mikudagur 25. november 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 226 - 25. november 2009
15
viðmerkingar
Tann sum altíð brúkar
meira enn tað, sum inn
tøkan røkkur til, fer fyrr
ella seinni á húsagang. Tað
er einki so vist sum tað.
Dávid Isfeld hevði eina
grein í bløðunum hósdagin,
sum hann kallaði “Tíðinda
stubbi til Helga Abarham
sen”. Yvirskriftin ber boð
um, at greinin hevur
okkurt nýtt og spennandi at
siga frá, men tíverri vísir
tað seg, at har eru bara
gomul tíðindi.
Í innganginum verður
sagt, at Føroyar fóru á
húsagang fyrst í 90unum,
hóast vit høvdu fullan
blokkstuðul. Hetta havi eg
eftir hondini hoyrt rættiliga
ofta, og tað virkar sum at
fólk vilja brúka tað sum
okkurt slag av prógvi um,
at blokkstuðulin er
skaðiligur.
Sjálvandi ber væl til at
fara á húsagang, líkamikið
hvussu stór inntøkan er.
Tann sum altíð brúkar
meira enn tað, sum inn
tøkan røkkur til, fer fyrr
ella seinni á húsagang, tað
er einki so vist sum tað.
Men eingin má halda, at
húsagangurin skyldast eini
ov stórari inntøku, og at
hann einki hevur við
útreiðslurnar at gera.
Vit fóru á húsagang við
fullum blokki, men vit
reistu okkum eisini aftur
eftir húsagangin við fullum
blokki. Tað var ikki har, ið
hundurin lá grivin.
Kunnu ikki skylda
uppá onnur
Dávid Isfeld roynir í grein
ini at geva dønum eina
størri ábyrgd av føroyska
húsaganginum í 1992.
Hann vísir á, at vit fóru av
knóranum, hóast danir
høvdu stóra ávirkan á før
oyskan búskap og politikk.
Eg kann ikki lata vera
við at hugsa um ráðgev
andi nevndina hjá forsætis
málaráðnum. Hon kom
einaferð um árið til Føroya
við eini frágreiðing, sum
ofta var sera kritisk mót
vegis førda
búskaparpolitikkinum,
men føroyingar lurtaðu
ikki eftir teimum. Vit vistu
betur og kendu føroysk
viðurskifti o.s.fr. Úrslitið
var, at hesir serfrøðingarnir
fóru sum flongdir hundar
av landinum aftur, men nú
tá syndabukkar skulu
finnast, er sjálvandi lættast
at siga, at danir høvdu ein
týðandi leiklut í Føroyum.
Hvussu stýrdu danir
føroyska búskapinum í
80unum? Hvat fyri innlit
og eftirlit høvdu teir
(annað enn ráðgevandi
nevndina, sum vit ikki
lurtaðu eftir)? Hvat høvdu
loysingarfólk sagt, um
danska stjórnin hevði sett
Føroyar undir fyrisiting,
ella á annan hátt hevði
blandað seg uppí búskap
arpolitikkin í Føroyum?
Dávid vísir á, at danir
umsótu nógv fleiri málsøki
í 80unum, enn teir gera í
dag, men tað er heldur ikki
rætt, tí flestu málsøki, sum
eru yvirtikin tey seinnu
árini, vóru í praksis yvir
tikin eftir grein 9 í heima
stýrislógini longu í
70unum.
Spælir við tilvildarligum
tølum
Fyri at prógva, hvussu
lítlan týdning blokkstuðul
in hevur, spælir Dávid
Isfeld við ymiskum tølum.
Hann samanber blokk
stuðulin við bruttotjóðarúr
tøkuna nú, í 1992 og í
2002, og niðurstøðan er
(ikki heilt óvæntað), at
blokkurin fær minni og
minni týdning.
Men hví rokna blokkin
sum part av bruttotjóðar
úrtøkuni? Hví ikki heldur
samanbera við úrslitið hjá
landskassanum? Føroyski
búskapurin (bruttotjóðar
úrtøkan), hevur tað sum
heild gott, men landskassin
(sum er tann, sum hevur
mist skerda blokkin) er í
kreppu.
Skulu vit trúgva Dávidi
Isfeld, so hava vit havt
21% í búskaparvøkstri
síðani 2002, og kortini er
úrslitið hjá landskassanum
farið úr 700 mió. í avlopi
til 800 mió. í halli. Rokna
so blokkin sum prosentpart
av avlopinum áðrenn og
aftaná niðurskurðin.
Peningaligt ískoyti
Ímóti endanum á greinini
sigur Dávid Isfeld, at
blokkurin er eitt peninga
ligt ískoyti og einki annað.
Har eri eg púra samdur.
