Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. november 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 229 - 30. november 2009 Sum siður er, so hevði Føroya Heimavirkisfelag søluframsýning um vikuskiftið. Hesaferð var framsýningin størri enn nakrantíð áður við umleið 150 framsýnarum í Høllini á Hálsi Framsýning Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo Mest bundið, men eisini málningar og annað ítrív varð víst fram í Høllini á Hálsi í vikuskiftinum. Talið av vitjandi var eitt sindur lakari í ár enn undan­ farin ár. ­ Umleið 1000 fólk komu á gátt, sigur Maiken Hamm­ er, formaður í Føroya Heimavirkisfelag. Sølan hjá framsýnarunum gekk hampuliga, men Maik­ en sigur, at tað merkist at fólk ikki hava líka nógvan pening um hendi sum áður. Søluframsýningin hevur yvir 15 ár á baki og er vaks­ in fyri hvørt ár. Rætting til: Mína upp- skrift í Vikuskiftis Sosialinum Ein villa var komin í uppskriftina, sum stóð at lesa í Vikuskiftis Sosialinum fríggjadagin. Tað var hvíti, sum skuldi í dressingin og ikki eggjahvíti. Rætta uppskriftin uppá dressingin sær soleiðis út: Spinat pannukøkur við laksi Dressingur: 8 tsk. rabarbuchutney 8 spsk. Hvíti (ymer) Blanda hetta saman til ein dressing. Størsta framsýningin nakrantíð Berlusconi verjir mafiuna Italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, er enn eina ferð umrøðuevni í altjóða fjølmiðlunum. Hesaferð skriva miðlarnir um eina røðu, sum Berlusconi helt á einum fundi hjá flokki sínum Forza Italia leygardagin. Har segði hann, at hann kundi hugsað sær at kvalt tey, sum hava skrivað bøkur um mafiuna, tí tey hava givið Italia eitt vánaligt umdømi í umheiminum. Reuters skrivar, at kanningar hjá italsku løgregluni benda á, at Berlusconi hevði sjálvur samband við fleiri bumbuatsóknir í Italia í 1992 og 1993. Drap fýra løgreglumenn Løgreglan í amerikanska statinum Washington leitar eftir einum 49 ára gomlum manni, sum myrdi fýra løgreglufólk á einari kaffistovu í gjárkvøldið. Løgreglan sigur, at tey fýra løgreglufólkini, tríggir menn og ein kvinna, vóru farin inn á kaffgistovuna á veg til arbeiðis. Tey varnaðust, at tann 49 ára gamli hevði eina byrsu undir jakkanum, men áðrenn tey fingu umrøtt seg, tók hann byrsuna fram og skeyt tey fýra. Løgreglan sigur, at talan var um tilætlað dráp. Drápsmaðurin er fyrr dømdur fyri rán og neyðtøku, men fekk grið fyri nøkrum árum síðani, skrivar AP. Nógv børn og vaksin høvdu spákað sær ein túr oman í Viðarlund­ ina í Havn sunnudagin. Lions Club Tórshavn skipaði fyri sínum árliga jólahugna Jólahugni Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo Ljósini bleiktraðu í vakra vetrarveðrinum. Bál brunnu á fleiri støðum og Havnar Hornorkestur spældi jólatón­ leik. Eisini var gjørligt at keypa okkurt til matna, og grann at pynta við heima við hús. Endamálið við hesum til­ taki er at útvega pening til vælgerandi endamál. Lions segði undan tiltakin­ um, at árligi jólahugnin er hjá mongum startskotið til jólastákanina, ið setur sín dám á adventina, og aftur í ár er talan um eitt hálvan­ triðja tíma langt tiltak, ið plagar at verða væl vitjað. Og so var, tí nógv fólk høvdu leitað sær í Viðarlund­ ina í góðveðrinum í gjár. Endamálið við tiltakinum er at útvega pening til væl­ gerandi endamál Tiltakið hevur verið fastur táttur síðstu gott og væl 20 árini, og hvørja ferð hevur Lions Club Tórshavn í góð­ um samstarvi við Skógrøkt Landsins fingið skapt góðan jólahugna í Viðarlundini – eisini henda seinnapartin, so øll fingu best hugsandi byrj­ anina upp á adventina og komandi jólatíðina, sam­ stundis sum tey stuðla vælgerandi arbeiði. Jólahugni í Viðarlundini Málningar, jólanissur og bundin pløgg vórðu víst fram um vikuskiftið í Høllini á Hálsi Mynd: Jens Kristian Vang