mikudagur 25. november 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 226 - 25. november 2009
Ein dómur hjá ES sig
ur, at flogfeløg skulu
rinda upp í 600 evrur
til hvørt ferðafólk, um
flogfarið verður seink
að í meira enn tríggj ar
tímar. Stjórin á Air
Greenland er bangin
fyri, at hetta fer at
dýrka ferða seðlarnar
til Grøn lands. – Mann
kann rokna við, at tað
verð ur ein paralellur
mill um Føroyar og
Grønland, sigur Magni
Arge, sum tó ikki vil
gera nakra veruliga
niðurstøðu um dómin
FlogFerðsla
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
ES dómstólurin hevur gjørt
av, at flogfeløg skulu rinda
hvørjum ferðandi upp í 600
evr ur, um fráferðin er
seink að meira enn tríggjar
tím ar.
Hóast hvørki Grønland
ella Føroyar eru við í ES, so
vil stjórin í Air Greenland,
Michael Binzer, ikki úti
loka, at henda avgerð fer at
ávirka
flogferðirnar
úr
Dan mark til Grønlands.
Magni Arge, stjóri á
Atlants flogi, vil hinvegin
ikki gera nakra niðurstøðu
um málið enn.
– At síggja til ger tað ikki
mun. Men vit kanna málið,
um tað kann ávirka, sigur
Mag ni Arge.
Hann leggur tó afturat, at
paralell ir kunnu dragast
mill um Føroyar og Grøn
land.
– Mann kann rokna við,
at tað verður ein paralellur
millum Føroyar og Grøn
land, sigur Magni Arge.
Hinvegin dugir Magni
Arge illa at ímynda sær, at
veð ur kann geva hesar stóru
bøtur nar.
– Vit stin ga ein fing ur í
jørð ina, áðr enn vit gera
nak ra nið ur støðu, men eg
dugi ikki at ímyn da mær, at
bøt ur verða giv nar, um
mann ikki fær flog ið fyri
veðri, sig ur Mag ni Arge.
Men aftur her leggur
stjórin á Atlantflogi afturat,
at tað ikki sær út til, at
reglu verkið
hevur
tikið
støði í viður skift um sum
teim um í Føroyum og
Grøn landi.
Rakar øll
Sambært
Grønlendska
Kring varpi num er støðan
so leið is, at flogferðir úr
Grøn landi ongantíð kunnu
ávirk ast av hesum dómi
num, men tað eru flog ferð
irn ar niður til Danmarkar,
sum kun nu verða ávirk að ar.
Atlantsflog og Statens
Luft fartsvæsen kanna hvør
í sínum lag, hvørja ávirkan
hetta kann hava, og tað
undrar ikki stjóran í Air
Green land, at umfatandi
kann ingar verða gjørdar av
dómi num.
– Tað er klárt, at Statens
Luftfartsvæsen eisini tekur
støðu til spurningin, tí tað er
ikki bara Air Greenland tað
rakar,
tað
rakar
í
prinsippinum øll flogfeløg,
sum flúgva inn og út úr ES,
sigur stjórin í Air Greenland
við KNR.
Hinvegin ivast Magni
Arge stór liga, um tað kem
ur at raka Atlants flog, tí
hann dug ir ikki at ímynda
sær, at flog ferðir, sum
verða seink aðar av veðri
verða ávirk aðar.
– Tað sær út sum, at dóm
ur in er komin fyri at forða
flogfeløgum at seinka ferð
um av øðrum orsøkum enn
trygd. Tí tað er eisini ein
spurningur um trygd. Ber
ikki til at flúgva, so ber ikki
til at flúgva, sigur Mag ni
Arge.
Ferðaseðlar
dýrka nógv
Magni Arge vil onki siga,
um hvørja ávirkan hesin
dóm u rin kann hava á flog
ferðaseðlarnar
hjá
Atlantsflogi fyrr enn málið
er kannað.
Stjórin í Air Greenland
hev ur somu støðu, men
hann sigur eitt vet meira
um prísirnar.
– Tað er ov tíðliga at siga
nakað um, men hava vit
eina fráferð, sum verður
út s ett meira enn tríggjar
tím ar, so merkir tað ein
út reiðslu
á
meira
enn
700.000 krónur fyri hvørja
frá ferð, og so nýtist mann
ikki at vera ein stórur mate
matik ari til at finna útav, at
tað
verður
dýrt,
sigur
Micha el Binzer við KNR.
Nýggj flogruta
Næsta summar fáa fólk betri møguleikar at ferðast
loftvegis millum Ísland og Grønland. Í gjár bleiv
kunngjørt, at flogfelagið Air Greenland fer at flúgva
millum Nuuk og Reykjavík eina ferð um vikuna í
tíðarskeiðinum frá 26. juni til 4. september næsta ár.
Herumframt flýgur felagið millum Nuuk, Reykjavík og
Narsarsuaq uttan fyri háárstíðina. Air Greenland sigur, at
eitt endamál við teirri nýggju rutuni er at geva ferðafólki
betri møguleikar at ferðast til Evropa og USA ella til
Grønlands umvegis altjóða flogvøllin í Keflavík.
Dýrari at drekka
Fær eitt uppskot hjá íslendsku stjórnini meiriluta í
Altinginum, verður tað dýrari hjá íslendingum at keypa
rúsdrekka og sigarettir næsta ár. Eftir uppskotinum
hækkar avgjaldið á rúsdrekka og tubbaksvørum 10
prosent, og tað er mett at geva ríkiskassanum eina
milliard íslendskar krónur eyka næsta ár. Morgunblaðið
skrivar, at verður uppskotið samtykt, merkir tað, at
avgjaldið á rúsdrekka er hækkað 42 prosent eftir einum
ári. Umframt at hækka avgjaldið á tubbaki og rúsdrekka
hevur stjórnin skotið upp at hækka avgjaldið á bensini
og olju.
ES dómur kann dýrka
flogferðaseðlar
Sambært stjóranum á Air
Greenland er vandi fyri,
at ein dómur hjá ES kann
dýrka flogferðaseðlarnar
úr ES til Grønlands øgiliga
nógv. Atlantsflog kannar
málið, men er enn ikki
komið til nakra veruliga
niðurstøðu