólk fara at skipa fyri gransk
ing og kanningum í føroyskum
viðurskiftum, so vit við størri vitan
um okkum sjálvi kunnu gerast
betur før fyri at taka politiskar
avgerðir og stýra rætt. Við teirra
sambondum til granskingarum
hørvi úti í heimi økist vitanin um
Føroyar uttanlands og enn meira
nýggj vitan kann koma okkum til
góðar, tí útlendskir granskarar og
lærustovnar halda tað vera spenn
andi at vera við í granskingarætl
anum um smærri økir, har kanska
serlig fyribrigdi eru galdandi.
• Okkara vinnulív kann fáa stóra
nyttu av at fara inn í aktivt viðspæl
við lærustovnarnar. Í slíkum sam
starvi kunnu vit byrja at menna
nýggjar vørur og skipanir, nýggjar
søluhættir osfr – grundað á okkara
fortreytir og ikki við støðið í útlend
skum læribókum langt frá føroyska
veruleikanum.
Samstarv millum lærustovnar og
politisku skipanina – embætisfólk
og politikarar kann geva báðum
pørtum virðismikið við og mót
spæl og styrkja fakliga førleikan í
øllum liðum.
• Vit fáa serfrøði á øllum økjum
um føroysk viðurskifti, sum kann
skapa virðing fyri Føroyum og
føroyskari vitan uttanlands. Um
framt hetta fáa vit tann eyðsýnda
fyrimun at hava serfrøðingar í
landinum, ið kunnu tala okkara sak
innan t.d. altjóða samráðingar,
veðurlagsbroytingar, gransking í
serføroyskum sjúkum osfr.
• Tey útlendsku lesandi rinda
gjald fyri at lesa hjá okkum og
harvið fær okkara Fróðskaparsetur
inntøkur uttanlands frá.
Men tað sum vit fram um alt fáa
við at raðfesta útbúgving og hava
eitt sterkt og fjøltáttað lestrarum
hvørvi, er tað sjálvsálit tað gevur
einari heilari tjóð. Vitan er lykilin
til sjálvsálit og sjálvsvirðing og
hesi eru aftur lykilin til at gera
okkum betur ílatin til at taka
avgerðir, sum bera okkum framá.
Tað er næstan hugtungt at saman
bera Ísland og Føroyar á hesum
øki, men eg fari at gera tað kortini,
tí tað liggur so beint fyri.
Um vit hyggja eftir fólkatalinum,
so varð íslendingur nr. 300.000
føddur í 2006 og í ár eru tey vorðin
yvir 318.000 fólk. Tað svarar til ein
árligan vøkstur á ml. 1,5 og 2%.
Her er bæði talan um at íslendingar
sjálvir eru fjølgaðir, men eisini
stóra talið av útlendingum, ið eru
komnir til landið. Spátt verður at
fólkatalið í Íslandi verður 340.000
í 2020 og 368.000 í 2030.
Í Føroyum hevur fólkatalið
síðstu 25 árini ligið ímillum 45 og
48.000, so um vit komandi 25 árini
ikki megna at fáa ein størri fólka
vøkstur eru vit kanska júst komin
uppum 50.000 fólk í 2020 og 2030.
Við verandi gongd hava vit í roynd
og veru ongan fólkavøkstur í Før
oyum og tað eigur at fáa allar
ávararingarklokkur at ringja, tí at
tað er fremsta tekin um eitt
samfelag í stagnatión.
Tá vit venda okkum til útbúgv
ingarøkið, síggja vit greitt hug
burðsmunin í londunum báðum: Í
Íslandi finnast 7 lærustovnar, ið
bjóða hægri lestur. Háskóli Íslands
er tað einasta universitetið í landi
num, ið bjóðar allar tær vanligu
universitets lærugreinarnar – øll
hini hava lagt seg eftir nøkrum
fáum lærugreinum. Á hesum 7
hægri lærustovnum ganga uml
24.000 lesandi, harav uml 1500
útlendingar, ið lesa í styttri ella
longri tíðarskeið. Hetta svarar til at
vit skuldu havt uml. 4000 lesandi í
Føroyum, harav um 250 útlending
ar! Tann 1. september 2009 vóru
íalt 453 lesandi á Fróðskaparsetri
num, íroknað Læraraskúlan og
Sjúkrarøktarfrøðiskúlan.
Virðingin fyri vitan og útbúgving
tykist mær vera størsti munurin
millum føroyingar og íslendingar. Í
Íslandi er tað sjálvsagt at øll fáa
sær eina útbúgving og at tað finn
ast fróðskaparsetur á nærmast
hvørjum tanga. Í Føroyum brúka
vit endaleysa orku uppá at tjakast
um at vit skulu hava eina søgu og
samfelagsdeild á Setrinum.
