hósdagur 26. november 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 227 - 26. november 2009
Vaksina tikin aftur
Í Kanada hava heilsumyndugleikarnir givið læknunum
boð um at lata ein part av koppingarevninum ímóti
Influensa A innaftur. Orsøkin er, at seks fólk fingu
ógvusligar trupulleikar við ovurviðkvæmi, eftir at tey
vóru koppsett við evninum Pandemrix, og tí bleiv avgjørt
at taka koppingarevni til 172.000 fólk innaftur.
Heilivágverksmiðjan GlaxoSmithKline, sum hevur gjørt
koppingarevnið, sigur við Reuters, at har duga tey ikki at
siga, hví tey seks fingu trupulleikar við ovurviðkvæmi av
koppingarevninum. Tey siga seg ikki hava hetta
aðrastaðni.
Stoltenberg missir stuðul
Fyri fyrstu ferð siga norðmenn, at teir høvdu havt betri álit á
Høgra-leiðaranum Ernu Solberg sum forsætisráðharra enn
núverandi forsætisráðharranum, Jens Stoltenberg. Í einari
meiningakanning siga 38 prosent, at Erna Solberg hevði verið
tann besti forsætisráðharrin, og 31 prosent halda upp á Jens
Stoltenberg. Siv Jensen, forkvinnan í Framburðsflokkinum, fær
stuðul frá 29 prosentum, og 23 prosent peika á forkvinnuna í
Sosialistiska Vinstraflokkinum, Kristin Halvorsen. Annars vísir
kanningin, at Jonas Gahr Støre, uttanríkisráðharri, er tann best
umtókti politikarin í Noregi.
Tað var um reppið, at
barnasendingarnar
hjá Elini og Óla
fóru fyri skeyti.
Men við áhaldni og
treysti hevur tað
eydnast tveimum
fjepparum at finna
so nógvar upptøkur
úr gloymskunar
goymslum, at tilfar
helst er til heilar
tríggjar fløguútgávur
Undirhald
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Mynd: Jens Kristian Vang
- Børnini hjá okkum hava
altíð elskað at lurtað eftir
fyrru fløguni, sum kom út í
2003. Tí hava vit leingi
tosað um, at finna fleiri
part ar, sigur Jógvan Ljós-
heim úr Havn, sum saman
við konuni, Amy Ljósheim,
hevur funnið eini 35 bond
við
barnasendingum
av
Elini og Óla. Sendingar,
sum øll hildu vórðu burtur
fyri altíð, tí útvarpið varð
komi at slettað tey.
Á ferð
Mong vóru tey, sum fóru
mánaferð, í sirkus ella
ballónferð við Elin og Óla
miðskeiðis
í
70’unum.
Límað til lurtitólið ferðaðust
bæði vaksin og børn í
livandi hugaheiminum, sum
tey bæði dugdu so framúr
væl at endurskapa við søg-
um og ljóði í Útvapi Før-
oya.
Men av onkrari orsøk er
tað ófyrigeviliga hent, at
útvarpið hevur mist burtur
flestu
sendingarnar
við
mentanararvinum eftir Elini
og Óla í barnaútvarpinum.
Hetta
hevur
sjálvsagt
verið stór sorg hjá mongum,
og ikki minst hjá Elini og
Óla, sála, og fjepparum frá
tíðini, tey vóru at hoyra í
útvarpinum.
Men við ídni og áhaldni
hevur tað nú eydnast at
finna fleiri sendingar, sum
privatfólk hava havt liggj-
andi øll árini. So nú hava
tey fingið til vega tilfar til
helst tríggar nýggjar fløgur
við søgum, ljóðeffektum og
tónleiki. Hin fyrsta kom út
nú í vikuni, og tær seinnu
koma vónandi út komandi
ár.
Stovnaði
Facebook bólk
Tað
var
havnarmaðurin
Jógv an
Ljósheim,
sum,
sam an við konuni, Amy
Ljósheim, tók stig til at
leita upp upptøkur frá
privatfólki kring landið.
Tey bæði hava lýst eftir
sendingum í bløðunum og
eisini á Facebook, har tey
stovnaðu ein fjepparabólk
við tí eina endamáli: at
finna gamlar upptøkur, sum
fólk høvdu liggjandi í
gloymskunnar goymslum. Í
bólkinum eru í løtuni 1237
limir, og sum sæst aðra-
staðni her á síðuni, hevur
leitanin givið frálík úrslit.
- Tankin gjørdist til veru-
leika eftir at Óli lat lív í juni
2008. Tá ætlaðu vit at fara í
morgunmarknaðin í Morg-
un sendingini. Men tað bleiv
av ongum. Heldur valdu vit
at stovna hendan Facebook
bólkin, sum nú hevur havt
við sær, at eini 35 bond eru
komin undan kavi, greiðir
Jógvan frá.
