Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. desember 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 231 - 2. desember 2009 Byggivinnan svikaði Ein rannsóknardeild hjá donsku løgregluni hevur avdúkað ólógligt samstarv millim grønlendskar byggifyritøkur. Grøn­ lendska kringvarpið sigur, at løgreglan staðfesti fyrst tveir tilburðir, har byggifyritøkur hava avtalað, hvat tær skuldu bjóða upp á tvey ávís byggiarbeiði, og síðani eru fleiri tilburðir komnir afturat. Sambært kringvarpinum var tað ein loynilig bandupptøka, sum avdúkaði tað fyrsta svikið. Á upptøkuni avtalaðu tvey byggifeløg, hvussu tey skuldu býta arbeiðið sínamillum, og tílíkt samstarv er ólógligt í sambandi við útbjóðingar. Danir keypa meiri Nýggj nýtslutøl hjá donsku hagstovuni vísa, at danir eru farnir at brúka meiri pengar teir seinastu mánaðirnar. Teir brúka serliga nógvar pengar til klæðir og sjónvørp, men teir keypa eisini meiri av vanligum nýtsluvørum enn fyrr í ár. Eitt nú vaks klædnasølan næstan tvey prosent í oktober. Í Danske Bank vænta tey, at keypihugurin hjá dønum fer at standa við, tí lønarlagið hækkar, inflasjónin er lág og somuleiðis rentan. Harafturat kemur, at danir fáa skattalætta næsta ár, og so bendir alt á, at húsavirðið er á veg uppeftir eftir støðugt fall tað seinasta árið. John Johannessen, løgtingsmaður, vil hava Johan Dahl, landsstýrismann, at siga, um hald er í pástandinum um, at flogskiparar hjá Atlantsflog hava fingið munnkurv frá leiðsluni. POLITIKKUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo – Er landsstýrismaðurin vitandi um, at leiðslan í Atlantsflogi hevur noktað starvsfólkum sínum ­ har­ ímillum flogskiparum ­ at hava eina almenna meining um ætlaðu flogvallarút­ byggingina í Vágum? Hetta er ein av trimum spurningum, sum John Jo ­ hannessen vil hava vinnu­ málaráðharran at greiða løg tinginum frá. John Jo ­ hannessen vil eisini hava at vita, um landsstýrismaðurin, sum høvuðspartaeigari í felagnum stuðlar avgerðini um, at flogskiparar, sum dagliga operera upp á flog­ vøllin í Vágum, hvørki al ­ ment ella á stongdum fundum sleppa at siga sínar hugsanir um møguligar fyrimunir og vansar við ætl aðu útbyggingini. – Heldur landsstýris mað­ urin hetta taluforboð vera fremjandi fyri álitið á ætlaðu verkætlanina, og hev ur landsstýrismaðurin eina generella meining um, hvussu langt talufrælsið hjá starvsfólkum í almennum partafeløgum eigur at røkka? spyr John Johannes­ sen. Í viðmerkingum til fyri­ spurningin sigur John Johannesen, at tað er vorðið alment kent í politisku skipanini, at tað í sambandi við ætlaðu verkætlanina um útbygging av flogvøllinum í Vágum ikki ber til at fáa fram sjónarmiðini hjá teim­ um flogskiparum, sum dag­ liga flúgva til og frá verandi vølli og í framtíðini skulu vera høvuðsbrúkarar av út ­ bygda vøllinum. – Forkvinnan í Vinnu­ nevndini hevur kannað møgu leikan fyri at fáa sjón­ ar miðini hjá flogskiparunum lýst, tá málið kemur í Vinnu nevndina til nærri viðgerðar. Forkvinnan held­ ur tað vera umráðandi at fáa fram hesi sjónarmiðini, hóast tað nú frættist, at flogskipararnir hava fingið skrivligt múlaband frá leiðsluni í Atlantsflogi, sig­ ur John Johannessen. Løgtingsmaðurin heldur, at hetta vekir ikki sørt av undran, tá talan er um eina verkætlan fyri hundraðtals