Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-25, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. november 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 226 - 25. november 2009 Mikudagin 25. nov. Eiðis prestagjald kl. 20 verður hugnaløta í prestagarðinum á Eiði við drekkamunni. Heri Joensen, prestur, hugleiðir. Gudstænastur 29. nov. Havnar kirkja: kl. 11 Sonja Klein. Talvan gongur fyri Føroysku Sjómanskirkjuna. Hoyvík: kl. 11 Bjarni Bæk. Talvan gongur fyri Føroysku Sjómanskirkjuna. Kaldbak: kl. 12 Ann D. Hansen. Talvan gongur fyri Føroysku Sjómanskirkjuna. Vesturkirkjan: kl. 11 Heri Joensen. Dropar syngja. Kirkjukaffi. Okkurt gott til børnini eisini. Argja kirkja: kl. 11 Bergur D. Joensen. Sunnu­ dagsskúlabørn ganga Luciu, og barnakórið syngur. Kirkju­ kaffi. Okkurt gott til børnini. Christianskirkjan: kl. 11 Magnus Brahé Jørgensen, altarg. Nýggjur Messuakul. Talvan gongur fyri Sjómans­ kirkjuni. Konfirmantarnir várið 2010 byrja at ganga til hósdagin 26. nov. kl. 17 í kirkjukjallaranum. Tilfar og kunning. Foreldur eru vælkomin við. Fríðrikskirkjan: kl. 11 Familjuguðstænasta. Øll vælkomin til morgunmat kl. 09.30 (Kirkjan fyllir 15 ár) Fuglafjørður: kl. 12 familjugudstænasta, Uni Næs saman við sunnudags­ skúlanum. Eftir gudstænast­ una adventshugni í kirkju­ kjallaranum. Tvøroyri: kl. 11 Símun P. Jacobsen Hvalba: kl. 12.30 Símun P. Jacobsen Sandvík: kl. 18 Símun P. Jacobsen Gøta: kl. 12.30 Familjuguðstænasta (offur­ gongd fyri kirkjuna). Øll væl­ komin til morgunmat kl. 10. Vágur kl. 11 & røktar­ heimið á Tvøroyri kl. 16 & sjúkrahúsinum kl. 17, Patrick de Neergaard. Talvan gongur fyri Føroysku Sjómanskirkjuna. Bøur: kl. 11 David Johannesen. Glyvra kirkja: kl. 11 gudst. og sunnudagsskúli, altargangur, Meinhard Bjartalíð. Talvan gongur fyri Føroysku Sjómanskirkjuna. Rituvíkar kirkja: kl. 19 »Teir sjey lestrarnir«. Eftir gudst. verður adventshugni í missiónshúsinum. Haldórsvík: kl. 12 Niels Pauli Danielsen. Kvívík: kl. 12 Theodor E. D. Olsen, barnaguðstænasta. Sjóvar kirkja: kl. 12 Henning Bøgesvang. Selatraðar kirkja: kl.16 Henning Bøgesvang (Kingokórið syngur) Aftan á verður kirkjukaffi í missiónshúsinum. Eiði: kl. 12 Emil Olsen, messa. Norðskála: kl. 17 ljósgudstænasta (samvera aftan fyri í kirkjuni aftaná) Emil Olsen. Talvan gongur í øllum kirkjum í Eiðis prestagjaldi fyri Hina Føroysku Sjómanskirkjuna. Mikladalur: kl. 12 Hanus á Gørðum altarg. Talvan gongur fyri Føroysku sjómanskirkjuna. Viðareiði: kl. 12 Elsa Funding Sandur: kl. 12 Jákup R. Hansen, altarg. Talvan gongur í Sandoyar prestagjaldi fyri Føroysku Sjómanskirkjuna. Hoyvíkar kirkja Sunnudagin kl. 16, verður eitt felagskirkjuligt tiltak í Hoyvíkar kirkju. Tað eru Oasan, Lívdin og Hoyvíkar kirkju, ið skipa fyri. Á skránni er: børn úr Oasuni, Lívdini og Hoyvíkar kirkju fara at framføra jólaevangeliið sum sangleik. Sunnudagsskúlabørn úr Hoyvíkar kirkju, kór úr Oasuni og Lívdini fara at syngja, og nakrar gentur úr Lívdini fara at framføra drama. Tiltakið byrjar kl. 16 og aftaná eru øll vælkomin í kirkjukjallaran til kaffi og eplaskivur. Sunnudagin 29 nov. kl. 20 hevur G.H.M. konsert. Hósdagin 17. des. kl. 19.30 hevur Føroya Musikkskúli konsert. Sunnudagin 