Elska Elin og Óla
- Vit hava altíð elskað Elin
og Óla, sigur 43 ára gamla
Amy Ljósheim, sum fyri 9
árum síðani varð gift Jógv-
ani Ljósheim úr Havn, sum
er 40 ár í dag. Og hon greið-
ir frá, at hon og maðurin
sum børn sótu við hvør sítt
lurtitól og livdu seg inn í
søgurnar í ávikavist Gøtu
og í Havn.
- Serliga minnist eg, tá ið
ballónin var á veg til Grøn-
lands. Í sendingini sigur
Elin ”nú eru vit beint uppi
yvir
Syðrugøtu”,
sigur
Amy, sum minnist seg
renna út á trappuna at vita,
um hon fekk eyga á
ballónina.
Græt av gleði
Men hvussu kendist tað hjá
Elini, tá hon frætti, at fólk
vórðu farin at leita eftir
gomlu pørtunum?
- Eg fann útav tí, tá eg var
á
sjúkrahúsinum
við
mammu, har Amy arbeiddi
sum er sjúkrasystir. Tá for-
telur Amy mær um bólkin
hjá sær og Jógvani á Face-
book, og hon vísir mær
síðuna. Og eg má siga, at
eg mundi farið at grátið av
gleði. Men eg fekk bara
klemmað hana og sagt takk,
sigur Elin K. Mouritsen,
sum hvørki kendi Amy ella
Jógvan áðrenn alt hetta.
Bergtóku hvørt
mansbarn í Føroyum
Elin Mouritsen og Óli Kurt Hansen
gjørdu barnasendingarnar í Útvarpi
Føroya eitt ikki so ógvuliga langt
skifti miðskeiðis í 70’árunum. Tað er
ótrúligt at hugsa um, at tey ikki vóru
har meira enn gott hálvtannað ár ella
so, tí nú, ið nærum 30 ár eru farin
síðani tey fóru hvør til sítt, eru tey
enn kend um alt landið sum Elin og
Óli i barnaútvarpinum.
Hugflog, íblástur, eldhugi, gleði,
sjarma og spontanitetur eyðkendu ta
skapandi megina í teirra
barnasendingum. Sendingar teirra
fóru um øll mørk. Hugans mørk og
veruleikans mørk. Gott tilfar til børn
skal vera markleyst, sum í
ævintýrunum ella teimum føroysku skjaldrunum. Har fer nógv fram, ið ikki ber
til, men altíð er eisini sumt, ið ikki ber til har heldur. Elin og Óli brutu eisini
hesi innaru mørk, so at veruliga alt bar til hjá teimum. Tey skaptu ein nýggjan
máta í føroyskari útvarpsgerð.
Útvarpsgerð tá var tung. Alt varð giørt við handriti og lisið upp eftir
skrivaðum teksti. Elin og Óli fóru mótsettan veg. Tey tosaðu fyrst, og redigeraðu
aftaná. Tey vóru eitt fullkomið makkarapar. Annað av teimum hevði ikki
kunnað gjørt hetta einsamalt, og heldur ikki við einum øðrum makkara. Tey
góvu hvørjum øðrum íblástur og leiddust hond íhond – fyri ikki at siga huga í
huga – út á villastu víddir, ja út um har, ið sjálvt barnsins óavmarkaða hugflog
fer. Tey høvdu slík evni, ið bert fáum er beskorið.
Ein, ið var so heppin at vera hjá, kundi uppliva at síggja tey fara inn í
útvarpsstovuna, seta seg yvir av hvørjum øðrum við mikrofonini hangandi
ímillum sín, og so síggja, hvussu tey við ongum handriti ella øðrum til hjálpar,
og uttan at hava fyrireikað nakað stórvegis frammanundan, settust at tosa
saman, eggja hvørt annað, koma við undarligum hugskotum og setningum, til
tey fóru á glið onkra leið, ið tey funnu í samveruni, til við eitt ein heil
útvarpssending var har, ið kundi halda fram í fleiri vikur eftir sama tráð.
Tey høvdu eisini evnini at flenna saman. Láturin aldaði rundan um tey, har
tey sótu íi útvarpsstovuni og skaptu sínar søgur og fóru sínar víðu ferðir.
Kanska er tað tann smittandi láturin, ið er lykilin til teirra skapanarmegi. Tað
slag av látri, ið kann bróta alt tungt og keðiligt niður, ið hópast fyri framman og
tarnar gongulag og tanka.
Elin og Óli bergtóku hvørt mansbarn í Føroyurn í orðsins sanna týdningi.
Ikki bara hvørt einasta barn, men vaksin við – menn og konur, ung og gomul.
Tað er tíð uppá, at nakað av tilfari teirra nú verður útgivið. Eg ivist ikki i, at
henda útgáva verður til gleði. Serliga hjá teimum, ið vóru børn íi 70’árunum,
men man ikki okkurt stórt ella lítið barn eisini fara á hugflog við teimum nú í
einum nýggjum áratúsund? Tað vænti eg!
Eyðun Andreassen
Professari
Barnasendingar
bjargaðar
á stokkinum
Jógvan og Amy Ljósheim við Elini K. Mouritsen millum sín