milliónir, ið tingfólk ikki hava neyðuga fakliga før­ leikan at meta um, og tað tí er avgerandi, at vit fáa røttu og neyðugu kunningina hjá ymsum fakfólkum, harí­ millum flogskiparum fyri betur at kunna grunda okk­ ara støðutakan. – Uppaftur meira undrar hetta, um man lesur tær við merkingar og útgrein­ ingar, ið eru gjørdar til grein 77 í grundlógini, sum er tann, ið ásetir talufrælsið. Har verður nógv gjørt burt­ ur úr rættinum hjá starvs­ fólkum at úttala seg, sigur John Johannessen. John Johannesen vísir eisini á eina útgreining hjá DJØF, har tað eitt nú verður sagt soleiðis: »Hvis du udtaler dig som privatperson og under re ­ spekt for reglerne om tavshedspligt, har du frihed til at fremsætte endog meget kritiske synspunkter om din arbejdsplads og dit arbejdsområde. Fremsætter du bevidst urigtige oplysninger eller en helt ubegrundet kritik, kan det være en tjeneste­ forseelse. Din arbejdsgiver kan ikke indføre retningslinier, der forbyder dig at ytre dig (som privatperson) uden arbejdsgiverens tilladelse, eller kræve, at ledelsen skal godkende dokumenter eller lignende, før de offentlig­ gøres. Arbejdsgiveren kan altså ikke udøve nogen forud­ gående kontrol af private ytringer.« John Johannessen heldur, at tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, um lands­ stýrismaðurin er samdur í hesum prinsipiellu viður­ skiftum, og um hann heldur tey eisini skulu galda fyri flogfelagið, sum almennu Føroyar eru høvuðsparta­ eigari í. Tingmaður spyr um talufrælsi hjá flogskiparum Kórið Eystanljóð skipar trúliga fyri jólakonsert hvørt ár, og soleiðis verð ur eisini í ár. Hesaferð verða tvær konsertir - báðar verða sunnudagin 6. desember – í Christ- ianskirkjuni kl. 16 og í Gøtu Kirkju kl. 19.30 KONSERT Á konsertini luttaka eisini norski organisturin Kristoff­ er Myre Eng, Eivør Páls­ dóttir og gentukór úr Klaksvík Skráin í ár er serlig á tann hátt, at kórið fer at syngja partar úr Requiem av Gabriel Fauré. Verkið verð­ ur framført við orgul fylgi­ spæli, har kendi norski organ isturin Kristoffer Myre Eng kemur at spæla undir, og Eivør Pálsdóttir syngur solo í Pie Jesu. Kórleiðari hjá Eystanljóð er Petur Martin Johannesen úr Klaksvík. Hetta er triðja árið at Petur Martin venur kórið, ið hevur verið í støð­ ugari menning undir hans­ ara kønu hond. Á konsertini fer Kristoffer Myre Eng, ið er kendur fyri sínar orgulimprovisatiónir, eisini at improvisera yvir føroyska sálmalagið “Jeg vil mig Herren love”. Eivør og Eystaljóð geva eisini sítt íkast til hendan partin av kon sertini. Eivør hevur á konsertum her heima og víða um í heiminum fram­ ført og gjørt improvisatiónir yvir hetta og onnur kingo­ løg, so tað verður for­ vitnisligt at hoyra, hvat tað kann blíva til við norskum orgulíblástri. Seinna partin av kon sert­ ini syngur kórið nakrar tradi tionellar jólasangir, gent ur í 6. og 7. flokki í ovara og niðara skúla í Klaks vík fara at framføra tvey jólaløg og Eivør fer at framføra nøkur løg. Konsertin er ókeypis, men tey, ið ynskja at stuðla tiltakinum, kunnu lata eina gávu úti í forkirkjuni. Eystanljóð í Christianskirkjuni og í Gøtu Kirkju Báðar konsertirnar hjá Eystanljóð verða sunnu­ dagin 6. desember – í Christianskirkjuni kl. 16 og í Gøtu Kirkju kl. 19.30 Mynd: Dávur Winther Tilvildarlig mynd