fríggjadagur 27. november 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Nr. 228 - 27. november 2009
lýsingar
k k
aokeløg til børn
og barnsligar sálir!
249,-
fæst kring landið
heilsøla:
EXPERT
tel 353535
Gávan
til øll børn
Sosialurin 341800
Atlantic Petroleum søkir eftir fólki at leiða
fíggjardeild felagsins. Felagið hevur spennandi
menningarmøguleikar fyri framman, og tú
fært ein týðandi leiklut í strategisku menning
felagsins. Tú verður við í leiðslubólki felagsins
og vísir beinleiðis til stjóran.
Fíggjardeildin hevur ábyrgd av øllum fíggjar-
viðurskiftum. Umframt grundleggjandi uppgávur
sum ársroknskapir, kvartalsroknskapir, fíggjar-
ætlanir, fíggjarstýring og frágreiðingar, stendur
fíggjardeildin eisini fyri fíggjarviðurskiftum í
verkætlanum, sum felagið luttekur í. Deildin
hevur eisini um hendi tey krøv, sum áløgd
eru felagnum í sambandi við skráseting tess
á NASDAQ OMX, umframt at hon stílar fyri
samskiftinum við íleggjarar.
Útbúgving og førleikar
> tú hevur hægri útbúgving í búskapi
> tú hevur hollar royndir við fíggjarstýring,
fíggjarætlanum og IFRS roknskaparháttinum
> tú hevur innlit í viðkomandi lógir og
reglugerðir
> tú dugir væl at samskifta munnliga og
skrivliga á enskum
> tú hevur royndir frá líknandi starvi
Persónligir eginleikar
> tú hevur eitt skipað arbeiðslag
> tú vísir ábyrgd og hevur dirvi at taka
avgerðir
> tú sýnir virkisfýsni og víðskygni
> tú dugir at raðfesta og at halda ásettar
freistir
> tú hevur ein jaligan hugburð og ert liðspælari
Til rætta fólkið bjóða vit eitt avbjóðandi, fjøl-
broytt og spennandi starv í eini fyritøku, sum
er fyri stórum framburði. Tú fært sera góðar
møguleikar fyri bæði fakligari og persónligari
menning.
Løn og setanartreytir
Starvið verður sett skjótast til ber. Løn og
setanartreytir verða ásettar í mun til royndir og
førleikar.
Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum, CV og
viðkomandi skjølum verða at senda við
vanligum brævi til:
Atlantic Petroleum
Postboks 1228
FO 110 Tórshavn
ella við teldubrævi til: sigurdj@petroleum.fo.
Gev gætur, at vanlig brøv skulu hava frámerkið
”Fíggjarleiðari”.
Umsóknarfreistin er 15. desember 2009.
Meira at vita?
Vilt tú hava meira at vita um starvið, kanst tú
seta teg í samband við Sigurð í Jákupsstovu á
tel. 210280 ella á sigurdj@petroleum.fo.
Um Atlantic Petroleum
P/F Atlantic Petroleum er eitt óheft føroyskt oljufelag, sum virkar í
einum altjóða umhvørvi í samstarvi við 17 altjóða oljufeløg. Felagið
hevur ognarpartar í olju- og gassloyvum í Norðsjónum, í eystara parti
av írska havinum, í keltiska havinum og á føroyska landgrunninum.
Samtakið fevnir um móðurfelagið P/F Atlantic Petroleum, Atlantic
Petroleum UK Ltd. og Atlantic Petroleum (Ireland) Ltd. Samanlagt
hava vit ognarpartar í 15 loyvum og eiga part í tveimum oljuleiðum í
framleiðslu.
Felagið miðar eftir frálandamøguleikum í búnum leitingarøkjum í
útnyrðingspartinum av Evropa og á føroyska landgrunninum. Vit stíla
eftir eini góðari javnvág millum leiting, útbygging og framleiðslu.
Atlantic Petroleum er skrásett á virðisbrævamarknaðunum NASDAQ
OMX í Íslandi og í Keypmannahavn.
Høvuðssæti felagsins er í Tórshavn, og felagið hevur skrivstovu í
London. Í løtuni starvast 8 fólk í felagnum.
P/F Atlantic Petroleum, Gongin 9, Postboks 1228, 110 Tórshavn, Telefon: 350100, Faks: 350101, www.petroleum.fo
FÍGGJARLEIDARI / CFO
TIL ATLANTIC PETROLEUM
Vilt tú gerast partur av eini børsskrásettari fyritøku,
sum virkar í altjóða starvsumhvørvi?
www.sansir.fo