20. des. kl. 16 hevur kórið "Tarira" jólakonsert Katólska kirkjan Hvønn gerandisdag kl. 17.30 messa í Kerit. www.katolsk.fo Evangeliihúsið, Tróndargøta Mikudagin kl. 17.15 barnakórið venur. Hósdagin kl. 19.30 Chicks Rule (fyri gentur úr 13 árum) og Laminen (fyri dreingir úr 13 árum). Sunnudagin kl. 11 familju­ og morgunmøti við barnavæl­ signilsi og sunnudagsskúla, barnakórið syngur. Mánakvøldið kl. 20 bønarmøti www.gospel.fo Aglow, Havn Aglow í Havn bjóðar til nátturða og jólahugna á Hotel Føroyum sunnukvøldið kl. 19.30. Luttøka verður úr Skopun. Tilmelding við at senda sms ella at ringja á telefon 214088 ella 259396 Kostnaður 100 kr. Kvinnur og menn verið hjartaliga vælkomin. G.H.M. Sunnukvøldið kl. 20 hevur G.H.M. konsert í Hoyvíkar kirkju. Ókeypis atgongd. Øll eru vælkomin. KFUM og KFUK í Havn Mikudagur kl. 19 í KFUM: Ten­sing kórið kemur saman. KFUM & K í Klaksvík Mikukvøldið kl. 20 Bíbliutími við Kristian Fr. Olsen. Jákupsbrævið kap.3 Kirkju- og missións- húsinum á Argjum Hóskvøldið kl. 17.30 Barnakórið venur. Kl. 20 Bíbliutími v/ Hera Joensen presti. Evni: Jes. 42, 1­9. Sunnukvøldið kl. 18 Møti v/ Jógvan og Helen, Jónhild og Bent tala og syngja. Filadelfia, Landavegur 22 Mikudagin kl. 16.30 Bøn fyri Ísrael og býnum. Kl. 18 Delli, børn 3.­ 6.fl. Kl. 20 Chill ung 7.fl.­. Hósdagin kl. 20 Bíbliutími v/Pætur Bærentsen evni: krops­teologi Leygardagin kl. 21 Flare Sunnudagin kl. 11 Morgun­ møti v/sunnudagsskúli, Hånd i hanske v/Tummas Jacobsen www.filadelfia.fo Filadelfia Vágar Mikukvøldið kl. 20 Bønarmøti. Sunnudagin kl. 11 Møti við Mariann Jacobsen. Kl. 11.30 Sunnudagsskúli. Øll eru hjartaliga vælkomin. Sjómanskvinnuringurin á Runavík, Rituvík og Hellunum koma saman í missiónshúsin­ um á Glyvrum mánakvøldið kl. 19.30. Jonna Johannesen sigur frá. Mint verður á jólapakkarnar til sjófólki. allar kvinnur eru vælkomnar. Siloa, Fuglafirði Bøn, bíbliulæra og hugnalig samvera við drekkamunni verður í Siloa mikukvøldið kl. 19.30. Páll á Lakjuni talar. Evni: 2. Pæt. 1. kap. Øll eru hjartaliga vælkomin. Soli deo Gloria Hóskvøldið kl. 20 ungdómsmøti v/Rúna Rasmussen. Sunnukvøldið kl. 18 møti v/ungdómsbólkinum. Ebenezer Mikulvøldið kl. 20 Bønar­ og uppbyggingarmøti – Talari: Róland í Skorini – Evni: 1. Kor 11. Hósdag kl. 12.30 Andakt. Kl. 18.30 Sangvenjing ­ Kassia. Kl. 20 Ungdómsmøti. Sunnukvøldið kl. 11 Minnis­ máltíð Harrans – Talari: Oddmar Færø – Evni: 1. Kor 11­12. Kl. 12 Sunnudagsskúli. Kl. 18 Evangeliskt møti www.ebenezer.fo Fríkirkjan Oasan Kirkjustræt Hósdagin kl. 17.30 Hip­Hop og Balet. Kl. 20 Ungdómsmøtið. Fríggjakvøldið kl. 20 After8. Sunnudagin kl. 11 Guðstænasta v/Juliu Zachariasen. Kl. 12 Sunnudagsskúli. Mánakvøldið Kl. 16.15­17 Barnakórið Kl. 17­18 Ungdómskórið Kl. 20 bønarmøti. Verið hjartaliga vælkomin. www.oasan.fo Frelsunarherurin Tórshavn Mikudag kl. 15 Bønarløta. Andakt á Vallalíð og Høydøl­ um kl. 19. Cellu gruppa fyri kvinnur kl. 19. Hóskvøldið kl. 20 Heima­ forbund fyri allar kvinnur.Tey ungu samlast í Høllini kl. 20 Sunnudag kl. 11 møti og sunnudagsskúli. Kl. 18 FAMILJU­TÍMI, drekka­ munnur aftaná. suppa, sápa og frelsa síðan 1865. Frelsunarherurin Vágur Mikudagin kl. 19 stór árasøla, nógvir góðir vinningar. Eisini