Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-01, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. desember 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 230 - 1. desember 2009 miðlahúsið í Vágsbotni framløga av bókini Mítt Etiopia Týskvøldið, 1. desember kl. 19.30 Týskvøldið 1. desember kl. 19.30 verður framløga av bókini Mítt Etiopia, sum er søgan hjá Elsu Jacobsen úr Gøtu um hennara 32 ár sum trú­ boðari í Etiopia. Bókin er samskipað og ritstjórnað av Óla Jacob­ sen, sum stendur fyri Miðvikuni og røðini Hendur ið Sleptu í Sosialinum. Elsa dugir væl at greiða frá, og bókin er sera spennandi og áhugaverd. Hon er somuleiðis ræðulig, tí greitt verður eisini frá kommunistiska terrorstýrinum hjá Mengistu Haile Mariam, sum Elsa upplivdi frá byrjan til enda við teirri forfylging, sum hennara kenningar føldu á egnan kropp. Mengistu er seinni dømdur fyri fólkamorð. Heine Lützen, ein skyldmaður Elsu, syngur á framløguni, har tað eisini verður etiopisk luttøka. Elsa verður eisini gestur á Torginum í Rás 2 kl. 21 sama kvøld. miðlahúsið í Vágsbotni Mikudagin 2. desember kl. 16 verður nýggja skald­søgan Gagnligt lív eftir William Smith alment løgd­ fram í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Á framløgud­egnum verður brot lisið upp úr søguni, tónleikur verður framførd­ur og eitthvørt verður at leska seg við. Skald­søgan Gagnligt lív verður útgivin bæði á føroyskum og d­onskum, og nevnist á d­onskum Organiseret liv. Forlagið í Støplum gevur bøkurnar út. Framløga av krimiskaldsøguni »GaGnliGt lív« Vel millum 4 viðgerðir, ið geva eitt vakurt og náttúrligt andlit Ella 4 viðgerðir, ið geva ein slankan og fastan kropp J. Paturssonargøta 18 · Tórshavn · Tel 322045 Hvønn dag í desember mánaða verða Sudoku uppgávur at finna í Sosialinum. Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess størri møguleika hevur tú at vinna. Sendið okkum loysnina innan mánadagin 4. januar 2010 kl. 10.00 og merkið brævbjálvan »Sudoku«. Drigið verður aðru vikuna í januar. Fyri at vera við í kappingini, skal øll uppgávan verða loyst. Desember-kappingin Navn: Bústaður: Telefon: Sendið til: Sosialin · Boks 76 · 110 Tórshavn Merkið brævbjálvan »Sudoku« Vinningurin í desember er eitt gávubræv frá in•tone clinic Stra mma kro pp og an dlit u ttan sk urðv iðgerð JólagáVu HugSkoT les meira um á www.intone.dk