Hvat annað skuldi hann
verið? Men lat meg spyrja
ein spurning:
Tú hevur tveir penga
kassar, sum báðir eru tóm
ir. Tú leggur tvær krónur í
annan kassan og eina
krónu í hin. Hvørjum av
kassunum kanst tú so taka
fleiri pengar úr aftur (hon
um sum tú legði eina krónu
í, ella hinum, sum tú legði
tvær krónur í)? Er ikki
okkurt samband ímillum
tað sum fer niður í kassan,
og tað sum kann takast úr
honum aftur?
Tað er eingin kunstur at fara á húsagang
løgtingsmaður
Helgi
AbrAHAmsen
Sum so ofta, haldi eg, at
Hanus Kamban reisir áhuga
verdar spurningar, men
grundleggjandi í fordómum
er, at fordómar eru meting
uttan nóg gjølligt innlit.
Eftir at hava lisið grein
ina hjá Hanusi Kamban í
Sosialinum undir heitinum
“Føroysk kjakmentan”, má
sigast, at tað tykist, sum
hann kennir seg ikki sørt
sviknan av, at føroyski
mentanarbulurin ikki náddi
tær hæddir, hann hevði
vónað og roknað við.
Hann gevur háskúlans
monnum og Kristini í Geil
sum vera mann, og sum
hesir eisini hava uppiborið,
góðan karakter fyri víð
skygni, fyri góðan argu
mentativan førleika sam
stundis sum hann undrast á
teirra vitan.
Hinvegin er tað, honum
ikki óvanligt, at geva m.a.
vaksandi tali av religiøsum
trúarbólkum vánaligan
karakter, fyri at hava givið
eyðkenni av sínámillum
kegli og givið samfelagið
okkara eitt umhvørvi, sum
meiri minnir um eitt
avstikað spælipáss.
Her er eftir hansara met
an ikki gróðrarbotnur fyri
víðskygni í kjakmentan.
Í bókini, “Karriereledel
se – vejen til et bedre liv”
skrivað av tveimum døn
um, (lat meg beinanvegin
siga, at hetta er ikki nøkur
andalig bók), har partur av
einum kapituli viðger
fordómar, staðfesta hesir
einaferð enn, at fordómar
eru “metingar, ið verða
gjørdar, uttan at hava gjøl
lig innlit ella grundarlag”.
– Sjálvandi ongin veit alt.
Kann geva eitt dømi: Í
eini kringvarpsending
segði fyrrverndi starvs
felagin, Høgni Hoydal, tá
hann var spurdur, hvat han
las, vísti hann á ymist. So
legði hann afturat: “Eg lesi
alt, sum kemur út á føroysk
um”. Eg hugsaði beinan
vegin kanska í fordómi,
“mann hann nú lesa alla ta
ørgrynnu av bókum og lesn
aði, sum t.d. kemur út á for
lagnum Leirkerinum”. –
Ja, hvør sigur, at hann ikki
ger tað. Tað hevði verið
gott, hóast eg ivist. – So
leiðis ivist eg ofta um inni
lit í totala samfelagið, hjá
einum og sama persóni.
Samfelagið altíð
samansett
Hanus Kamban er áhuga
verdur og vitandi høvundur,
hevur sjálvsagt ávísa breidd
innan sítt øki, men tá hann í
so mongum av greinum sín
um gevur “trúarrørslunum
skuldina fyri”, at føroyska
samfelagið ikki náddi teir
mentanarligu tindar, hann
kundi ynskt, so er hetta ov
bíligt, grunt, fordómsfult og
óumhugsað.
Haldi ikki, at trúarrørsl
urnar hava “avstikað” sam
felagið og heldur ikki sett
okkum uttanfyri heimssam
felagið. Tvørturímóti.
Trúarrørslurnar og kirkjan
hava ídag helst mest um
fatandi “globaliseringina” í
samfelagnum og gjalda tað
mesta sjálvi. – Tað verður
bara ikki so nógv rópt upp
um tað, ja, kanska verður
ov lítið kunnað. Men hetta
er annað og ólíkt arbeiði.
Men sjálvandi eru trúar
rørslurnar ikki uttan lýti.
Ísland fekk sína bíbliu í
1584, meðan føroyingar
ikki fingu sína fyrrenn í
1949 og síðani aðra týðing
1961. Fyri nú 30 árum
síðani, sat eg á fyrilestri í
Kópavogi í Íslandi, har ein
av kendu íslendsku mál
frøðingunum tá helt fyri
lestur. Í fyrilestrinum segði
hann m.a., at ein orsøk til,
at íslendska málið stóð so
sterkt var, at teir fingu sína
bíbliu so tíðliga, og legði
hann afturat, at tað vísti
seg, at allastaðni har bíbli
an var týdd til “hjartans”
málið, stóð málið seg væl.
Hon hevði eisini málsliga
sera stóran týdning fyri
fólkið.
Víðfevnda tøgnmentanin
Spurningurin er tí, gav
mentanarfólkið í Føroyum
Victori Danielsen nóg
dyggan ans, og lærumeist
ara hansara Jákupi Dahl.
