Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-27, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. november 2009síða 31

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 228 - 27. november 2009 31 tíðindi Aftur í ár kunnu Hannis Martinsson fjepparar gleða seg til jólaaftan. Jógvan Isaksen er bókaaktuellur við sætta parti í krimirøðini Bókmentir Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Føroya nývaldi kvinnuligi løgmaður verður skotin, tá ið hon skal tendra jólatræið á Vaglinum. Stutt seinni verða tvey fólk brend inni umborð á einum báti á Vestaru Vág. Hannis Mart­ insson arbeiðir aftur á Blað­ num og fer undir at kanna, um tað er nakar samanhang­ ur, og um illvilji ímóti sam­ kyndum hevur nakran leik­ lut. NORÐLÝSI er heitið á sættu krimisøguni um Hann­ is Martinsson eftir Jógvan Isaksen. ”Løgmaður í skyggjandi svørtum regn­ frakka og líka so blonkum, svørtum sydvesti stóð týðuliga fast upp á at fara upp í lyftuna. Løtu seinni flutti lyftan seg yvir ímóti trænum, og løgmaður trein upp í hana. Fíggjarmálaráð­ harrin fór aftan á løgmanni og tók í økslina á henni. Elin Høgfjall skakaði hond­ ina av sær, snaraði sær á og seig saman í botninum á lyftukurvini.” Løgmaður skotin, tá hon tendraði jólatræið á Vaglinum Jógvan Isaksen: Norðlýsi. Føroyaprent legði til rættis, prentaði og bant inn. Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út. 290 bls. kr. 280. J Ó G V A N I S A K S E N JÓGVAN ISAKSEN MS MENTUNARGRUNNUR STUDENTAFELAGSINS J Ó G VA N I S A K S E N f. 1950 í Havn, er lektari í føroyskum máli og bókmentum á universitetin- um í Keypmannahavn. Hann hevur skrivað bøkur um bókmentir og list og somuleiðis krimisøgur fyri børn og vaksin. Bøkurnar hjá honum eru týddar til fleiri mál. NORÐLÝSI NORÐLÝSI 7.a í skúlanum við Løkin í Runavík geva í hesum døgum út eina serstakliga litfagra og fríska kókibók við uppskriftum til heilsugóðan mat Børn og ung Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Tá 7.a í skúlanum við Løkin skuldi finna ein máta at savna pening inn til námsferð, kom onkur við hugskotinum at gera okkurt heilt øðrvísi: nevniliga eina lekra kókibók við heilsugóðum uppskriftum. ­ Tað er so nógv uppi í tíðini við heilsugóðum kosti. So vit hildu, at tað hóskaði sera væl til verkætlan hjá børnunum í flokkinum, sigur Anette Sonne, sum er mamma at einari gentu í 7.a. Hon greiðir eisini frá, at tey settu sær fyri, at gera eina bók, sum endurspeglar ungdóm, litir og frískleika. Næmingarnir hava gjørt bókina í felag við foreldrabólkin í flokkinum, og øll eru samd um, at tað hevur verið sera gott fyri samanhaldið í flokkinum at gera eina slíka verkætlan saman. Uppskriftirnar koma frá heimunum hjá børnunum, sum eisini sjálvi eru modellir á myndunum. Tað er fotografurin Sunrid í Gongd, sum hevur tikið myndirnar fyri flokkin. Inntøkurnar frá útgávuni koma frá fyritøkum, sum sponsorerað hvør sína síðu í bókini. Í hesum sambandi hava tey lænt ting og annað frá fyritøkunum til myndirnar. Eisini fara inntøkurnar frá søluni av bókini í grunnin, sum skal fíggja námsferðina. Enn er óvist, hvagar leiðin gongur, tá 7.a fer á