fríggjadagur 27. november 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 228 - 27. november 2009
– Tað tók okkum næstan
tveir dagar at koma til salt
oyðimørkina. Bara leiðin til
sjálva saltoyðimørkina var
so hørð, at tað nærum tók
ondina úr summum okkara.
Vegurin var avgjørt ikki
gjørdur til eina tuktuk, kilo
metur eftur kilometur av
sandi og avgjørt einki ann
að. Bakandi sól og aftur og
fram at skumpa, lyfta og
toga, 11 tímar tók tað út í
eitt i at koyra teir bert
um leið 40 kilometrarnar,
greiðir Eyðun frá.
Sluppu ikki inn
í Argentina
Í øllum hesum sandinum
vóru hundraðvís av smáum
tornadoum at síggja so
langt sum eygað rakk, og
teir sluppu eisini at koyra
beint ígjøgnum eina, sum
teir hildu var fantastiskt.
– Tá vit langt um leingi
vóru komnir yvir harða
stríðið og høvdu sovið væl,
gekk leiðin gjøgnum heim
sins størsta saltøki. Frá
einum enda í annan tók tað
okkum seks tímar at koyra.
Hetta var avgjørt eitt av
hæddarpunktunum á túrin
um, heilt fantastiskt. Tú
sært bara kritahvítt so langt
sum eygað sær. Í salt oyði
mørkini er nógv arbeiði,
meginparturin til útflutn
ings, og vit máttu entá
spyrja um veg hjá einum av
arbeiðaranum har, sigur
Eyðun.
Eftir at hava koyrt gjøg
num saltoyðimørkina komu
teir upp í fjøllini. Nú var
tað sandur og runa og nógv
ur vindur, men regni sluppu
teir undan.
Fjallakoyringin fór eisini
illa við tuktukkunum, og
teir slitu ketur í heilum. Teir
máttu improvisera og skoyta
keturnar umaftur og um
aftur,
tannhjólini
vóru
boygn að, men at enda fingu
teir ein mekanikara at um
væla.
Einaferð
koyrdu
teir
eisini skeivt einar 30 kilo
metrar, og hildu beint móti
argentinska
markinum
held ur enn paraguayska.
– So vit royndu at kroysta
okkum inn um markið við
okkara tuktuks. Vit stempl
aðu okkum út úr Bolivia og
inn í Argentina, men tá vit
so skuldu stempla okkara
tuktuks inn, høvdu vit ikki
røttu eigaraskjølini upp á
tær, eingi skjøl, sum søgdu,
at vit høvdu loyvi at koyra
teir. Tollurin í Peru til
Bolivia hevði givið okkum
skeiv skjøl, so nú høvdu vit
knappliga ólógligar tuktuks
við okkum, sigur Eyðun.
So inn aftur í Bolivia,
men eisini tá vóru trupul
leikar, so vit sótu sum kánus
sum
í
ongamannalandi.
Eftir drúgvar samrøður og
hjálp
frá
stigtakarunum
sluppu vit loksins innaftur í
Bolivia og síðani við fullari
ferð
móti
paraguayska
mark inum.
Ólíðiligur hiti
Sjálvt um marknaðar vakt
irnir undraðust á, at teimum
varð bannað atgongd inn í
Argentina, so gekk tó væl
at koma inn í Paraguay. Og
við hesum skifti landslagið
eisini.
– Eftir at hava koyrt í
fjalla lendi og á sandi, var
alt nú knappliga gras og
skógir við risatrøum. Vit
kavaðu eftir einum degi úr
4000 niður í 1000 metra
hædd, og hitin var øgiligur,
sigur Eyðun Thomsen.
Veðurumskiftið var mun
andi, og frá at verða í fleiri
løgum av klæðum og vøtt
um, koyrdu teir nú í shorts
og Tshirtum, og hitin rakk
heilt upp í 55 stig.
Tá vit komu til markið til
Paraguay var eitt verri skil.
Fólk byrjaðu at dehydrera,
høvdu onga orku og fingu
ikki luft, og tá vit koyrdu
avstað, var tað sum ein hár
turkari hekk beint framman
fyri og blásti heita luft í
andlitið. Frá markinum til
næsta bý tók einar sekssjey
tímar, og har var hvørki
matur ella drekka, og eingin
verja fyri sólini, sigur Eyð
un Thomsen.