verður loppumarknaður við nógvum spennandi lutum. Kaffi og kaka verdur eisini at fáa. Bingo, spøl: Árasøla og loppumarknaður verður í Frelsunarherinum í Vági. Øll eru vælkomin. Hóskvøldið kl. 20 streingja­ kóri trenar. Samkoman við Marknagil Skúlaheimið, Marknagilsv.75 Sunnudagin Kl. 10.30 Breyðbróting. Kl. 12 Sunnudagsskúli. Kl. 18 Evangeliskt møti. Mánakvøldið kl. 20 Bønar/ uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin Saron, Vestmanna Hósdagin barnaarbeiðið, kl. 18.30 Sunnudagin Morgunmøti við breyðbróting, kl. 11. Thabor, Fuglafjørður Í samb. við føðingardagin hjá Thabor verða hesi møtir: Leygarkvøldið kl. 19 Niels Jacob Nielsen, trúb., talar. Drekka aftaná. Sunnukvøldið kl. 18 Niels Jacob Nielsen, trúb., talar. Náttverði aftaná. Bæði kvøldini verður innsavnan fyri húsið. Getsemane, Stangaskákið 1 Hóskvøldið kl. 20.30 er ungdómsmøti. Leygarmorgun kl. 10 er morgunbøn. Sunnukvøldið kl. 18 er møti. Barnamøti er samstundis. Hvønn gerandismorgun kl. 06.15 er morgunbøn. Lívsins orð, Saltangará Mikukvøldið kl. 19.30 Bønarmøti. Kl. 20.30 Ungdómsmøti. Byrja verður við bøn kl. 20. Hóskvøldið kl. 20 Møti við luttøku frá U.I.O Noregi. Sunnudagin kl.10.30 Møti Øll hjartaliga vælkomin. Missiónshúsinum við Landavegin Hóskvøldið kl. 20 møti Sunnukvøldið kl. 18 møti v/Johan Henriksen Missiónsvika í Funningi 26 – 29 nov. 2009 Hóskvøldið kl. 20 Gullak og Jónhilda tala og syngja. Fríggjakvøldið kl. 20 Sylverius jacobsen talar Tær úr Vík syngja. Leygarkvøldið kl. 20 Tórfríður Magnussen talar Magda og Maibritt syngja. Sunnukvøldið kl. 18 Regin Høgnesen talar. Jóhan Edvard og Páll Suni syngja. Innsavnan til Heima­ missiónina. Bønarmøti er ½ tíma áðrenn møti Missiónshúsiði í Rituvík Mikukvøldið Kl. 20 Bønarmøti. Hóskvøldið Kl. 19 Juniorringur. Leygarkvøldið Kl. 20 Ungdómsmøti. Sunnudagin Kl. 14, sunnudagsskúli Kl. 19, 7 Lestrar í Rituvíkar kirkju og sungnir verða jólasangir. Missiónshúsið í Skopun Mikukvøldið kl. 19.30 bønarløta. Kl. 20 bíbliutími Matt. 26,57­75. Sunnudagin kl. 14 sunnu­ dagsskúli. Kl. 18 møti v/Margeir Toftegaard og Klæmint Sólsker, Manskórið syngur. Innsavnan til húsið. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið Libanon, Sørvágur Hóskvøldið kl. 20 kemur Sjómanskvinnuringurin saman. Mint verður á jóla­ pakkarnar. Høvið verður at keypa bøkur. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar. Meinigheitshúsinum í Havn Mikukvøldið kl. 20 Felafskóri venur . Hósdagin kl. 16 Venur gentukóri Hóskvøldið kl. 20 Ungdómsmøti v/Alfred Petersen Leygardag kl. 13 Kvinnur í bøn. Í loftstovuni í Meinigheitshúsinum Sunnudagin kl. 14 Sunnudagsskúli. Kl. 17 Møti, Sang og Vitniløta lovsangsbølkurin í húsinun luttekur. Øll eru hjartaliga vælkomin Meinigheitshúsið á Skála Mikukvøldið kl. 19.30 kemur sjómanskvinnuringurin saman til jólahugna. Mint verður á jólapakkarnar. Allar kvinnur eru vælkomnar. Meinigheitshúsið, Vágur Tórsdagin Sjómanns­ kvinnuringurin hevur pakkafest kl. 19.30 og jólapakkarnir til sjófólki kunnu latast inn. Sunnudagin Einki møti. Tilhaldið í Tórsgøtu tlf: 316491/286491 Teldupostur:tilhald@torshavn.fo Tilhaldið í Tórsgøtu, tlf: 316491/286491 Teldupostur:tilhald@torshavn.fo Opið er mánadag til fríggja­ dag kl. 9­17. Túrur: Mikudagin 25. nov. kl. 13 verður farið úr Steinatúni til Fuglafjarðar at vitja jóla­ stovuna hjá urtagarðinum Dáanum í Ribarhúsi. Aftur í Havnini kl. 17. Kostnaður 100,­ Drekkamunnur og køka íroknað. Tilmelding: 316491. Gjaldast mánadagin 23. nov. Jólasøla verður í kjallar­ anum 26.