Útlendskir serfrøðingar, ið verða
spurdir um hvussu Ísland fer at
koma úr kreppuni aftur, nevna allir
sum ein, at tað sterkasta kortið tey
hava á hondunum er at fólkið er so
væl útbúgvið. Hetta er ein ásannan
av, at tað ikki bert er fiskur og orka
sum skapa framburð, men fyrst og
fremst menniskjaliga tilfeingið.
Og júst hetta leggur tú til merkis
sum gestur og eygleiðari í hesum
landi, sum mestsum er smokkað
saman búskaparliga seinastu tíðina.
Sjálvsálitið og trúgvin uppá at tey
megna at koma ígjøgnum kreppuna
fornokta seg ikki. Og hetta sterka
grundstøði kemur fyrst og fremst av
at tey eru væl útbúgvin. Sjálvt um
tað tykist sum onnur seta dags
skránna fyri tey í hesum døgum,
fara tey aldrin heilt niður við nakk
anum, ti tey kunnu møta sínum
mótpørtum við eins góðum grund
gevingum, tey duga eins væl fremm
andamál og vita eins væl sum mót
parturin hvørjar spælireglurnar eru.
Meginparturin av unga fólkinum
í Íslandi fær sær sína útbúgving í
landinum og nógv fara so uttan
lands í styttri tíðarskeið, til at taka
master ella til at serútbúgva seg. Av
teimum, ið fara burtur, koma tey
allarflestu heimaftur til Íslands at
seta búgv. Tjóðarbygging verður
løgd í beinið gjøgnum alt lívið og
m.a. tí er tað náttúrligt at venda
aftur til heimlandið og seta búgv.
Í Føroyum kemur bert ein partur
av teimum, ið hava verið burturi og
lisið heim aftur. Vit dragast við
sama álvarsliga trupulleika, sum øll
menningarlond kenna til, nevniliga
brain drain. Og um hendan gongd
in heldur fram – har Føroyar spaku
liga bløða burtur – er tað sjálvsagt
at deyðin er í durunum. Tí mugu
vit venda gongdini og koma inn í
tað positivu ringrásina, har jú fleiri
vit gerast, jú stuttligari og meira
spennandi verður tað at búgva í
hesum landi.
Vit hava ikki orsøk til at smæð
ast burtur og at líða av undirluta
kenslum. Vit hava ómetaliga nógv
virðismikið at byggja á og sum vit
kunnu vera errin av okkara søgu
og mentan, náttúru, fólki og til
feingi. Tí mugu vit savnast um hesi
virðir og samstundis seta okkum
verulig og ítøkilig mál fyri at skapa
framburð og flyta landið framá.
Men tað krevur at vit øll eru til
reiðar at broyta hugburð og virka
fyri somu søk. Vit sum búgva í
Føroyum – vinnulív, politikkarar, tú
og eg – skulu læra at síggja tað
virðismikla í tí góðu útbúgvingini.
Vit skulu skapa umhvørvi fyri at
fólk kunnu læra og lesa í Føroyum
og stremba eftir at fáa føroyingar, ið
eru uttanlands, og útlendingar at
flyta til Føroya. Og føroyskir útiset
ar, sum umhugsa at flyta aftur, skulu
hinvegin ikki grenja um hetta og
hitt, ið ikki er nóg gott í Føroyum,
men heldur vera til reiðar at slaka
uppá krøvini fyri at koma heimaftur.
Lat okkum taka afturí aftur orðini
hjá Jóannesi Paturssyni og gera tey
til okkara:
Um nú nýggjar øldir líða
Halt á somu leið várt starv
At vit ikki lata svíða
Dugnaloysi til hin arv
Sum vit ervdu fedrum av
Tá skal lyftið sum tú gav
Allan aldur Føroyum tryggja
Føroyingunum her at byggja.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Blindur er bókleysur maður
Tíðargreinin
tíðargreinin
Gunvør Balle
Útlendskir serfrøðingar, ið verða
spurdir um hvussu Ísland fer at
koma úr kreppuni aftur, nevna
allir sum ein, at tað sterkasta
kortið tey hava á hondunum
er at fólkið er so væl útbúgvið.
Hetta er ein ásannan av, at tað ikki
bert er fiskur og orka sum skapa
framburð, men fyrst og fremst
menniskjaliga tilfeingið.
Men tað sum vit fram um alt fáa
við at raðfesta útbúgving og hava
eitt sterkt og fjøltáttað lestrarum-
hvørvi, er tað sjálvsálit tað gevur
einari heilari tjóð. Vitan er lykilin til
sjálvsálit og sjálvsvirðing og hesi
eru aftur lykilin til at gera okkum
betur ílatin til at taka avgerðir,
sum bera okkum framá..
Vit hava ikki orsøk til at smæðast
burtur og at líða av undirlutak-
enslum. Vit hava ómetaliga nógv
virðismikið at byggja á og sum vit
kunnu vera errin av - okkara søgu
og mentan, náttúru, fólki og tilfe-
ingi. Tí mugu vit savnast um hesi
virðir og samstundis seta okkum
verulig og ítøkilig mál fyri at skapa
framburð og flyta landið framá.