Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. november 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 228 · 27. november 2009 2 VIKUSKIFTI Talent er yvirmett O, móður- mál... Redaktørar: Inna Törnroos og Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Jensen Forsíðumynd: Nemus Napoleon Djurhuus / Jens Kristian Vang 4 Samrøða: Nemus - mimir, fóTbólTur Og lívið 6 TIPS: KlippTar blómur 7 90 SEKuND: biriTa mOhr svarar 8 rEPorTaSJa: Tíð aT fara frá DarwiNsa læru 11 10 TINg um: Oprah wiNfrey 12 Samrøða: sverri sTeiNhólm sjúKrahúspresTur 14 TIl arbEIðIS: suNNeva jOeNseN, hOTel sTreym 15 umafTurafTurumafTur: høgNi Djurhuus 16 rEPorTaSJa: Tór birNi Dam TaTOverar seg sum eiTT griNDaDráp 17 HEIlSuSíðaN: NýggjasTa iNNaN heilsu 18 SPyrST So lIVST: rigmOr svarar 19 míN bESTa uPPSKrIfT: spiNaTpaNNuKøKur við laKsi 23 Tað HENDur: KONserTir, bøKur, seNDiNgar osfr. 24 VIKumyNDIN: besTa myNDiN í viKuNi Vilt tú haVa, at barnið hjá tær skal Verða í serflokki sum ítróttarfólk ella tónleikari, mást tú skunda undir barnið frá ungum aldri og pressa tað til at Venja nógV. tað heldur rithøVundur, sum heVur skriVað bók um vinnarar VinnaRaR eyðun klakstein eydun@sosialurin.fo Talent er yvirmett. Skalt tú náa altjóða flokki í eini ítróttargrein, sum tónleikari ella sum okkurt annað, mást tú byrja tíðliga at venja og venja nóg mikið. Av gerandi er ofta, at foreldrini pressa børn ini til at venja nógv og at halda fast um venjingina. Tað er niðurstøðan í eini bók um vinnarar, sum Rasmus Ankersen hevur skrivað. Danin hevur áður skrivað bøk­ ur nar En Vinders DNA og Leder DNA, og í nýggju bókini Opdragelse Af En Vinder ger hann upp við fordómarnar ímóti foreldrum, sum pressa børnini hjá tær til at blíva góð til eitthvørt. – Tað er nógv, sum bendir á, at ein part ur av einum vinandi cocktaili eru ambitiøs og krevjandi foreldur. Verliga orsøkin til, at tú ongantíð verður sum Tiger Woods er ikki, at tú ikki hevur talentið sum hann, men heldur at pápi tín ikki eitur Earl Woods, sigur Rasmus Ankersen. Pápi Tiger Woods tók sonin við sær til golfspæl, longu tá Tiger var sjey mánaðir gamal. Søgan um fremsta tenn is spælara í Danmark, Caroline Wozniaki er nakað tann sama. – Næstu fimm árini verður Wozniaki helst størsta ítróttarstjørna í Danmark, og hon hevur ein polskan pápi, sum hevur pressað hana, síðani hon var 10 ár. Hann hevur milt sagt uppdrigið hana ódanskt, men hon hevur ongan skaða tikið av tí. Hon er ein glað, smílandi og dugnalig kvinna, sigur Rasmus Ankersen. Venjing ger allan munin Høvuðsboðskapurin í bókini hjá Rasmus Ankersen er, at talent er yvirmett. Eisini tá talan er um stórar stjørnur, sum vit halda eru føddar við talentinum. Um tú venur 10.000 tímar miðvíst, so kanst tú koma í heimsflokk á tínum øki. – Tað er ikki líkamikið, hvussu tú venur. Men fært tú góða venjing í tríggjar tímar um dagin í 10 ár, kanst tú koma líka langt, sum einhvør annar, sigur Rasmus Ankersen. – Og skal eitt barn kunna venja so nógv og so miðvíst frá ungum aldri, so mugu foreldrini hjálpa tí. Koyra undir tað og hjálpa tí. Eg havi sæð nógv dømi um, har foreldur hava pressa síni børn til at venja, men har sambandið millum barn og foreldur er gott og tætt. – Tað finnist eisini ein ósunnur máti at pressa síni børn, men tað er ein trupult mark at finna, og ofta er tað individuelt, heldur hann. KlUmma eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo »O, móðurmál, stórt er títt fall, úr tínum æru stóli, fyrr virdu allir teg sum jall, í tínum egna bóli«. Soleiðis yrkti Fríðrikur Petersen, próstur og sambandshøvdingi, seinast í næstsíðustu øld – úr vøggu tjóðskaparrørslunnar. »… Men tíðin rann, og nýggjan sið, í Før­ oyum mangir tóku, og annað mál við tína lið, settu teir stóru og klóku; teir róku teg av kirkju út, og aftur burt av tingi; tú mátti liva í sorg og sút, so hevur lív títt gingið.« Ikki júst orð, sum tú kundi ímyndað tær frá einum sambandsmanni, soleiðis sum søgan hevur lýst teir seinastu stórthundrað árini. Men óivað hevur Fríðrikur havt aðra hugsan á yngri árum. Málkjakið er altíð áhugavert, tí fátt man røra hjartastreingir meir, enn málið. Tað hava vit sæð almikið til seinastu tíðina, síðani ein tjóðveldismaður dittaði sær at lokka politiskan meirluta á tingi »at troka fremmandar stavir inn í málið«. Í 1891 kom ein føroysk ABC og stavingarbók – »av Joen Poulsen. Givin út upp á prent av Føringafelag«, sum Før inga­ tíðindi skrivaðu í oktober í 1891. Akkurát nær vit útihýstu »fremmandu stavinum« úr abc’num, veit eg ikki. Men 100 ár eftir hesa ABC og Stavingarbók hjá Joen Poulsen samtykti okkara høgtvirda løgting, at føroyingar ikki longur sluppu at eita nøvn við fremmandum stavum. Nú skuldi tú eita Karl og ikki Carl. Sjálvandi, siga summi. Forferdiligt fjas siga onnur. Sjálvur helt eg tað vera so skilagott, sum gamli føroysktlærarin hjá mær á lærara­ skúlanum – sum heilt víst kann markast sum puristur – segði fyri 20 árum síðani, at best var at fáa fremmandu stavirnar aftur í stavraðið. Ja og hví ikki? Løgið at hugsa sær, at fimm fremmandir stavir, c,q,w,x og z hálvaaðru øld eftir stav seting Hammershaimbs skulu klúgva tjóðina. Í mínum hugaheimi eru tað hvørki Carl, William ella Zacharias sum forbrongla okkum málið. »Men enn tú gleðir hvønn tann mann, ið føroyingur vil vera, og hann teg aldri gloyma kann, men teg í minni bera… …várt kæra, gamla móðurmál, hav langa framtíð góða!« – Sig mær onkur asfaltføroyingur, finst eingin heilivágur fyri danofobi? - Tað er ikki líkamikið, hvussu tú venur. Men fært tú góða venjing í tríggjar tímar um dagin í 10 ár, kanst tú koma líka langt, sum einhvør annar, sigur Rasmus Ankersen inniHalD