Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. november 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 229 - 30. november 2009 Leygardagin kom ljósið av himni. Men ikki tað ljós, vit vanliga hugsa um í jólatíðini. Hesaferð var tað jóla­ maðurin, sum kom lor­ andi niður úr eini lyft og tendraði jólatræið á Vaglinum í Havn Advent Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo Veðrið var av tí allarbesta við eitt sindur av følvi og umleið null hitastigum. Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen og Bjarni Bæk, dómpróstur, hildu røðu og ynsktu jólatíðini vælkomnari. Heðin Mortensen endaði røðu sína við at biðja alla fjøldina rópa »Jólamaður tendra træið«, og tá hoyrdist vælkenda »HO-HO« uppi frá lyftini hjá Tórshavnar sløkkiliðsbili. Jólamaðurin kom í leysari luft við einum ljóssvørði. Eftir einari løtu av spenn- ingi, eydnaðist tað honum at tendra træið. Í ár hevur jólatræið 100 perur fyri at hátíðarhalda 100 ára dagin hjá Tórshavn- ar kommunu. Jólamaðurin kom av himni Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen helt røðu, og minti fjøldina á, at besta jólagávan er ikki at fáa, men at geva Nógv fólk vóru komin oman í Miðbýin at síggja træið verða tendrað Tórshavnar Hornorkestur spældi vælkend jólaløg Børnini fingu karamellur frá jólamanninum Nógv vóru bilsin tá jólamaðurin kom úr luftini Bin Laden slapp Amerikanararnir kundu helst fingið fatur á yvirgangsleiðar- anum Osama bin Laden stutt fyri árslok í 2001. Tað sæst í einari frágreiðing hjá amerikanska Senatinum. Frágreiðing- in umrøður, hvussu amerikanararnir bumbaðu fjallalendið Tora Bora í Afghanistan í november og desember í 2001, tí bin Laden fjaldi seg har. Hinvegin vildi Donald Rumsfeld, verjumálaráðharri, ikki senda hermenn at leita eftir bin Laden. Úrslitið var, at tann 16. desember fór bin Laden óskaddur til gongu úr Tora Bora um markið til Pakistan, og har er hann helst enn, stendur í frágreiðingini hjá Senatinum. Dubai-kreppan kostar Tað eru ikki bara bankar í Vesturheiminum og aðrastaðni, sum kunnu missa nógvar pengar av fíggjarkreppuni í Dubai. Fleiri av teimum kendu stjørnunum í ítróttar- og filmsheiminum kunnu eisini vænta at missa. Millum teirra, sum eru í vandabólkinum, er fótbóltsstjørnan David Beckham og konan Victoria, filmshjúnini Brad Pitt og Angelina Jolie og tann kendi sjónvarpskokkurin Gordon Ramsey. David Beckham er ikki tann einasta fótbóltsstjørn- an, sum hevur sett pengar í verkætlanir í Dubai. Onnur kend nøvn eru Michael Owen, Andy Cole og David James.