Nú var asfalt at koyra á,
men hetta var kortini so
heitt, at tað voldi aðrar
trupul leikar, og skjótt so
brustu dekkini av hitanum.
– Vit endaðu dagin í bil
skúrinum hjá einum mekan
ikara. Vit høvdu brúkt allar
eykalutirnar, og tí var einki
annað at gera enn at sleipa,
slitnaði ein keta. Serliga í
The Grand Chaco í Para
guay, ið veruliga er onga
mannaland, gekk alt galið,
og í øllum hitanum, ið var,
kundi tað ikki verði verri,
sigur Eyðun Thomsen.
8 av 62
Hetta førdi so til, at teir
av gjørdu ikki at koyra um
dagin meira, men bert um
morgunin, kvøldið og nátt
ina.
– Trupulleikin um náttina
var sjálvandi, at um eitt hjól
brast ella ein keta slitnaði,
var so bølamyrkt, og tendr
aði tú lyktina, varð tú undir
dýktur í túsundtals flog
kyknum. Heldur ikki skorp
i ónum sluppu vit undan,
sigur Eyðun Müller Thom
sen.
Dagin eftir var tað beina
kós og við fullari ferð eftir
landsvegnum allan vegin til
Asuncion, høvuðsstaðin í
Paraguay, har teir komu
klokkan 17.30 sunnudagin
22. november.
– Vit funnu eitt hotel,
par keraðu okkara tuktuk
framm an fyri einum svimji
hyli og lupu so útí, sigur
Eyðun.
Ferðin strekti seg til
samans 4.436 kilometrar úr
Huancayo í Peru til Asun
cion í Paraguay, og tók
teimum báðum 22 dagar at
koyra. Og hetta er fyrstu
ferð, at nakar hevur koyrt
strekkið á einari tuktuk.
– Vit hava upplivað alt frá
gróti, kava, sandi, salti,
runu, frumskóg, tornadoum,
sandstormi, storum áum,
asfalti, í lastbili og hvat
man enn kann hugsa sær,
sigur Eyðun.
Tað eru fleiri ræðusøgur
frá túrinum, millum annað
tá tuktukkin endaði í einari
stórari á, onkur annar kom
so illa til skaða, at hann
bleiv flogin beinleiðis heim
til Onglands.
– Men fyri okkum –
banka undir borðið – hevur
alt gingið super, hóast tað
hevur verið mega strævið
legg ur ein glaður og íðin
Eyð un aftrat.
Av teimum 62 pørunum,
sum byrjaðu túrin, gjøg
num førdu bert tey 8, og
harímillum Joey og Eyðun
Müller Thomsen, sum nú
hevur upplivað sína dreyma
ferð á tuktuk um Andes
fjøllini. Eyðun og Joey vóru
næsta parið, sum kom á
mál.
Ferðin varð gjørd í sam
starvi við hjálpar felags
skapin Operation Smile.
Hvørt
luttakandi
parið
skuldi rinda 10.000 kr. til
arbeiðið hjá felagskapinum,
sum m.a. er at skurðviðgera
børn við haruskári. Mong
hava stuðlað ferðini, ein
stakligar, feløg oo. Eitt nú
hevur
heimasíðan
hjá
ungdómsblaðnum
MESS
verður høvuðsstuðul. Aðrir
sponsorar hava verið Før
arasetrið, har Eyðun tók
koyrikortið
til
tuktuk,
Sosial urin, Rás2, Expert
oo.
Eyðun Müller Thomsen
letur heilsa úr Suðuramerika
og takkar øllum fyri stuðul
in. Hann hevur tað gott og
fer nú at uppliva aðrar part
ar av Suðuramerika.
Lone cowboys. Tukktukkin hjá Eyðun og Joey í ómetaliga vakra fjallalendinum í Andes
Tukktukkin í saltoyðimørkini í Bolivia
Komnir til skógarøki í Paraguay
Málið í Asuncion. Joey og Eyðun 1 og 2 fv.