Og spurningurin er eisini:
“Hvussu stóran ans høvdu
Hanus Kamban og hansara
starvsbrøður givið Victori
tá, hesum vælgávaða
manni, men sum ikki
hoyrdi til mentanarelituna,
og kanska enn minni ídag.”
Vendir tøgnmentanin ikki
eisini tann vegin, hóast hann
ikki hevði trongd til at hoyra
til mentanarelituna! Og hvør
er førur fyri at gera upp í
hesum?
Vit eiga at minnast til, at
eitt samfelag er uppbygt á
fjøld av ymiskligum súlum,
mentanarligar, vinnuligar,
heilsu, sosialar, viðgerð av
yngri og eldri, á sjógvi og á
landi,og nógvar afturat, eg
vil pástanda, at tá vit hava
eina – eftir meting hjá
Hanusi – so skinkluta kjak
mentan, kemur hetta helst
eisini av, at øll eru ikki eins
væl fyri, skrivliga og munn
liga, at vera við í kjakinum,
sum t.d. hann er. Hetta er
ikki so einfalt ogher er onki
antin/ella men alt er bæði/
og, um gjøgnumbrot skulu
fremjast.
Ofta havi eg hugsað, tá
ávísir samfelagsbólkar
hava verið álopnir, hví
hesir ikki verja seg. Nei
hesir, antin tíma teir ikki, tí
eingin veit, hvar rásin end
ar, ella verður sagt, “lat
hatta bara fara aftur við
borðinum”. Kann vera eis
ini at orkan ikki er til tað.
Tað er nokk so stuttligt,
tá Hanus tekur til um fólk:
“Eg mundi skrivað eitt
lesarabræv”, ella “Eg var
tætt við at taka telefonina”
o.s.fr. – Ja, eg havi kent
nógv av tílíkum fólkum.
Men, skulu tey ikki hava
rætt til tað. Ofta havi eg
hugsað, er ikki nóg nógvur
ófriður í heiminum!
Inntikin skattur í rakstur
Nú nevnir hann eisini, at:
“Politikarar tykjast hava
gloymt, at teir sjálvir hava
skapt hesa støðu (hallið á
fíggjarlógini), tí teir fyri
fimm árum síðani, á einum
búskaparligum tindi, sýttu
fyri at taka tað inn í skatti
sum tíðin og vælferðin tá
loyvdu og kravdu”.
Søguliga kann í øllum
førum prógvast, at verður
tikið meiri og meiri inn í
skatti og gjøldum, fer hetta
út í øktan rakstur. – So her
eru mong ósamd við
Hanusi í tí “harmiliga”, at
ikki fleiri pengar vóru
tiknir frá fólki. – Hava
krøvini frá stovnum og
leiðslum nakrantíð verið
størri og meiri ágangandi
enn ídag, nú optimalt
verður tikið inn, og trýr
Hanus veruliga, at vit
fingu eins nógv fyri
krónuna, sum hon er verd,
við at tikið meiri pening
frá fólki, fyri aftur at fáa
tað út í “niðursettan, meiri
bureaukratiskan og minni
dynamiskan” rakstur? – Eg
trúgvi ikki!
Ofta, tá akademikarar
skriva, og seta harðari krøv
til samfelagið, enn okkara
framleiðlsa, útflutningur
og soleiðis okkara brutto
tjóðarúrtøka loyvir, haldi
eg at teir seta ov smá krøv
til sín sjálvs.
Ymiskliga mentan -
ongan metropol
Tá hetta er sagt, og nógv
átti at verið sagt afturat, tí
fleiri spurningar og
staðfestingar eru í greinini
m.a. um djarvar bøndur,
bakkamenn og sjómenn,
samstundis sum Hanus
spyr, “hvar er dirvið hjá
okkara intelektuellu”! Tað
er spurningur, sum verður
standandi, til onkur
gløggur pennur svarar.
Eisini viðgerð hann
“sussimentanina”. Vit
skulu minnast til, at tað eru
ikki bara føroyingar, sum
“sussa”. Heldur ikki eru
tað bara føroyingar, sum
hava eina “tøgnmentan”,
men her sæst tað so væl, tí
landið er lítið, tí personi
fiserað, og vit eiga ongan
metropol og langt frá tí,
sjálvt um onkur droymir.
Sum ofta, so haldi eg, at
Hanus Kamban reisir fleiri
áhugaverdar spurningar,
har summir kunnu vendast,
aðrir kunnu standa ósvar
aðir og opnir, síðani er tað
grundleggjandi innihaldið í
fordómum, sum er “meting
við ov lítlum innliti”. – Tí
ongin veit alt!
Ongin veit alt
JógvAn við
Keldu
www.dekkmaster.fo
info@dekkmaster.fo
telefon 227 000
So er aftur tíð...