Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-24, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. november 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 24. november 2009 5. desember verður stór badmintonkapping í Klaksvík. Kappingin verður skipað sum ein opin kapping, har øll eru vælkomin at taka lut Talan er um mest sum søguligan badminton-dag í Klaksvík. Hetta er nevnliga fyri fyrstu ferð í nýggjari tíð, verður stór badmintonkapping í Klaksvík. Kappingin verður skipað sum bólkaspæl í innleiðandi umfari. Eftir bólkaspælið verður leikt eftir cup- leisti. Altso at tað bert er vinnarin av hvørjum dysti, sum tá fer víðari. Kappingin ber heitið, Kjølbro Open, og kann teknast til hesa við at senda teldupost til mail@2improve.fo. Í teldupostinum skal skrivast navn og føðingar- dagur. Seinasta freist at tekna seg er týsdagin 1. desember. Sunnudagin skipaði Róðrarfelagið Knørrur fyri næsta umfarinum av vetrarkappingini í inniróðri Felagið hevur vetrarvenjingar sínar í hølunum á Saltsøluni við vestaru Bryggju, og tað var eisini har, at kappast varð. Hjá teimum yngstu vunnu Anna Louisa Nielsen og Møkir Sjúrðarson í Jákupsstovu. Hjá U18 vunnu Gunnvá Fossaberg Ellingsgaard og Brestir Mikkelsen, og kappingina fyri tey vaksnu vunnu Johanna Petersen og Sverri Tórstún. Næsta umfar av kappingini verður 13. desember. Til ber at síggja fleiri úrslit, støður og myndir á heimasíðuni hjá Róðrarfelagnum Knørri, www.rk.fo. -mørk RK-prix, samlaða støðan U15, gentur Nr. Navn Stig 1 Anna Louisa Rubek Nielsen 600 2 Lilja Luid 540 3 Herdis Petursdóttir í Gong 460 3 Kristina Gunnarstein 460 U15, dreingir 1 Mækir Sjúrðarson í Jákupsstovu 530 2 Pætur Jákupsson 460 3 Janus Hannesarson 400 U18, gentur 1 Gunnvá F. Ellingsgaard 600 2 Lív Gullbein 540 3 Tordis L. Magnussen 250 U 18, dreingir 1 Brestir Mikkelsen 570 2 Arnbjørn Isfeld 520 3 Hallur Nattestad 300 Kvinnur 1 Johanna Petersen 600 2 Eik Gullbein 540 Menn 1 Remi Lamhauge 520 2 Petur í Gong 480 3 Rúni Joensen 440 Stór badminton- kapping í Klaksvík Rógva við fullari megi Inniróðurin er í ár skipaður sum kapping, ið fevnir yvir alla vetrarhálvuna jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Tað verður sjálvandi í nýggju Badminton- høllini, at kappast verður, tá Kjølbro- Open í badminton fer av bakkastokki annað vikuskiftið