námsferð. Men tosað hevur verið um at fara til ein stórbý í Europa. Bókin verður løgd frá í kantinuni í skúlanum við Løkin í kvøld, fríggjakvøld, kl. 19:30, har næmingarnir eisini signera bókina. Og í morgin, leygardagin, kunnu fólk ogna sær hana, tá marknaðardagur verður í ítróttarhøllini í Runavík millum kl. 14 og 20. Har fer flokkurin at hava eina fína søluframsýning, millum annað við einum risastórum prenti av bókini. Eisini fara tey at selja frukt og vatn á marknaðardegnum, sum plagar at vera eitt serstakliga hugnaligt tiltak í Runavík. Frísk og sunn kókibók frá skúlanæmingum CTD fyrilestur á netinum Fyrilesturin hjá Ulrike Steuerwald um CTD liggur nú á netinum. Ílegusjúkan CTD var evnið á fyrilestri, sum Ulrike Steuerwald, barna­ lækni, helt í Miðlahúsin­ um fríggjakvøldið 14. August í ár. Eftir fleiri áheitanir hevur Rás 2 gjørt av at leggja fyrilesturin á netið, so øll kunnu fara inn og lurta eftir honum. Sendingin fyllir 83 mb og er í mp3 formati. Fyri­ lesturin varir einar tveir tímar. Fyrilesturin liggur á: http://www.sendspace. com/file/1y2byb Rigmor Dam Laborantur til mikrobiologisku kanningarstovuna Vit søkja eftir laboranti til mikrobiologisku kanningarstovuna á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Arbeiðið sum laborantur fevnir um mikrobiologiskar kanningar av mati, drekkivatni og øðrum. Sí meira á www.hfs.fo Freistin at lata umsókn inn er fríggjadagin 11. desember 2009. VASTI Pylsuhorn/ pitsasniglar 24 stk. Deiggj: HNK“M HTN“SNBSHBSJO HHFS ›EMNKØML TÞQJTLTVLVS UTLTBMU Upploys gerina í flógvari mjólk, rør restina í, til tað sleppur ílatinum. Fylla til pylsuhorn: EMUPNBULFUDIVQ QLQZMTVS Deil deiggi í 3 líka stórar partar, og forma tað til bollar. Lat tað hvíla í nakrar min. Rulla hvønn bolla út til ein sirkul, og deil hann í 8 trýkantar. Smyr ketchup á allar trýkantarnar, og legg eina hálva pylsu (ella eina coktailpylsu) á tann breiða endan, og rulla deiggi saman til eitt horn. Lat ganga í uml. 20 min. Penslast við eggi. Bakast í 10 min mitt í ovninum á 250°. Fylla til pitsasniglar: EMLFUDIVQ HTLJOLVTUSJNMBS HSJWOBOPTU Rulla hvønn bolla út til uml. 24 x 30 cm, smyr ketchup á deiggið, og koyr skinku og ost omaná. Rulla deiggið saman til eina pylsu, og sker hvørja pylsu út til 8 sniglar. Lat ganga í uml. 20 min. Bakast 10 min mitt í ovninum á 250°. Dessert við karvingum og abrikosgreyti Botnur: LBSWJOHBS ›MNKØML FHHKBSFZ§BS HTVLVS Legg karvingarnar í eitt smurt, eldfast fat. Stoyt mjólkina omanyvir. Píska eyggjareyðar og melis og stoyt omanyvir. Bakað hetta mitt í ovninum í 15 min. á 200°. 1 l abrikosgreytur verður stoyttur omanyvir botnin, tá hann er bakaður. Omaná: FHHKBIWÓUBS HTVLVS Pískast eggjahvítarnar stívar og blanda síðani sukri uppí. Píska síðani væl og koyr omanyvir abrikosgreytin. Bakast í uml. 20 min. á 180°. Fruktspjót 4LFSZNJTLBGSVLUÓCJUBSPH TFUIBOBVQQÈO“LVSTQKØU 4LFSFJUUIWÓUULÈMFMMBFJOB WBUONFMØOÓIFMWU QBLLBUB§ JOOÓTUBOJPMPHTUJLLTQKØUJOJ Ó6NZOTLJTU LBOOTNFMUB§ TKPLVMÈUBWFS§BESZQQB§È GSVLUJOB 16 17 øll eru samd um, at tað hevur verið sera gott fyri samanhaldið í flokkinum at gera eina slíka verkætlan saman