týsdagur 1. desember 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 230 - 1. desember 2009
Aids-pengar til
Suðurafrika
USA hevur gjørt av at lata Suðurafrika 120 milliónir dollarar
afturat til bardagan ímóti Aids. Amerikanski sendiharrin í
Suðurafrika, Donald Gips, sigur, at USA hevur gjørt av at hækka
játtanina, tí stjórnin hjá Jacob Zuma, forseta hevur valt at leggja
á annan bógv í Aids-politikkinum enn undanfarna stjórnin hjá
Thabo Mbeki, sum í stóran mun arbeiddi ímóti øllum royndum
at basa Aids-sjúkuni. Sambært heilsumyndugleikunum eru
umleið 5,7 milliónir suðurafrikanarar smittaðir við HIV. Tað er
meiri enn 11 prosent av øllum fólkinum í landinum.
ES skal trýsta Ísrael
Í næstu viku fara uttanríkisráðharrarnir í ES-
londunum at biðja Ísrael lata palestinar fáa
Eysturjerusalem aftur. Tað skrivar ísraelska blaðið
Ha’aretz. Sambært blaðnum hevur svenski ES-
formansskapurin orðað eitt skjal, sum verður lagt fyri
uttanríkisráðharrafundin tann 7. desember, og sum
staðfestir, at ES hevur ongantíð viðurkent ísraelsku
avgerðina av leggja tann hersetta partin av
Eysturjerusalem undir seg. Niðurstøðan í skjalinum er,
at Jerusalem skal býtast sundur í tveir høvuðsstaðir,
ein ísraelskan og ein palestinskan, skrivar Ha’aretz.
Tað kann koma at
standa KÍ dýrt, at
teir í juli 2007 valdu
at koyra táverandi
venjaran, Tony Paris
frá. Endurgjaldskravið
ljóðar upp á 260.000
dollarar umframt
35.000 danskar krónur
SAKARMÁL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað skuldi verða hjúnaband-
ið sum tryggjaði visión
2009, men tað endaði við
beiskari ósemju, sum end-
aði í einum sakarmáli.
Føroya Rættur byrjaði í
morgun upp á sakarmálið,
sum Tony Paris hevur reist
móti KÍ. Ella S/pf KÍ.
Málið er rímiliga torgreitt,
tí uppruna smáttmálin varð
undirskrivaður
í
august
2005 millun Tony Paris og
S/pf KÍ Fyriskipan. Seinni,
18. august 2005, varð sátt-
máli skrivaður av nýggjum,
so talan í veruleikanum var
um tvir sáttmálar.
Undir
vitnisfrágreiðing
síni greiddi Tony Paris frá,
at tað var táverandi formað-
urin í KÍ, sum skjeyt upp, at
lønin varð goldin út í tveim-
um, ein triðingur skuldi
gjaldast á konto hjá venjar-
anum í Føroyum, meðan
tveir triðingar skuldu gjald-
ast á konto í USA.
Orsøkin til hetta var, at
sum amerikanari kann tú
forvinna 85.700 dollarar
uttanlands, áðrenn tú byrjar
at rinda skatt. Sum kunnugt
er skatturin rættiliga høgur
í Føroyum, og skuldi Tony
Paris fáa somu nettoløn,
mátti bruttolønin vera nógv
hægri.
KÍ-leiðslan við S/pf KÍ
Fyriskipan á odda bjóðaðu
nú amerikanska venjaranum
75.000 dollarar um árið,
men hetta kundi Tony Paris
ikki góðtaka, tí so fór hann
niður í løn. Semja varð tí
gjørd um 100.000 dollarar
um árið, útgoldnar sum
oman fyri nevnt.
Kundi ikki uppsigast
Fyrsti sáttmálin ljóðaði upp
á 40 ferðir 6.500 dollarar,
hin seinni altso 100.000
dollarar um árið.
Men so hendir tað í mai
2006, at S/pf KÍ Fyriskipan
fer av knóranum, og tí ikki
longur partur av sáttmálan-
um við Tony Paris. Nýt
felag verður so sett á stovn,
S/pf KÍ – ikki at rokna sum
KÍ – og 15. mai 2006 verður
ískoytissáttmáli undirskriv-
aður millum S/pf KÍ og
Tony Paris sum sigur, at
nýggja felagið yvirtekur
skyldurnar í sáttmálanum
við S/pf KÍ fyriskipan.
So far so good. Sáttmálin
var rættiliga umfatandi, tí
Tony Paris frá tíðini í 1999
ikki hevði so góðar royndir
við smálutunum kring felag
og felagsviðurskifti. Eitt nú
skuldi KÍ útvega hús og
halda hita, el, internet og
bil. Men hetta gekk sambært
Tony Paris illa, og fyrstu
10-12 vikurnar í Føroyum í
2006 mátti hann búgva á
Sjómansheiminum.
Tveir
flogferðaseðlar
skuldu veitast honum við
byrjan og enda av kappingar-
árinum, men sum skiltist
hevði eisini verið trupulleik-
ar við teimum.
