Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. november 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 226 - 25. november 2009 Innrásin í Irak oyði­ legði umdømið hjá Tony Blair sum forsætisráðharra. Nú skulu hann og fleiri onnur í leiðandi størvum ígjøgnum marruna eina ferð afturat í einari almennari hoyring, sum skal staðfesta, hvør visti hvat, og hvør gjørdi hvat Irak-hoyrIng Árni Joensen arni@sosialurin.fo Síðani seinna heimsbardaga hevur eingin uttanríkis­ politisk avgerð í Bretlandi verið so umstrídd sum av ­ gerðin hjá Blair­stjórnini at fara í kríggj við Irak í mars í 2003. Ein stórur partur av bretska fólkinum var ímóti krígnum, og yvirgangsat­ sóknirnar í London í juli í 2005 bøttu ikki um hýrin á fólki. Júst krígsmótstøðan var eisini ein meginorsøk til, at Tony Blair legði frá sær sum forsætisráðharri í juni í 2007. Í gjár byrjaði ein serlig Irak­hoyring, sum skal royna at koma til botns í hesum umstrídda máli, og hvønn leiklut Bretland hev­ ur havt í Irak frá 2001 til juni í ár. Hoyringin skal varpa ljós allar politiskar, diplomatiskar og løgfrøði­ ligar spurningar, sum vóru frammi upp undir sjálva innrásina. Harafturat skal hon fáa greiði á, hvørjar ætlanir vóru um sjálva her­ setingina, eftir at Saddam Hussein var fallin, hvørja útgerð og hvønn førleika teir bretsku hermenninir høvdu, og hvørja viðferð krígsfangar fingu. Høvuðsmálið við hoyr­ ing ini er at fáa fram, hvat er hent, og hvat ein kann læra av tí. Ætlanin er ikki at leita eftirt syndabukkum, sjálvt um leiðarin fyri hoyringini, Sir John Chilcot, ikki hevur dult fyri, at tann endaliga frágreiðingin fer at finnast at einstaklingum og skipan­ um, um tað verður hildið neyðugt. Leikluturin hjá Blair Tað, sum serliga hevur áhuga, nú kanningin er byrj að, er leikluturin hjá Tony Blair og avgerðirnar, sum hann tók upp undir innrásina. Blair skal ikki fyri hoyringarnevndina fyrr enn í januar, men longu sein asta vikuskiftið avdúk­ aði blaðið Sunday Telegraph nakrar lekar, sum tykjast prógva, at Blair duldi týðandi upplýsingar, og at hann villeiddi Parlamentið og almenningin í spurning­ inum um, hvussu væl fyri­ reikað Bererland var til at fara í kríggj. Í eitt heilt ár avsannaði Blair øll tíðindi um, at Bret­ land hevði ætlanir um at fara í kríggj við Irak, hóast hann visti, at bretska her­ leiðslan hevði fyrireikað eina hernaðarliga innrás síð­ ani í februar í 2002. Í juni sama ár var Bretland umboðað á einari sera loyni­ ligari ráðstevnu, sum var í USA, har umboð fyri tey bæði londini og Avstralia umrøddu eina møguliga innrás í Irak. Ein mánað aft­ an á ráðstevnuna fekk Blair ein beinleiðis spurning í Parlamentinum, har ein tinglimur vildi hava at vita, um Bretland fyrireikaði eina møguliga innrás í Irak. Svarið frá forsætisráð harr­ anum var nei. Í september almannakunngjørdi Blair so skjalið, sum skuldi vísa, at Saddam Hussein hevði hóp­ oyðileggingarvápn, men hann avsannaði fram vegis øll tíðindi um, at land ið hevði ætlanir um at leypa á Irak, eins og hann helt uppá, at ongar hern aðarligar fyri­ reikingar høvdu verið. Illa útgjørdir hermenn At Blair valdi at avsanna øll tíðindi og allar gitingar um eina komandi innrás fekk álvarssamar avleið ing­ ar fyri fyrireikingarnar til kríggið. Tað var at kalla vón leyst at fyrireika her­ menninar til kríggj, tá alt skuldi fara fram í tí dulda, og tí bar heldur ikki til at bíleggja