Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. november 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 228 · 27. november 2009 16 VIKUSKIFTI TaTovering Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Tór Birni Dam er uppvaksin í Havn, men býr nú í Herning í Danmark. Hann fekk sínar fyrstu tatoveringar, tá ið hann var um 20 ár gamal. Men vegna eitr an vóru tær báðar skornar burtur, og húð av lærinum løgd útyvir. – Tað var navnið á ommu míni og ein krossur við einum tjaldri omanfyri, sigur Tór um fyrstu tatoveringina. Nøkur ár gingu, og so fór Tór aftur at tatovera seg. Hesuferð var tað dobermann hundurin, sum varð tatoveraður á armin. Hetta í Liljuni í Havn. Tá Tór Birni Dam flutti til Danmarkar at lesa í 2007, fór hann til ein tatovør at hampa hesa tatoveringina. Hann fekk tá hugskotið til tað reyða og svarta, sum nú prýður nærum allan yvirkroppin. Føroyska grindadrápið er íblástur til litirnar. Á bringuni hevur hann skrivað sítt navn Tór B Dam, og beint niðan fyri hálsin er ein krossur. Á eina arminum hevur hann japanska teknið fyri boksing, einasta ítrótt, sum Tór er áhugaður í. – Eg eri trúgvandi, og eg elski Før oy ar. Tí vildi eg hava krossin og Før­ oyar á armin, sigur hann. Hann hevur eisini Føroyakortið tato verað inn á leggin – í svørtum. Tatoverast umaftur Men enn er Tór Birni langt frá liðugur. Alt tað svarta og reyða skal tatoverast einaferð afturat, so tað verður javn­ ari. – Bróstvørturnar eru tatoveraðar einar seks ferðir, tær taka sera illani móti liti og mugu nokk tatoverast eina fýra ferðir aftrat, sigur hann. Reyði liturin er giftigur og er sami litur, sum verður brúktur til at lita lego við. Tór Birni hevur tvær ferðir fingið blóð eitran og noyðist tí at vera sera varin við reyða litinum. Hvørja ferð hann blívur tatoveraður, situr hann í umleið 3­4 tímar. Men hann hevur sitið upp í 12 tímar út í eitt fyri at blíva tatoveraður. Higartil hava tatoveringarnar kosta um 80.000 krónur. – Sum ein góður brúktur bilur, sigur hann. Á jólum verður Tór liðugur at lesa til heilsurøktara. Hevði tað ikki verið fyri starvinum, hevði hann hugsað sær at tatovera andlitið. – Eg vænti ikki, at eg hevði fingið nakað arbeiði, um eg gjørdi tað, sigur hann. Fólk reagera uppá hansara armar, tá hann er í t­troyggjum, men annars dám ar honum ikki at ganga og vísa seg fram. – Hetta er nakað, eg havi gjørt fyri meg sjálvan. Eg hevði sjálvandi kunna brúkt peningin uppá brennivín og siga­ rettir. Men hetta hevur man við sær alla tíðina og fær við sær í grøvina. Ert tú so liðugur, tá yvirkroppurin er liðugt tatoveraður? – Nei, eg vænti, at eg haldi fram niður eftir kroppinum. Reytt eR faRligasti lituRin, ein kann TaTovEra seg við. Hóast tað HevuR Tór BIrnI Dam valt at lita støRsta paRtin av yviRkRoppi sínum við Reyðum liti. ‒ tað Reyða eR blóðið í grInDaDrápInum, og tað svaRta eRu hvalarnIr, siguR Hann. tað reina grindadráp Við íblástri frá grindadrápi hevur Tór Birni Dam tatoverað allan yvirkroppin.