­27. nov. kl. 10­17. Leygardagin kl. 10­16 verður tombola á skránni. Tombola vinningarnir skulu latast inn áðrenn hósdagin. Mikudagur Kl. 15 Fimleikur, Dánjal Húsgarð. Hósdagur Kl. 9­11.15 Bólkur 1, Óroynd Tekstviðgerð grundskeið, Páll Poulsen, Word. Kl. 11.45­14.00 Bólkur 2, Roynd Tekstviðgerð víðkað skeið, Páll Poulsen, Wordark. Kl. 14.15­16.30 Bólkur 3, Samskifta á alnótini, Páll Poulsen, Gera viðfestir til e­mail. Kl. 10 Fimleikur, Greta Ellingsgaard. Kl. 11 Lesibólkurin: Vit lesa: ”Endurminningar” Heðin Brú. Hittast 26. nov. Vit halda til á bókasavninum. Øll áhugaði eru hjartaliga vælkomin. Kl. 14­15 Boccia í kjallaranum, Alma Poulsen. Kl. 10­17 Jólasøla í kjallaranum. Fríggjadagur Kl. 9­17 Bindiklubbur Kl. 10­13.30 Magerð, Bjørk Hendriksen. Nøkur pláss eru. Tilmelding: 316491. Kl. 10­17 Jólasøla í kjallaranum. Leygardagur Kl. 10­16 Jólatombola í kjallaranum. Drekkamunnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks. Øll eru hjartaliga vælkomin. Opið hús. Tað er altíð ein krókur í Tilhaldinum - um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin. Sunda pensionistafelag Jólaveitslan verður í Bygda­ húsinum í Hósvík 12. des. kl. 17. Seinasta freist at tekna seg er mánadagin 7. des. Á telefon 271073 ella 422152. Minnist til at hava jólapakka við. Bussur koyrir frá streyminum. Nevndin Tilhaldið Hugnin í Sandoy hevur opið mánadag og mikudag frá kl. 13 til 17. Báðar dagarnar er drekkamuður at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin. Mikudagin Myndaveving við Súsonnu í Jákupsstovu. Hósdagin myndaveving við Súsonnu í Jákupsstovu. Losjan í Havn, Tinghúsvegur 18 Fríggjadagin kl. 17 verður jólahugni Pensionistafelagið í Havn Limirnir koma saman í Losjuni, Tinghúsvegur 18, mikukvøld kl. 19, tá ikki annað er lýst. Telefon: 22 27 33 E­mail: finnurj@post.olivant.fo Eldrafelagið Nón Opið hús mánadag til fríggjadag kl. 14.30­17.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Dagtilhaldið í Fuglafirði Vit eru flutt, og møtast nú í Lonini, mánadag, týsdag (ítriv v/Rigmor), og mikudag, kl. 15­18. Eisini verður teldulæra. Ring til Jóhan Hera, tlf. 737810. Øll eldri eru vælkomin. Dagtilhaldið í Nólsoy er opið mána­ týs­ og hósdag frá kl. 13 til 17. Dagtilhaldið Blákollan á Oyri Opið er týsdag og hósdag frá kl. 14­18. Øll eldri eru hjartaliga vælkomin. Dagtilhaldið í Vági Hvønn týsdag og tórsdag frá kl. 15 til 18. Øll vælkomin. Tilhaldið Sóljan Klaksvíksvegur 35 Klaksvík · tlf. 459091 Teldupostur: dagtilhaldid@post.olivant.fo Opið er: Mánadag til hósdag kl. 13.30 – 17.30 Hvønn dag er ein góður drekkamunnur at fáa, eins og bløðini eru til taks. Møguleiki er at gera ymiskt handarbeiði, spæla kort, bobb, telva o.m.a. Hvør dagur endar við andakt og sangi. Øll vælkomin. Eldrahugni á Tvøroyri Er á kafeteria í høllini í Trongisvági hvønn onsdag í líkaviku frá kl 15 til 18. Bilur fæst til staðið við at ringja 371069 eftir kl. 13. tiltøk