Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-25, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. november 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 226 - 25. november 2009 17 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Jákup Thorsteinsson, søgufrøðingur, ættaður úr Havn, andaðist í Keypmannahavn sunnudagin, 66 ára gamal. Charlotta Djurhuus, Porkeri, vanliga nevnd Lotta, andaðist á Suðuroyar Sjúkrahúsi sunnudagin, 92 ára gomul. Andlát og jarðarferðir Dagurin 25. november. Katrin, deyð umleið ár 300. Halgisøg­ urnar greiða frá eini vakrari og klókari prinsessu í Aleksandriu, sum mangir hábornir menn bóðu um, líka keisarin. Men hon vildi ongum játtast, tí at Kristus var hennara sanni brúðgómur. Hon viðgekk alment kristnu trúgv sína og varð tikin av døgum. Hon varð jarðað á Sinaifjalli, har eitt katrinarkleystur er bygt yvir grøv hennara. Navnið er grikst og merkir hin reina, hin óspilta. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) 70 ára føðingardagur Mikudagin 25. nov. verður Sólrun Lómstein, á Toftum, 70 ár. Føðingardagin eru øll vælkomin til sangløtu í Nebo á Toftum kl. 19. 80 ára føðingardagur Mikudagin 25. nov. verður John Høj, Klaksvík, 80 ár. Dagurin verður hildin í Bøgøtu 2, frá kl. 17­23. Øll eru hjartaliga vælkomin. 80 ára føðingardagur Hósdagin 26. nov. verður Jana Poulsen, vanliga nevnd Jana í Garði, Strendur, 80 ár. Dagurin verður hildin hjá dóttrini Maritu á Fríðufløtum 2, frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. 90 ára føðingardagur Mikudagin 25. nov. verður Fredrik Jacobsen, Klaksvík, 90 ár. Dagurin verður hildin á Klaksvíkar Sjómansskúla, Garðavegur 11, leygardagin 28. nov. frá kl. 16. Silvurbrúdleyp Sunnudagin 18. okt. høvdu Birgit og Hanus Hansen, klaksvík, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 12. des. kl. 19 í Badmintonhøllini í klaksvík. Tey sum ynskja at gleðast saman við silvurbrúðarparinum, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 227479 ella 455592. Ella við at skriva til: bsh@ post.olivant.fo áðrenn 3. des. Silvurbrúdleyp Týsdagin 24. nov. hava hjúnini Oluffa og Niels Andreasen, Klaksvík, silvurbrúdleyp. Dagurin verur hildin í K.F.U.M & K Klaksvík, fra kl. 18, har øll eru hjartaliga vælkomin. Silvurbrúdleyp Týsdagin 29. des. halda við bæði, Pálin og Henry Olsen, Rituvík okkara silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin við veitslu í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tit, ið ynskja at gleða okkum við at koma, kunnu siga frá á tlf. 219134 (Henry) ella 223534 (Pálin). Til ber eisini at senda ein teldupost: henry­o@olivant.fo ella palin.olsen@skulin.fo áðrenn 15. desember. Gullbrúdleyp Leygardagin 5. des. kunnu hjúnini Edith og Páll Klettskarð, í Haraldssundi, halda gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Haraldssundi í millum kl. 12 og 17. Tey, ið vilja gleðast saman við okkum, eru hjartaliga vælkomin. Diamantbrúðleyp Fríggjadagin 4. des. hava Kirsten og Daniel Næs, Hvalba, diamantbrúðleyp. Tey, sum vilja heilsa uppa diamantbrúðarparið eru vælkomin hjá Monu og Eliesar, Toftavegur 15, frá kl. 14­19. Diamantbrúðleyp Fríggjadagin 27. nov. hava Anna og Jákup Kass, Strendur, diamantbrúðleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 28. nov., saman við familjuni. Diamantbrúðleyp Mánadagin 30. nov. hava Paula og Peter F. Christiansen verið gift í 60 ár. Dagurin verður hildin 29. saman við børnunum á Jagtvej 213, 7­4, 2100 København Ø. merkisdagar Mánadagin 16. november fylti Sigurd Simonsen í Hoyvík 90. Hóast høga aldurin er Sig­ urd framvegis virkin innan føroysku ferðavinnuna við ferðamannastovuni Hoyvik­ ing Tours. Sigurd byrjaði at arbeiða við turistum í 1956 á Ferða­ mannastovuni, sum tá helt til á Hotel Hafnia. Í 1958 flutti Ferðamanna­ stovan oman á Kongabrúnna, í bygningin sum Tryggingar­ felagið Føroyar eigur í dag. Har var nógvur aktivitetur við ferðafólkum, hýruvogn­ um og bussum, tá ferða­ mannaskipini komu á Havnina. Í 1985 byrjaðu Sigurd og konan, Renata, teirra egnu ferðaskrivstovu, sum í 1988 bleiv til Faroe Travel, og sama ár byrjaði Sigurd fyri seg sjálvan undir navninum Hoyviking Tours, sum hann framvegis rekur. Sigurd er kendur fyri at duga væl at leggja til rættis og at skipa fyri. Áðrenn summarsesongin byrjar, fáa bussførarar og ferðaleiðarar yvirlit yvir hvørji skip koma og nær. Har kunnu tey so tekna seg til teir ymisku túrar­ nar. Í góðari tíð fáa tey eina koyriætlan, har hædd er tikin fyri øllum, heilt niður í smálutir. Meðan ferðamanna­ skipini eru her, bjóðar Sigurd kaffi og køkur til bussførarar og ferðaleiðarar úr viðføris­ rúminum á bili sínum. -red Sigurd Simonsen 90 ár Sigurd Simonsen í sínum rætta umhvørvi - millum bussar og ferðamannaskip sum hevur ein merkisdag, sum t.d. ein rundan føðingardag, brúdleyps­ dag, starvsdag ella onkran, ið hevur fingið nýtt starv e.a., so sig okkum frá hesum. Send nøkur orð og eina mynd til: Postsmoga 76 110 Tórshavn Sosialurin · Postboks 76 · FO-110 Tórshavn Veitst tu um onkran... Tú ert eisini vælkomin inn á gólvið í Miðlahúsinum ella ringja tlf 341800. Eisini ber til at senda ein teldupost til: post@sosialurin.fo