Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. desember 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 230 - 1. desember 2009 Fleiri hermenn til Afghanistan Í nátt fer amerikanski forsetin, Barack Obama, á røðarapallin á hernaðarskúlanum West Point, og tá fer hann at boða frá, hvussu nógvar hermenn USA fer at senda til Afghanistan afturat. Fjølmiðlarnir siga, at forsetin hevur kunnað tey sameindu hjá USA um avgerðina, og keldur vilja vera við, at Obama hevur gjørt av at senda 30.000 amerikanskar hermenn afturat til Afghanistan. Tað verður ikki gjørt í einum, men teir næstu 18 mánaðirnar, og tá fer amerikanska hermannatalið í Afghanistan upp á umleið 100.000. Øktingin kostar skattgjaldarunum millum 20 og 40 milliardir dollarar, skrivar Reuters. Næsta ár hevur Tvøroyrar Býráð skorið tað allarmesta burtur av tí, sum kommunan ikki er lógarkravd at betala Fíggjarætlan Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað var alt annað enn hugaligt at vera býráðslimur á Tvøroyri í gjárkvøldið. Býráðið skuldi endaliga samtykkja fíggjarætlanina fyri næsta ár, men tað var rættiliga skjótt í viðgerðini, at býráðslimir ásannaðu, at talan er um ljót tøl, teir hava við at gera. Niðurstøðan er, at býráðið hevur verið noydd at spara allastaðni, har sparast kann og sostatt hevur hon at kalla bara útreiðslur á fíggjarlóg­ ini, sum kommunan er lóg­ arkravd at hava. Í fíggjarætlanini fyri næsta ár er roknað við eini inntøku til kommunukassan upp á góðar 46 milliónir, sum er áleið tað sama sum í ár. Hinvegin hava tey ikki hildið tað vera ráðiligt at hækka skattaprosentið enn meiri, men tað er eisini millum tey hægstu í land­ inum frammanundan. Sostatt verður skattaprosentið á Tvøroyri eisini 23,5% næsta ár. Barnafrádrátturin verður eisini tann sami næsta ár sum í ár, ella 5000 krónur. Tilsamans fer kommunan at kosta 37 milliónir í rakstri næsta ár og tá eru íløgurnar við, umframt stuðul til ítrótt og onnur endamál. Men íløgurnar eru ikki nógv at reypa av, tí størstu íløgurnar eru ein journal­ skipan til tannlæknan og ein talgild heilsuskipan til kommunulæknarnar. Men hinvegin skal komm­ unan eisini betala átta milli­ ónir í rentum og avráttum. Sostatt hevur býráðið skalluta 1,5 millión eftir til asfalteringar, aðrar teknisk­ ar útreiðslur, ábøtur á skúlar og annað. Siga samstarv upp Býráðslimir eru samdir um, at býráðið hevur so lítið av peningi til at halda komm­ unalar ognir fyri, og at gera ábøtur fyri, at tey klára ikki at halda stand fyri tað for­ fall, sum er. ­ Sostatt fella kommunalu ognirnar spakuliga í órøkt. Harafturat hevur komm­ unan nú sagt alt samsarvið um NSR tænastuna í Suð­ uroy upp og har sparir kommunan útvið 200.000 krónur. NSR tænastan er ein námsfrøðilig og sálarfrøðilig ráðgeving í sambandi við skúlverki, sum kommunur­ nar bera útreiðslurnar til rakstur og starvsfólk. Býráðslimir ásanna, at tað er serliga vøksturin í teimum sosialu útreiðslun­ um sum eru eksploderaðar seinastu árini, serliga síðani barnaverndarøkið varð lagt undir kommunurnar at umsita. Og Kristin Michelsen, borgarstjóri, staðfestir, at hetta er eitt øki, sum fer at verða eftirkannað í nærm­ astu framtíð at vita, um nakr­ ar sparingar eru at heinta. ­ Vit fara at hyggj eftir øllum útreiðslum, sum ikki eru beinleiðis lógarkravdar, sigur hann. Býráðslimir á Tvøroyri ásanna eisini, at tað verður ein spurningur um býráðið ikki noyðist at endurskoða fíggjarætlanin tá ið nakað er liðið út á árið at vita um tað er neyðugt at gera enn fleiri sparingar. Lítið hugalig tøl á Tvøroyri Tað er ikki nógv at flenna at í Tvøroyrar Býráð í hesum døgum.Frá vinstru eru tað Jens Johannesen, Bergur Bærendsen og Kristin Micelsen Tað hevur gingið upp og niður á Tvøroyri seinastu árini, men nú eru útlitini alt annað enn bjørt Fíggjarstøða Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað hevur gingið upp og niður á Tvøroyri seinastu 15 árini. Tað máttu býráðslimir á Tvøroyri ásanna á býráðs­ fundinum í gjárkvøldið, har fíggjarætlanin fyri næsta ár varð sendaliga samtykt. Í 1993 var inntøkan hjá kommununi 37 milliónur krónur og onkur ár fyrr í hesi øldini, var inntøkan komin upp á 53 milliónir. Men nú eru tær so lækkaðar aftur niður á 46 milliónir. Sostatt eru inntøkurnar ikki hækkaðar so frægt sum 10 milliónir hesi síðstu 15 árini og tá er enntá 1% í sokallaðum endurgjaldi frá landinum uppi í, sum komm­ unurnar fingu fyri at yvir­ taka barnaverndarøkið. Malla Dam, býráðslimur harmaðist um støðuna og vísti á, at kommunan var komin í eina ónda ringrás, har sparingar førdu til, frá­ flyting – sum aftur førdi til enn fleiri sparingar, sum aft­ ur førdi til størri fráflyting. Hon vísti á týdningin av, at kommunan styrkti væl­ ferðartænasturnar fyri at fáa fólk og serliga húski við børnum, at støðast. Bergur Bærendsen helt, at kommunan hevur økt útreiðslurnar til sosial mál rættiliga nógv, men tað hava tey ikki sæð aftur í fólkatal­ inum. Kortini vísti hann á, at sum støðan er nú, eru ongir møguleikar at økja útreiðslurnar. Býráðslimir á Tvøroyri eru eisini sannførdir um, at tað er ongin framtíð í Suð­ uroy uttan kommunusaman­ legging og skuldarsanering. Jaspur Vang býráðslimir vildi hava, at allar útreiðslur til íløgur og ábøtur, sum eru yvir 50.000 krónur, skulu samtykkjast í býráðnum, men tað varð felt, tí mett var, at tað er uppgávan hjá nevndum og umsiting at taka støðu til, hvussu játt­ anin skal brúkast. Stór sveiggj seinastu árini Tvøroyrar Kommuna hevur brúkt nógvan pening seinastu árini til sosial- og vælferðarmál, men tað sæst ikki aftur í fólkatalinum, staðfestir Bergur Bærendsen, býráðslimur, sum er líka ørkymlaður um gongdina sum allir hinir býráðslimirnir eru