og at keypa ta neyð ugu útgerðina. Skjøl, sum blaðið Daily Telegraph, hevur fingið fatur á, og sum eru frágreiðingar frá sam­ røðum við leiðandi heryvir­ menn, vísa, at hermenninir vóru illa útgjørdir. Eitt nú høvdu teir ikki skottryggar vestar, og útgerðin, sum skuldi verja teir ímóti evna­ frøðiligum vápnum, kom ikki fyrr enn langt aftan á sjálva innrásina. Harafturat høvdu her­ deildirnar so lítið av lóðuri, at tá hermenninir vórðu send ir avstað í kríggið, høvdu teir bara fimm kúlur við sær í part. Í skjølunum hjá Daily Telegraph eru fleiri her­ yvirmenn endurgivnir fyri at siga, at tað fyrireikandi og kunnandi arbeiðið, sum verjumálaráðið og uttan­ ríkis ráðið høvdu ábyrgdina av, var syndarligt. Eingin friðarætlan Teir bretsku hermenninir, sum vóru við í innrásini í Irak, høvdu eitt serligt bræv við sær í viðførinum. Bræv­ ið var frá bretska for sætis­ ráðharranum til tað irakska fólkið. Har stóð millum ann að, at so skjótt stýrið hjá Saddam Hussein var fallið, fór arbeiðið at byggja eitt nýtt, frælst og sameinað Irak í gongd. Men sambært heryvirmonnunum vóru ong ar ætlanir um, hvussu teir skuldu vinna friðin, og teir fingu heldur eingi boð ella ráð við sær heiman. Alt hetta og nógv onnur viðurskifti verða drigin fram tær næstu vikurnar og mánaðirnar. Hetta til jóla fer hoyringarnevndin ser­ liga at avhoyra týðandi em bætisfólk í verjumála­ ráð num og uttanríkis ráð­ num. Aftan á jól standa politikararnir so fyri tørni. Sum nevnt hevur tað, sum Tony Blair fer at siga, ser­ liga stóran áhuga, men tað er eisini stórur áhugi fyri tí, sum fyrrverandi leiðarin fyri fregnartænastuni MI6, Richard Dearlove, fer at siga. Hann stóð á odda fyri fregnartænastuni í tíðini und an innrásini í Irak og hevur verið fyri hvøssum at finningum, tí hann gav Tony Blair gamlar og óálít­ andi fregnartænastu frá­ greið ingar um Irak. Nú skal Tony Blair verja seg og sínar avgerðir Myndir av nøkrum av teimum bretsku hermonnunum, sum eru falnir í Irak síðani innrásina Mynd: AP Her vitjar Tony Blair bretskar hermenn í irakska býnum Basra í 2004. Nú skal hann svara atfinningum um, at hermenninir vóru als ikki fyrireikaðir ella útgjørdir til kríggið Mynd: AFP Skeivur fiskivinnupolitikkur Fyrrverandi íslendski fiskimálaráðharrin Halldór Ásgrímsson skrivar í grein í fleiri evropeiskum bløðum, at fiskivinnupolitikkurin hjá ES er fullkomiliga miseydnaður, og at samveldið eigur heldur at læra av Norðurlondum, tá tað snýr seg um at skipa fiskivinnuna. Millum annað mælir hann ES­londunum til tiltøk, sum skulu forða fyri, at fiskur verður blakaður aftur í havið, eins og hann mælir ES­myndug­ leikunum til at lata vinnuna vera við til at avgera, hvussu fiskirættindi skulu býtast, og hvussu veiðan skal leggjast til rættis. Saab í klønum tráð Nú Koenigsegg hevur slept ætlanini at keypa bilverk­ smiðjuna Saab, kann væl henda, at verksmiðjan letur aftur, og at Saab fer í søguna. Vælvitandi keldur siga, at General Motors, sum eigur Saab, hevur bara tvinnar møguleikar, nú handilin við Koenigsegg varð av ongum. Annaðhvørt fer GM undir eina nýggja sølutilgongd, ella at verksmiðjan fer á húsagang og letur aftur. Samstundis verður staðfest, at vónirnar um sølu eru smáar, tí eingin keypari er, skriva svenskir fjølmiðlar. Koenigsegg mátti sleppa ætlanini at keypa Saab, tí fyritøkan fekk ikki ta neyðugu fíggingina, sum var um tríggjar milliardir krónur.