Og sum rosinan í pylsu-
endanum kundi sáttmálin
ikki uppsigast fyrr enn í
fyrsta lagi 1. januar 2008
og tá við seks mánað freist,
og tá kom ein bót á 50.000
dollarar í gildi. Tó kann
sáttmálin uppsigast um so
er, at annar parturin brýtur
hann ella misheldur hann.
Og tað er hetta seinna, ið
KÍ pástendur er tilfeldið.
Nógv dokumantatión
Tað var ein tjúkkur stakkur
av skjølum, ið vóru løgd
fram fyri dómaran, Jóannes
Madsen. Nógv orðaskifti
var aftur og fram millum
Tony Paris og ymsar høvuðs-
persónar í KÍ og S/pf KÍ,
serliga um e-mail.
Nevndarformaðurin í S/
pf KÍ, Aksel V. Johannesen,
hevði áhaldandi samband
við venjaran, serliga um
miðan juli mánað í 2007.
Beint eftir eitt tap 13. juli,
har ein av leikarunum hjá
KÍ hevði víst ósømiligan
atburð, var dúgligt samskifti
millum nevndarformannin
og venjaran, har tann fyrri
harmast um gongdina og
inniliga vónar, at tað ikki
kemur hartil, at teir noyðast
at siga Tony Paris úr starvi.
Samskiftið fer framm
dagarnar 14. 15. juli, og á
fundi seinni 15. juli verður
Tony Paris so sagdur úr
starvi. Sambært venjaranum
og sakførara hansara, Jens
Wang, var grundgevingin
hon, at leiðslan ikki longur
trúði upp á, at Tony Paris
kundi venda ringu gongdini.
Tað vóru soleiðis úrslitini,
ið ikki vóru nøktandi.
Seinni hevur KÍ tó víst á,
at tað var mishald av sáttmál-
anum, ið førdi til uppsøgnina.
Víst var á, at Tony Paris
hevði havt eitt starv við síð-
una av hjá fyrrverandi felagið
í Florida, St. Pete Raiders.
Hetta var tó víst aftur av sak-
føraranum hjá Tony Paris
umvegis eitt bræv frá stjór-
anum í nevnda felag sum
greiddi frá, at tá Tony Paris
kom til Føroya høvdu tey
spurt um loyvi framhaldandi
at nýta navnið hjá honum á
heimasíðu teirra »for cos-
metic purposes«.
Uppsagnargrundirnar hjá
KÍ eru nú listaðar sum:
• Samstarvstrupulleikar
• Illoyalitetur móti nevnd
og leiðslu
• Brot á sáttmála
Viðmæli frá
Bobby Robson
Eftir at dokumentatiónin var
fingin frá hondini, settist
Tony Pars í vitnisstólin.
Hann greiddi frá, at hann
sum ungur drongur byrjaði
í Chelsea, har hann var í
aldrinum 12 til 15 ár. Síðani
kom hann til Ipswich Town
sum ungdómsleikari, og
júst hetta fekk nakað av
umtalu í rættinum.
Í samskifti millum sakfør-
ararnar hjá KÍ og Tony Paris
førdu fyrrnevndu fram, at
Tony Paris segði ósatt í sín-
um cv, tá hann pástóð, at
hann hevði spælt við Ips-
wich. Tað høvdu sakførarar-
nir kannað, og eingin í Ips-
wich segði seg kenna nakað
til Tony Paris.
Hesum vísti Jens Wang
aftur og kundi enntá vísa
liðmynd av Ipswich-liðnum,
har Tony Paris var á. Hann
spældi í Ipswich saman við
so frægum leikara sum Kev-
in Beattie.
Og tá vit eru við celebriti-
es kundi sakførarin hjá
Tony Paris leggja fram í
rættinum eitt viðmælisbræv
frá sjálvum Sir Bobby Rob-
sen, sum andaðist fyri nøkr-
um mánaðum síðani.
Arbeitt var beint eftir upp-
søgnina við einari ætlan um
eitt endurgjald, men hetta
vann ikki frama. Nú pá-
stendur KÍ, at sáttmálin var
gjørdur við S/pf KÍ Fyri-
skipan, og tá tað felagið
ikki er til longur, er heldur
eingin sáttmáli, og tí hevur
felagið heldur onga skildu
at rinda Tony Paris nakað
endurgjald.
Primera kravið frá Tony
Paris er 260.000 dollarar,
sum er upphæddin fyri rest-
ina av sáttmálaskeiðinum,
umframt 35.000 danskar
krónur fyri vantandi húsa-
leigu.
Subsistuert
er
kravið
220.000 dollarar, sum er
upphæddin frá uppsøgnini
fram til 30. juni 2008, ið er
fyrsti dagur ein uppsøgn
kundi komið í gildi. Tá eru
teir 50.000 dollararnir, ið
fylgja við einari uppsøgn,
íroknaðir. Eisini í hesum
førinum
verða
kravdar
35.000 krónur fyri húsa-
leigu, og í báðum førum
verður KÍ kravt at rinda
sakarmálskostnaðin.
Seinnapartin verða fleiri
vitnir førd, og enn er ikki
greitt, nær málið verður
tikið upp til dóms.
Krevur 1,3 millión frá KÍ
Tony Paris heldur ikki, at tíðin frá 2006 og fram til 15. juli 2007 var so hugalig í Klaksvík